Uttanlands

Hvat siga “niðurlæsingar-skjølini” okkum

At bretskir politikarar misnýttu kovid frábrigdi til at “forskrekkja lívið úr” almenninginum, er ein av lærdómunum frá "the lockdown files," sum avísin Telegraph hevur almannakunngjørt. Her er eitt lítið yvirlit

2023-03-09 23:36 Author image
Jón Tyril

Í seinastu viku byrjaði bretska avísin The Telegraph at almannakunngerða tað, sum hon kallar “The Lock Down Files.” Tilfarið umfatar meira enn hundraðtúsund boð á samskiftisappini Whatsapp. Vit endurgeva her úr einum samandrátti, sum ritstjórnin (editorial board) á amerikanska Wall Street Journal hevur gjørt av skjølunum. 

Wall Street Journal skrivar:

“Við eitt og hvørt givið høvi undir kovid-farsóttini vissaðu politikkarar almenningin, at teir “fylgdu vísindunum. Í mongum londum hevur almenningurin funnið útav, at hetta mangan var langt frá sannleikanum. Og nú hava vit fingið prógv fyri júst hesum úr tí sum okkara bretsku vinir kalla ‘the Covid lockdown files’. (Á hinvegin kalla vit tað ‘niðurlæsingar-skjølini’ á føroyskum.)

Stóra Bretland hevur verið vitni til at eini 100.000 tekstboð, sum stjórnarumboð sendu millum sín undir heimsfarsóttini, eru vorðin almenn. Leikandi lætti mátin, einræðishugsan verður nýtt, bara soleiðis hissini, er skelkandi, enntá eisini fyri tey, sum hava eina kyniska fatan av politikkarum.

Frá byrjan gjørdist bretska kovidhandfaringin ein spurningur um politikk heldur enn vísindi. Heilsumálaráðharrin Matt Hancock, sum var ein av grammastu niðurlæsingar-talsmonnunum, umhugsaði í januar 2020 — eftir at tíðindi um virusin í Kina byrjaðu at frættast, men áðrenn kreppan rakti vesturheimin — at eitt útbrot kundi verið gott fyri hansara politisku starvsleið. Hann deildi eini boð, sum skuldu eitast at vera frá “einum vísum vini”, við ein fjølmiðlaráðgeva hjá sær. Boðini søgdu við Hancock, at “ein væl handfarin kreppa av hesari stødd kann senda teg allan vegin víðari í næstu deildina.”

Tekstboðini vísa táverandi forsætisráðharran, Boris Johnson í juni mánaða umhugsa at avtaka fyrstu niðurlæsingina eftir eini kvikari tíðarætlan enn upprunaliga ætlað, tí tølini sóu góð út. Miðlaráðgevararnir hjá honum søgdu við hann, at tað fór at vera "ov langt framanfyri tað, sum almenningurin helt." Heldur enn at greiða nýggju tølini fyri almenninginum, so valdi Harra Johnson ístaðin at halda fast í avmarkingunum.

Í tí mest álvarsomu hendingini, sum higartil er komin undan kavi, spyr Harra Hancock sínar samstarvsfelagar, hvussu teir skulu “sleppa” ella “seta í verk” (en: deploy) tíðindi um sonevnda Kent-frábrigdið av kovid frá desember 2020 í júst røttu løtuni, fyri at “forskrekkja lívið úr øllum” (á enskum “frighten the pants off everyone”) fyri at fáa undirtøku fyri nýggjari niðurlæsing og fyri at fáa fólk at akta betur.

Ein mánaða eftir at Harra Hancock forskrekti lívið úr øllum, skjeyt ein embætismaður upp, at eitt nýtt landsumfatandi munnbindskrav hevði loyst seg, tí tað var “at kalla ókeypis og hevur ein sera sjónligan virknað.” Hann tykist meina “sjónligan virknað” í týdninginum at tað sær út sum myndugleikarnir gera okkurt, ikki at munnbindini fóru at seinka spjaðingini av virusinum. “Jepp,” svaraði Harra Hancock, áðrenn kjakast var um politisku viðurskiftini kring ymisk átøk.

Harra Hancock og onnur løgdu ætlanir um at dylja vísindaliga gransking, sum ikki stuðlaði teirra politisku málum. Í tí greiðasta døminum um hetta, varð Boris Johnson yvirtalaður at síggja burtur frá prógvum um at taltilfar, sum var nýtt til at rættvísgera næstu niðurlæsingina í 2020, var ov gamalt og óneyðuga ófrættakent.

Hesi sitatini og mong afturat koma frá boðum, sum vóru send við WhatsApp til og frá Harra Hancock, sum var noyddur at leggja frá sær í juni í 2021 eftir at hann varð avdúkaður í at fríggja við einum kvinnuligum starvsfólki hjá sær mitt í niðurlæsingartíðini, tá ið eingin hevði loyvi at hittast við fólki uttanfyri húsarhaldið. Hann setti ein journalist, ið var niðurlæsingarskeptikkari, at hjálpa sær at skriva sínar endurminningar. Hesin journalisturin, Isabel Oakeshott, avgjørdi við sær sjálvari, at hon hevði eina almenna skyldu, at handa avísini The Telegraph, boðini, og meira, sum møguliga kemur næstu tíðina.

Her er ein samrøða við Isabel Oakenshott frá UnHerd

Harra Hancock sigur, at boðini, sum eru leysgivin higartil, eru vald út við nærlagni, fyri at seta hann í ringt ljós. Men um hann liggur inni við boðum, sum reinsa hann, so eru tey læst betur niður enn bretska fólkið var. Øll sum vilja gera sær tann ómak at hyggja erliga (hetta útihýsir stórum parti av miðlunum) hava leingi vitað, at “vísindin” viðv. kovid var forvirrað og sjálvmótsigandi, serliga fyrstu tíðina í farsóttini. Summir feilir máttu koma fyri í handfaringini, men tess størri grund var tað hjá politikkarum og miðlunum at vera erligir um uppvigingar av hesum og hasum slag.

Tey stóru tíðindini í hesum eru, hvussu skjótt og lætt víðkaðu heimildirnar, sum myndugleikarnir tóku sær, bløddu inn í persónligu ætlanirnar hjá politikkarunum, sum skaptu reglurnar. Politikkararnir søgdu seg nýta kovid vísindi sum eitt amboð at verja almenningin. Men ístaðin bronglaðu teir vísindini til t leggja tyngstu byrðarnar í fríðartíð í søguni á herðarnar á sínum medborgarum. Tá ið niðurlæsingar-skeptikkarar krevja “ongantíð aftur,” so er hetta grundin.”

Michael Senger, sum eisini hevur eina fína samanfatandi grein av málinum á sínum Substack og á Brownstone, endar við hesum orðunum:

“tey sum finnast at Telegraph hava góðar grundir til at vera ivingarsom. Hóast Telegraph hevur avdúkað ótrúligt próvtilfar um hvat hendi undir kovidhandfaringini í Bretlandi, eftir at upprunaliga niðurlæsingin var sett í verk, so hevur blaðið framvegis ikki nakrar upplýsingar um hví niðurlæsingin var sett í verk av fyrstan tíð.

Hetta er greitt gáloysni, eftirsum at Telegraph sjálvt, og flestu av tíðindafólkunum har, tóku undir við upprunaligu niðurlæsingunum á vári í 2020. Hartil kemur, sum ein kanning hjá Cardiff University vísti, at  tað, sum hevði størst týdning fyri, hvussu fólk flest mettu um vandan við kovid, var avgerðin hjá egnum myndugleikum at seta stranga niðurlæsing í verk. Átakið skapti sostatt eitt feedback loop (sjálvstyrkjandi ringrás) har niðurlæsingarnar sjálvar sáðaðu óttan, sum fekk borgararnar at halda, at vandin fyri at doyggja av Kovid hundraðtals ferðir størri enn hann var í veruleikanum, sum aftur fekk tey at stuðla meira niðurlæsingum, krøvum og avmarkingum.

Tí hava skilagóðir viðmerkjarar lyndi at halda, at fáa staðfest, hvussu upprunaliga avgerðin um niðurlæsing var tikin á vári í 2020, framvegis er tann mest týðandi spurningurin at fáa greiði á í allari kovidsøguni. Alt annað var bara undanbrekka eftir upprunaliga ræðslan var sádd við hasi fyrstu avgerðini.

(…)

Tað sagt, so eru nakrar av avdúkingunum hjá The Telegraph — sum t.d. ynskið hjá Hancock at “sleppa nýggja frábrigdinum” til tess at “forskrekkja øll frá lívinum” — so fellandi, at vónandi fer almenningurin eisini at hugsa álvarsliga um spurningin, hví alt hetta hendi.”

Far til “lockdown files” síðuna hjá Telegraph, har sera nógv meira skelkandi tilfar er og meira kemur

Wall Street Journal - What the Covid Lockdown Files Tell Us

Brownstone - The UK Narrative Falls Apart with Leaked Messages

Spectator - Five things we’ve learned from Hancock’s lockdown files

John Campel hevur hesi bæði video um tað sum kemur fram í niðurlæsingarskjølunum

***

Takk fyri at tú vitjar Hinvegin.

Vit hava hvørki lýsingar ella krøv um haldaragjald á síðuni. Vit ynskja, at tilfarið frá okkum skal síggjast og lesast so víða sum gjørligt.
Hinvegin er fíggjað av stuðli frá privatpersónum, sum halda, at ein slíkur miðil hevur týdning, og er verdur at stuðla.
Tú kanst vera við og hjálpa okkum at fáa gott tilfar út á føroyskum, við at lata okkum eina fasta mánaðarliga upphædd, ella við eini eingangs flyting á konto nr 9865 1039800.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald