Uttanlands

Íbúgvarnir í Shanghai í vónleysari støðu - innilæstir við mattroti og manglandi heilsurøkt

Heilsumyndugleikarnir í Shanghai fara undir enn eitt umfar av kovid-19 kanningum av øllum sínum 26 milliónum íbúgvum, var boðað frá í dag, leygardag. Stranga niðurlæsingin hevur longu sett milliónir í eina vónleysa støðu við troti á matvørum og øðrum neyðsynjarvørum.

Aly Song/Reuters

Aly Song/Reuters

2022-04-09 23:09 Author image
Jón Tyril

Leygardagin vóru uml 23.000 smittutilburðir. Tilsamans hava verið 130.000 smittutilburðir síðani 1. mars, flestu teirra uttan sjúkueyðkenni og sambært Wall Street Journal bara ein við álvarsamari sjúku. 

Kina  setti í verk ein strangan null-kovid politikk, sum hevur verið galdandi síðani farstóttin byrjaði fyri meira enn tveimum árum síðani. 

Shanghai var fyrst læstur niður 28. mars. Upprunaliga skuldi tað bara vera ein partur av býnum, og einans vara í 8 dagar. Í dag søgdu myndugleikarnir, at teir fara skjótt at slaka uppá avmarkingarnar í teimum støðum, sum ikki hava nakrar nýggjar smittutilburðir innanfyri fjúrtan dagar eftir nýggja umfarið av kanningum.

Men niðurlæsingarnar hava longu elvt til líðingar og deyðsføll millum íbúgvarnar.

Summi hava fingið pakkar við kjøti og grønmeti frá myndugleikunum. Meðan onnur hava havt ilt við at fáa hendur á nøkrum.

[object Object]

Samstundis eru fleiri sjúklingar deyðir á Shanghai Donghai sjúkrahúsinum fyri tey eldru vegna manglandi sjúkrarøkt, tí tað er so stórur mangul upp á starvsfólk, sum er íkomin vegna sera strongu sóttarhaldsreglurnar.

Næstringar at teimum gomlu søgdu við AP, at teirra kæru fingu ikki nøktandi røkt, eftir at starvsfólk, sum høvdu verið í sambandi við onkran smittaðan, síðani noyddust at fara í sóttarhald. Hetta elvdi til stóran starvsfólkamangul á sjúkrahúsinum.

Sambært AP er tað ógreitt, hvussu mangir sjúklingar eru deyðir á sjúkrahúsinum, og um nakar av teimum doyði av kovid19.

Familjulimir hjá teimum deyðu krevja at síggja videoupptøkur frá vakmyndatólum av sjúkrahúsinum, eftirsum at tey hava fingið millum lítla og onga kunning frá sjúkrahúsinum, skrivar AP.

[object Object]

[object Object]

Samstundis hevur tað verið eitt ramaskríggj í Kina eftir at eitt av starvsfólkunum, sum skulu handhevja niðurlæsingina, bankaði ein korgi-hund til deyðis. Hundurin hoyrdi til eina familju, sum var testað positiv, og tískil skuldi í sóttarhald (tú sleppur ikki at sita heima í sóttarhaldi, men skalt á eina almenna sóttarhaldsstøð). Familjan ivaðist, um tey skuldu lata hundin vera inni, og møguliga svølta í hel, meðan tey vóru burtur, ella tey skuldu lova honum út, og vóna at hann fór at klara at lívbjarga sær. Tey valdu tað seinna og lovaðu hundinum út.

Eitt video, sum síðani er farið víða, vísir hundin jagstra minibussin, sum fer avstað við familjuni til sóttarhaldsmiðstøðina. So skjótt sum bilurin var farin úr eygsjón, slóg ein porturvakt í íbúðarkomplexinum hundin í høvdið við einum spaka tríggjar ferðir, so hann doyði.

Myndugleikarnir søgdu fyrst, at teir drupu hundin tí teir vóru bangnir fyri at hundurin kundi spjaða virursin, men broyttu síðani frágreiðing, og søgdu: “Vit hugsaðu tað ikki nóg væl í gjøgnum, og vit hava sagt við eigaran av hundinum, at vit skulu tosa um eina kompensatión fyri hundin seinni.

Kelda: The National Review - Shanghai’s Covid Lockdowns Leaving Residents Desperate for Food, Medical Care

Les meira: 

Shanghai slakar viðvíkjandi avbyrging av børnum, men leingir niðurlæsingina

Smittað børn verða skild frá foreldrunum í niðurlæsta Shanghai

Shanghai Shanghai læsir niður, sum smittutølini vaksa

Shanghai widens COVID testing as other Chinese cities impose curbs

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald