Innanlands

Í dag verður almenn eftirmeting av koronutíðarskeiðinum løgd fram

Í dag, mánadagin 9. januar, leggur Løgmansskrivstovan sína kovid19 eftirmeting fram. Arbeitt hevur verið við at eftirmeta koronutíðarskeiðið í eina tíð, og nú er klárt at leggja úrslitið fram fyri miðlunum, sigur Løgmansskrivstovan

2023-01-09 06:52 Author image
Jón Tyril

Hin 28. februar í 2022 vóru seinastu koronutiltøkini tikin av hjá okkum heima í Føroyum, áleið tvey ár eftir at fyrsti koronutilburðin var staðfestur her á landi, sum á Grækarismessu hin 12. mars 2020 læsti niður og setti umfatandi tiltøk sett í verk, til tess at royna at steðga nýggju smittuni.

Mong og umfatandi tiltøk vóru roynd og eitt tíðarskeið var eisini koronupass, sum gjørdi mun á koppsettum og ókoppsettum, sett í gildi í Føroyum. Men sum flestum kunnigt, so lat smittan seg ikki stýra, og fór sum ein steppubrandur um landið alt við til tíðir við omanfyri 1000 nýggjum smittaðutilburðum dagliga.

Tann 28. februar 2022 ásannaðu myndugleikarnir, at smittan kundi ikki steðgast, og at bert fá gjørdust álvarsliga sjúk, og í hægstu smittutíð, vóru øll koronutiltøk tikin av hjá okkum, sum eitt av fyrstu londunum í heiminum.

Tilsamans vóru 34.237 tilburðir av koronu staðfestir í Føroyum.

Løgmansskrivstovan hevur síðani arbeitt við at eftirmeta tíðarskeiðið og tiltøkini, ið sett vórðu í verk. Og tað er úrslitið av hesi eftirmeting, sum verður lagt fram í dag.

Vit ætla okkum at fara at lurta eftir framløguni, sum verður kl 10, og liggur tað fyri, so stroyma vit hana á okkara facebook vanga.

Vit fara eisini lesa eftirmetingina gjølla og leggja hana út á síðuna her, um tað verður møguligt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald