Uttanlands

Í heyst fer Europa at hava tey ókoppsettu sum “mál”

Eftir røðum og skjølum úr ES at døma, so sleppa tey ókoppsettu og børnini ikki undan koppsetingunum enn. Í heyst skulu nýggj átøk og herferðir setast í verk, sum serliga leggja seg eftir at náa júst teimum ókoppsettu vaksnu og yngru børnunum, fyri at fáa tey at koppseta seg. Samstarvast skal við barnalæknar og onnur, sum foreldrini hava álit á. Og so skal setast meir inn á at berjast ímóti miss- og falskunning um koppsetingarnar.

2022-06-01 15:25 Author image
ROBERT KOGON

Um tú gongur og ímyndar tær, at tað at koronutiltøkini nú eru avtikin í stórum pørtum av Europa, eisini merkir, koppsetingarátøkini, eru ein farin tíð og løgd afturum okkum, so eigur tú at hyggja at, hvat Europa Kommissiónin nýligani hevur sagt um málið. Hóskandi er at byrja við nevndarforsetanum, Ursulu von der Leyen og hennara útsøgnum hin 27. apríl um "næstu pandemisku fasuna".

Meðan hon viðurkennir, at “bráðfeingis” tíðarskeiðið av farsóttini er yvirstaðið, tó ikki farsóttin, sum so, so ávarar von der Leyen um at:

“vit mugu áhaldandi vera á varðhaldi. Smittutølini eru framvegis høg í ES, og nógv fólk doyggja framvegis kring heimin av kovid. Harafturat kunnu nýggir variantar koma fram og spjaðast skjótt.”… “Men vit kenna vegin fram, vit noyðast at økja meira um koppseting og boosting, og miðvísa testing”.

Legg til merkis, at von der Leyen ikki bara sigur, at koppseting og boosting skal halda fram - t.d. fyri serliga útsettar bólkar - hon sigur, at koppseting má “økjast meira”! Hetta í einum ES, har tað sambært europeiska stovninum fyri sjúkufyribyrging, ECDPC, eru nærum 85% av teimum vaksnu, sum longu eru fult koppsett.

Í tíðindaskrivinum frá Kommissiónini, er áheitanin hjá von der Leyen um at “økja meira” um koppseting og boosting bara tann fyrsta í eini røð av átøkum, sum mælt verður limalondunum til at seta í verk “áðrenn heystið kemur”.

Eitt faktablað um at halda tilbúgvingini uppi, “COVID-19 – Sustaining EU Preparedness and Response: Looking ahead,” sum ES Kommissiónin eisini gav út 27. apríl, tekur aftur í aftur tað, sum von der Leyen legði segði. Fyrsti parturin kallast “At økja um upptøkuna av kovid19-koppseting” og fyrsta punktið ljóðar soleiðis:

• Limalondini eiga at økja um upptøku av koppseting og um útlutingina av boostarum og fjórða priki til tey, sum eru skikkað. Eisini eiga londini at økja um koppseting millum børn.

Næsta punktið heldur fram:

• Limalondini eiga at leggja til rættis ætlanir fyri kovid19 koppsetingar komandi mánaðirnar, havandi í huga at influensa gongur samstundis hasa tíðina á árinum, og leggja kovid-koppsetingarnar saman við nationalu koppsetingarskránni.

12. mai helt serliga ES nevndin viðvíkjandi kovid19 heimsfarsóttini (COVI) ein fund, har høvið var at seta og svara spurningum saman við Heilsukommiserinum, Stellu Kyriakides. (Sí allan fundin á video her.) Í einum tweeti samanfataði franski ES-tinglimurin, Virginie Joron, høvuðsinnihaldið í viðmerkingunum hjá Kyriakides soleiðis:

RAÐFESTAST: 100 milliónir ókoppsett í ES, sum mugu sannførast, og sum skulu vera okkara mál, uttan at vit gera mannamun. 
> stríðast móti missinformatión 
> næsta heimsfarsótt við nýggjum variantum hendan veturin.

Tíðindaskrivið frá Kommissiónini sigur eins og Kyriakides, at millum raðfestu uppgávurnar at fremja í heyst, skal vera at “styrkja samstarvið ímóti miss- og falskunning um kovid19 koppsetingarnar”.

Í einum nýggjari tweeti frá 17. mai, deildi Virginie Joron myndina, sum sæst niðanfyri. Myndin er av einum skjali frá Kommissiónini, sum bleiv býtt út til limirnar í tingnevndini fyri “Innlendis marknaðar og brúkara verju” og inniheldur í veruleikanum eina “koppsetingar strategi” fyri heystið. Hetta skjalið nevnir eisini tey ókoppsettu sum “mál”, og fyrsta punktið er ein áheitan á limalondini at:

“Styrkja royndirnar at økja um upptøkuna ella at fullføra koppsetingina millum tey ókoppsettu ella lutvíst koppsettu, m.a. við at halda eyga við og greina koppsetingaraftran, til tess at basa henni.” 

[object Object]

At áherðslan verður løgd á at hava tey ókoppsettu sum “mál” er serliga undranarvert tá havt verður í huga, hvussu skjótt verjan frá koppsetingini fánar. Og hugsa vit immunologiskt, so er sjálvandi eingin meiningsfullur munur á einum koppsettum og einum ókoppsettum, so skjótt hon er fánað. Tað finst enntá gransking, sum bendir á, at koppsett lættari verða smittað, tá komið er hartil. Einans tey, sum fyri stuttum síðani eru koppsett, njóta møguliga nakað av eyka verju eitt stutt tíðarskeið. 

Ein hópur av eygleiðandi gransking (observational studies) hevur víst okkum, hvussu skjótt virknaðurin frá kovid19 koppingunum fánar: serstakliga frá Pfizer-BioNTech, sum er nógv tað mest nýtta koppingarevnið í ES. Men tað er eingin orsøk at endurgeva hesar kanningar her, tí næsta punktið í skjalinum frá Kommissiónini viðurkennir undirskilt at virknaðurin fánar skjótt. Heitt verður á limalondini at: “Økja royndirnar at fáa øll skikkað vaksin at taka ímóti boostarum, byrjandi tríggjar mánaðir eftir fulla koppseting.”

Triðja og seinasta punktið, sum hevur við koppsetingar at gera, snýr seg serstakliga um koppseting av børnum. Tað sæst í styttari útgávu á skjalinum, sum Joron tók mynd av, men finst í sínari heild í mest fulfíggjaðu útgávuni av koppsetingarætlanini fyri heystið, sum er komin frá Kommissiónini: eitt samskifti til ES-tingið og aðar ES-stovnar, eisini dagfest 27. apríl. Fullfíggjaða útgávan av tilmælinum ljóðar soleiðis:
“Áðrenn skúlaárið 2022-2023 byrjar, eigur at vera umhugsað ætlanir, sum kunnu økja um koppsetingina milum yngri børn, t.d. við at samstarva við barnalæknar og onnur heilsustarvsfólk, sum foreldrini líta á koma við álítandi kunning.”

Tað var nú umhugsið av Kyriakides, at leggja dent á, at tað ikki skal gerast mannamunur á teimum ókoppsettu, hóast tey skulu vera “málið.” Men tað er vert at leggja til merkis, at samskiftið frá 27. apríl, eisini leggur dent á tørvin á at “tryggja at uppskotið um at seta í verk ásetingar viðv. talgildum kovid prógvum verður viðtkikið” (EU Digital COVID Certificate Regulation). Høvuðsvirknaðurin og endamálið við talgilda kovidprógvinum, sum eisini hevur tænt ramma og infrastuktur fyri ymsu “heilsu-” ella “koppsetingar-prógvini” í ES-limalondunum, er sjálvandi júst at løna teimum koppsettu og gera mannamun á teimum ókoppsettu.

Skjølini frá Europa Kommissiónini hin 27. apríl mæla sostatt greitt til at seta í verk eina nýggja kovid-koppsetingarherferð í heyst, har málið serliga er at røkka teimum, ið higartil eru ókoppsett, og børnunum. Harumframt, um Kommissiónin fær sín vilja, sum vit kunnu rokna við, at hon ger, og talgildu ES kovidprógvini verða longd, so reisir tað eisini óttan fyri, at hendan nýggja herferðin verður sett saman við júst somu noyðandi og diskriminerandi átøkunum, sum gjørdi tey ókoppsettu í Europa til sosial útskot fyri stóran part av seinasta ári.

Umsett við loyvi frá Brownstone Institute: JT. Upprunagrein her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald