Uttanlands

Hveiti er dýrari enn nakrantíð og Russland fær ágóðan

Russland setir met við hveitiframleiðslu í ár, samstundis sum prísirnir eru methøgir. Sambært ST-aðalskrivaranum er útflutningurin úr Russlandi, Hvítarusslandi og Ukraina avgerðandi neyðugur fyri at sleppa undan at tíggjutals milliónir enda í svárari hungursneyð.

2022-05-19 17:37 Author image
Jón Tyril

Týska blaðið Die Welt skrivar í gjár, at hveitiprísurin er hækkaður metnógv seinastu tíðina. Prísurin á hveiti er hækkaður 60% higartil í ár. Ein orsøk er inflatión, ein onnur er kríggið í Ukraina, og ein onnur er at India, sum er heimsins næst størsti hveitiframleiðari, vegna hitabylgju og turk, hevur valt at steðga sínum útflutningi av hveiti. At hveitið í Russlandi er við at vera uppi, ella at Russland við vilja heldur útflutninginum aftur, vísir seg sambært Die Welt at vera ein myta. Útflutningurin higartil í ár er størri enn somu tíð í fjør, 1,7 mió tons í ár móti 1,1 mió tonsum seinasta ár. Russland hevur ongantíð framleitt meira hveiti í søguni og prísurin er methøgur. Samstundis hevur landið stórur goymslur frá seinastu heysting. 
Ukrainska hveitið hevur truplari við at sleppa á marknaðin vegna kríggið, og har sæst greitt fall í útflutninginum.  At India hevur steðgað sínum útflutningi av hveiti kemur at ávirka heimshandilin, men enn er ógreitt júst hvussu hetta kemur at spæla seg út.

Útlendskar landbúnaðarfyritøkur hava sambært Bloomberg í mestan mun varveitt virksemið í Russlandi síðani kríggið byrjaði, hóast summar hava sagt seg vilja gevast at gera ný-íløgur í landinum. Teirra partur av russiska hveitiútflutninginum er støðugt minkaður seinastu árini. Sambært Bloomberg hava almennu myndugleikarnir í Russlandi tikið yvir vaksandi part av kornframleiðsluni seinastu árini, tí hetta verður meira og meira roknað sum ein strategisk týðandi framleiðsla av myndugleikunum.

ST-aðalskrivarin, Antonio Guterres, heitti mikudagin á heimsins lond um at taka av allar avmarkingar fyri at matvørur og handilstøð úr Russlandi, Ukraina og Hvítarusslandi sleppa út á marknaðirnar. Gera vit ikki tað kunnu "tíggjutals milliónir av fólkum detta niður í matvøruótryggleika, og hareftir føðslutrot, hóphungur og neyð, sum kann vara í fleiri ár," ávaraði Guterres sambært RT.

Keldur: Die Welt - Bloomberg - RT

___

Les eisini: Flestu gassfeløgini gjalda við ruplum til Gazprom, inntøkurnar hækka og rupilin styrknar

Heimskatastrofan, sum kovid-niðurlæsingarnar hava elvt til

Redaktørur á Telegraph: Heimsumfatandi matvørukreppa á veg. Vit mugu fyrireika okkum til rationeringar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald