Matvøru- og landbúnaðarstovnurin undir ST, sum kallast FAO (UN’s Food and Agriculture Organization), gav hin 8. apríl sítt seinasta index yvir heimsins matvøruprísir út. Prísindexið hjá FAO hækkaði til 159,3 í mars, sum í veruleikanum merkir, at tað er áleið ein tvífalding frá støðinum í 2000, umleið 80% hægri enn støðið í 2019, og tað hægsta síðani mátingarnar byrjaðu í 1961.
Hendan talvan bendir á, at nú slepst ikki undan borgarakríggi og hungursneyð. Heimsins matprísir vóru longu í byrjanini av 2022 40% omanfyri tað, sum teir vóru áðrenn niðurlæsingarnar, hetta vegna avbrot í veitingarketunum, sum komu í vegna tiltøk, sum myndugleikar kring heimin settu í verk, til tess at tálma kovidsmittuni.
Verksmiðir lótu aftur og arbeiðsfólkið var sent til hús, hóast tey ikki vóru sjúk. Fraktkostnaðirnir hækkaðu vegna tilvildarliga læsingar av summum havnum, sum noyddi bingjur og fraktskip til tey skeivu støðini, soleiðis at útflytarar máttu stríðast fyri at finna bingjur, og tá ið tað eydnaðist, so funnu teir eingi skip at senda tær við. Samstundis stóð matur í goymsluhúsunum og rotnaði.
So kom kríggið í Ukraina og trýsti alla støðuna við matvøruframleiðslu og veitingum enn meira í eina bráðfeingis kreppustøðu.
Hóast heimurin hevur ovmikið av eyka plássi til at velta og framleiða mat, so tekur tað nøkur ár áðrenn eykaframleiðsla sæst aftur á marknaðinum. Verðandi landbrúksgarðar kunnu bara vaksa um framleiðsluna ella velta meira lendi til matframleiðslu spakuliga. Men tað tekur bara ein mánaða hjá einum menniskja uttan mat at svølta í hel, so ein tvey ára matvørukreppa merkir menniskjalig vanlukka.
Summir øsarar peika fingrarnar eftir Kina, sum verður hildið at hava stórar goymslur av rísi, meisi og hveiti - kanska meira enn helmingin av heimsins goymslum. Ja, Kina hevur havt hasar goymslurnar í næstan 10 ár nú. Kinesararnir hava ikki bráddliga keypt mat upp síðani mars 2020 fyri at elva til kríggj aðrastaðni.
Hvussu nógvur politiskur ófriður er á veg sum úrslit av heimsins matvørutroti? Ein frágreiðing frá 2015 um ófriðin, sum kom í kjalarvørrinum av matvørupríshækkingunum í 2007-2008 og 2010-2011, kom til, at tá prísirnir fóru 50% upp um undanfarna prísstøði, so vóru tveir tilburðir av álvarsomum ófriði um mánaðin. Og tá ið prísirnir tvífaldaðust vóru 4 til 6 ferðir álvarsamir ófriðir um mánaðin.
Støðið á matvøruprísunum var longu tíðliga í 2022 heili 30% omanfyri toppin aftaná seinastu fíggjarkreppu millum 2007 og 2009, meðan veruliga BTÚ pr íbúgva fyri fátøku londini (hygg til dømis her) var áleið tað sama sum í 2008, men við nógv størri ójavna. Hendan samansetingin er kjarnugrundin til at Oxfam í sínari frágreiðing, “First crisis, then catastrophe” (fyrst kreppa, síðani vanlukka) frá 12. apríl, roknar seg fram til, at nærum ein milliard fólk fara at vera rakt av ekstremum fátækradømi og standa fyri hungri í 2022.
Við matvøruprísum, sum longu eru ein triðjing hægri enn tað, sum elvdi til sokallaða ‘arabiska várið’, síggja vit longu nú, at matur verður brúktur sum politiskt vápn í Etiopia, Jemen og aðrastaðni. Vit fara uttan iva at síggja nógv meira til tað í 2022. Støð sum Afghanistan og fátækaru partarnir av Afrika kunnu sagtans eksplodera politiskt, sum ávaringarskipanin móti hungri Famine Early Warning Systems Network dokumenterar.
Kunnu WEIRD-londini (Western, Educated, Industrialized, Rich, Democratic) steðga gongdini?
Ríkar vesturlendskar stjórnir hava søguliga verið settar í samband við høgan sosialan stabilitet og lítið av harðskapi. Eru hesar til reiðar at nýta sítt ríkidømi til at avmarka avleiðingarnar av neyðini í kjalarvørrinum av kovid-tiltøkunum? Ella fara tær at hava ovmikið at gera við at taka sær av sínum egnu fíggjarligu trupulleikum, sum eru íkomnir av útholaðum skattaskipanum og tveimum árum har pengar eru tveittir eftir misskiltum royndum at steðga kovid?
Svarið er ørkymlandi, fyri at siga tað milt.
Grafurin niðanfyri fylgir útreiðslunum hjá stjórnunum í fimm stórum europeiskum londum upp til og við 2020. Prikkaða linjan eftir 2020 vísir hvat stjórnirnar søgdu, tær roknaðu við fór at henda, meðan heila linjan vísir áleið hvat veruliga hendi fram til endan á 2021.
Hesa tíðina hava inntøkurnar næstan ikki flutt seg, so eykaútreiðslurnar eru goldnar við hægri skuld. Lutfallið millum skuld og BTÚ hækkar umleið 10 BTÚ prosentstig árliga í ES og USA. Skjótari summastaðni (Fraklandi, Onglandi, USA) enn aðrastaðni (Norðurlondini).
Heldur enn at minka útreiðslurnar eftir stóra vøksturin í 2020, sum spátt varð, so helt risastóri útreiðsluvøksturin fram í 2021. Serliga stórur var vøksturin í londum sum Stóra Bretlandi, Fraklandi og Spania. Hesin vøkstur var partvís drivin av hernaðar/verjuútreiðslum og øktum sosialum veitingum (m.a. sum valflesk uppundir umráðandi valini í Spania og Fraklandi), men serliga vegna áhaldandi kovid-sirkusið, sum hevur havt óproduktivar útreiðslur við sær til alt tað vanliga tilhoyrið (koppsetingar, maskur, testing) og ikki minst til upppumpaða eftirlitsapparatið, sum heldur fast í sínum játtanum, sum galt tað lívið.
Í teimum flestu av hesum londunum eru útreiðslurnar at reka londini nú størri enn nakrantíð fyrr. Tær eru komnar á eitt støði, sum leingi hevur verið mett ikki at vera burðardygt. Um tú ivast í hesum, hugsa so um at privatiserings reformarnir hjá Reagan og Thatcher í 1980unum og 1990unum komu eftir at rakstarútreiðslurnar høvdu toppað á “einans” 50 prosentum av BTÚ.
Trupulleikin við skattagrundarlagnum
Stjórnirnar hava brúkt meira, enn tær kunnu krevja inn gjøgnum skattirnar. Búskaparfrøðingar vildu sagt, at vit nú eru komin yvir á høgru síðu á Laffer-kurvuni, sum merkir, at royndir at leggja meira skattir á, fara at elva til so nógvar royndir at sleppa undan at rinda skatt, at skattainntøkurnar falla. Logikkurin í hesum er lættur at skilja um vit seta tað upp í ekstremin: um tú skattar okkurt virksemi við 100%, so steðgar tað virksemið og tú fært 0 kr í skattainntøkum.
Tá ið Willie Sutton varð spurdur, hví hann rændi bankar, so skal hann hava svarað, “tí tað er har, pengarnir eru”. Trupulleikin hjá skattainnkrevjarunum í dag er, at í mun til Sutton, so sleppa teir ikki nóg nær pengunum.
Trupulleikarnir við skattainnkrevjing eru djúpir og hava verið har leingi, lutvíst tí at tey ovurríku, sum ráða fyri teimum størstu fyritøkunum, sum eiga størri og størri part av heimsins ríkidømi, hava sloppið sær undan skatta-netinum og kunnu leggja trýst á stjórnir, sum teimum ikki dámar við at fíggja miðlaátøk móti politikkarum, sum royna at leggja skattir á tey. At ikki fáa ein rímiligan part av skattunum frá teimum ríku, er ein stórur politiskur trupulleiki, sum gerst verri av ovurstóra trýstinum á almenna pengapungin um at halda kovidsirkussið koyrandi. (Tíbetur er sirkusið steðgað hjá okkum, red.)
Tað er bara ein útvegur hjá myndugleikunum, sum eru fangaðir ímillum manglandi møguleikarnar at skatta tey, sum hava pengarnar, og dýru krøvini um heilsusjónleik. Og tað er at prenta meira pengar. Myndugleikarnir hava skipað hetta við at selja skuld (lánsbrøv við ymiskum gjaldsfreistum) til sínar egnu sentralbankar.
Hvat hendir so, tá tú gert hetta, uttan at hava økta framleiðslu at bakka tað upp við? Sum vit spáddu í endanum av 2020, so er úrslitið inflatión, sum lækkar veruliga virðið á pengunum. Inflatión vegna pengaprenting kann síggjast sum at myndugleikarnir taka eitt sindur inn frá øllum, sum brúka tað gjaldoyrað. Hetta verður kallað seigniorage skattur, og sæst aftur sum skatting frá fjálturstungnum myndugleikum, sum hava mist tamarhaldið á teimum ovurríku, ið ikki rinda sínar skattir meira.
Hvussu leingi kunnu desperatir myndugleikar halda á at skatta fólkið við at prenta pengar? Bara so leingi, sum fólkið ikki finnur annað gjaldoyra at nýta. Um tað er møguligt at skifta, so gevast fólk at nýta gjaldoyrað, sum verður so hart skattað, so kemur hyperinflatión og so fer ein ræðulig niðurbræðing av búskapinum ígongd, har myndugleikarnir fara á húsagang og fólkið endar í fátækradómi.
Hesin trupulleikin er serliga ringur hjá EU og eitt sindur minni fyri USA, sum er í tí hepnu støðu, at hava heimsins mest brúkta gjaldoyra (umleið 60% av heimsins peningagoymslum eru í dollarum). USA kann tískil vinda rættiliga fitt av seigniorage-skatti úr restini av heiminum, hóast hetta er farið at minka spakuliga við tíðini.
Tað stóra politiska spælið vestanfyri í løtuni, serliga í ES, er at byrgja fyri, at fólkið flíggjar fíggjarliga. Gera tey tað, so smokkar ES og tess búskapur saman. Tað hevði ripað okkum aftur mitt í 1930ni, við øllum møguligum sløgum av fanatismu, uttan nakran enda fyrr enn útreiðslurnar høvdu verið minkaðar munandi og tey ovurríku vóru fingin at akta.
Ein slík ferð kann roknast við at kosta milliónir av mannalívum meðan fanatisman gongur sína gongd. Hendan hendingargongd er vorðin meira sannlík hesar seinastu 12 mánaðirnar, so hvørt sum mong av londunum hava varnast, at tey klára ikki at minka útreiðslurnar aftur.
Privatir rating-stovnar sum Fitch eru við at vakna og hava næstan tvífalda sínar metingar av inflatiónini í ES í apríl 2022 í mun til desember 2021, og spáa eisini at londini í Europa fara at royna at spandera seg úr verandi kreppu.
Samstundis verður roknað við at Europeiski Miðbankin (ECB) fer at gevast at keypa skuldarbrøv frá londunum, soleiðis at bara lond, sum marknaðirnir hava høgt álit á, fara at rinda síni lán aftur, sleppa at lána meira. Tað merkir at Italia fer ikki at kunna lána meira, men má skera ógvusliga niður í útreiðslunum, meðan eitt nú Týskland kann halda á at lána í eina tíð afturat. Ófriður í Rom, men ikki í Berlin.
Leikluturin hjá talgildum samleikaprógvum og gjaldoyrum
Tað hevur traditionelt verið gjørligt at uppihalda stabilitet í vestanlondunum, tí at staturin hevur brúkt pengar uppá kjarnutænastur og stovnar, sum hava syrgt fyri at marknaðurin hevur trivist. Við øllum skuldarfíggjaðu útreiðslunum hesi seinastu tvey árini, sum í stóran mun er farið til óproduktiv ting, og við minkandi skattagrundarlagi, hvar skulu londini so fáa fíggjarligu orkuna til stríðið fyri at halda politiskan stabilitet komandi árini?
Fyri at sleppa undan einum skrædli í skattagrundarlagnum, so royna myndugleikarnir (serliga í ES) desperatir at noyða fólkið einans at nýta góðkend gjaldoyru, soleiðis at teir kunnu halda á at skatta tey.
Hetta er fíggjarliga hugsanin aftanfyri talgild samleikaprógv, talgild gjaldoyru, og at fólkið skal hava eina kontu í miðbankunum: myndugleikarnir vóna at fult talgilt eftirlit við fíggjarviðurskiftunum fer at forða fólki í at skifta til okkurt slag av pengum, sum ikki kann skattast við at prenta meira av teimum.
Amboðini at stýra hesum við, eru millum annað at rinda alment settum starvsfólkum við góðkendum gjaldoyrum, at rinda øll vælferðarútgjøld og aðrar almennar tænastur við hesum gjaldoyrum, og noyða allar fyritøkur, sum arbeiða fyri statin, at rinda sínar útreiðslur í hesum somu gjaldoyrum, og noyða so nógvar brúkaragjaldingar sum møguligt, at vera í hesum gjaldoyrum.
Eitt talgilt penga-einaveldi er málið. Um tey ovurríku ikki kunnu skattast tí myndugleikarnir ikki hava atgongd og innlit í teirra ognir, so ber kanska til at skatta allan samhandil við tey ovurríku við at noyða hendan samhandil at henda við einum góðkendum gjaldoyra. Her er logikkur í.
Ovurstórt eftirlit skal til fyri at fáa hetta at rigga, tí fólk, serliga tey ríkaru og meira dynamisku av slagnum, royna at finna sær mátar at sleppa undan skattingini. Ymiskt sum ikki er skattað, fer at vera brúkt sum gjaldoyra land, hús, gull, hveiti, olja, silvurið hjá ommu osfr. Alt, sum í sær sjálvum hevur okkurt virði, kann brúkast sum peningur, antin við at rinda beinleiðis við tí, ella sum veðhald. Slíkur undirhondshandil verður lættari fyri smærri fyritøkur og truplari hjá teimum stóru, sum ikki kunnu flúgva undir radaranum hjá mynugleikunum.
Stigvíst byggist ein alternativ undirgrunds bankaskipan upp, har fólk handla við óskattaðum gjaldoyrum, sum fólk antin nýta tí tey hava álit á gjaldoyranum (kinesiski Yuanurin? Ella eitt gjaldoyra, sum stóru fyritøkurnar koma við, so sum ein “Big Tech dollari”?) ella sum er bakkað upp av rávøru (gulli, olju, silvur, etc)
Lokalt og í handli millum lond (sum t.d. russisk ella iransk olja í býti fyri Yuan), høvdu fólk farið at valt gjaldoyru, sum ikki eru skattað umframt at gjørt býtishandlar, gjørt tænastur sum býti fyri mat ella aðrar vørur. Kílin millum tað, sum staturin hevur eftirlit við og kann noyða í sína gjaldoyraskipan, og tað, sum skal eitast at vera hansara valdsøki, hevði farið at víðkast.
Vit síggja longu hendan máttin byrja at úspæla seg á altjóða pallinum, har Russland er farið at flyta seg frá at vera læst at dollaranum og til at hava rávørutrygd undir gjaldoyranum, og harvið flyta seg aftur til tað sum var vanligt áðrenn Bretton Woods-skipanina, sum kom í 1971. Hóast vit ikki halda, at hetta fer at halda í longdini, so er hetta eitt tekin um gongdina.
Um nóg nógv lond fylgja Kina og Russlandi í teirra ferð burtur frá dollaranum, so fer amerikanska stjórnin í longdini ikki at kunna skatta restina av verðini við at prenta meira dollarar og harvið seigniorage-skatta øll, sum hava dollarar (herímillum mong lond), men verður avmarkað til einans at kunna skatta innanlands flytingar, sum kunnu noyðast at nýta dollaran. Tað sama er galdandi fyri ES og evruna.
Fólk leita longu eftir jørð, rávørum og fastognum at keypa, til tess at sleppa undan avleiðingunum av pengaprentingini hjá myndugleikunum. Tey ovurríku ganga á odda, tí tey hava ráð til bestu ráðgevararnar, sum hava greitt teimum frá øllum hesum her fyri meira enn einum ári síðani.
Mørkini fyri hvussu nógv fíggjarligt tamarhald myndugleikarnir kunnu hava
Fara fíggjarligu myndugleikarnir í USA og ES at megna at noyða fólkið at brúka teirra einkar talgildu gjaldoyru? Tað verður eitt stríð. Tað ber til at berjast ímóti kapitalflíggjan yvir í rávørur ella “trygg” lond, sum norðurlondini ella Sveis, men tað krevur økt eftirlit og at nýggir skattir verða lagdir á rávørur, so hvørt sum hesi erstatta pengarnar: skatt á hús, skatt á jørð, skatt á gull osfr.
Hendan gongdin kann skapa ruðulleika, tí mangar av hesum rávørum eru rættiliga tungt skuldarbundnar. Miðalklassin í flestu londum hevði farið á húsagang, um tey skuldu goldið høgar rentur á síni húsalán ella høgar árligar skattir á húsini.
Øll londini, sum politiskt hava valt at prenta pengar til tess at fjala tann veruleika, at kovidtiltøkini hava minka um produktiva partin av búskapunum, samstundis sum almenni geirin er vaksin við øktari nýtslu uppá nyttuleysar royndir at fáa tamarhald á farsóttini og til heilsusjónleik, standa nú á eini fíggjarligari bjargatrom. Vit óttast sum tað allar minsta, at stórar afturgongdir eru á veg í hesum londum meðan myndugleikarnir fáa skil á sínum viðurskiftum. Møguleikarnir at hjálpa teimum sum svølta og gera uppreistur í øðrum londum, verður stutt sagt strikaðir vegna fíggjarliga katastrofu innanlands.
Hvørjar syndabukkar skulu myndugleikarnir finna, at geva skuldina fyri alt hetta? Teir góðu gomlu slagararnar, sum longu fáa skyldina frá framanundan: veðurlagsbroytingarnar, russararnir, farsóttin, Kina, tey sum finnast at, tey ókoppsettu, populisma og so framvegis. Alt uttan myndugleikarnir sjálvir.
Higartil hevur fólkið í londunum í stóran mun etið hesar søgurnar við góðari hjálp frá stóru tøknifeløgunum, stóru medisinfeløgunum og øðrum, sum hava arbeitt dúgliga fyri at tryggja sær, at fólk halda, at trupulleikarnir onki samband hava við núverandi stevnu og førdan politikk.
Hendan propagandan kemur við sínum egna kostnaði, tí fólkini, sum trúgva henni, krevja enn meira av slíkum, sum skaðar tey sjálv - t.d. fleiri avmarkingar á ferðing og samhandil fyri at “bjarga jørðini”. Øll møgulig sløg av sjálvsskaða verður slongt runt sum “loysnir”, trýst í høvdið á okkum frá politisku elitunum, sum renna um kapp fyri at sleppa sær undan ábyrgdini av sínum egnu vanlukkuligu avgerðum.
Propagandan er máttmikil, men veruleikin byrjar spakuliga at seyra inn í hesa fyrigyklaðu verðina. Hækkandi prísir á mati og brennievni, inflatión sum heild, lækkandi tænastustøði og fíggjarliga harðar tíðir kunnu ikki bara feiast undir gólvteppið, og mørkini fyri hvussu nógvur peningur kann prentast, eru nádd.
Hesar eru fruktirnar av stóra kovid panikkinum, The Great Covid Panic, í teimum ríku londunum, júst sum hungursneyðir eru fruktirnar av tí í teimum fátøku londunum.
Borgarakríggj og hungursneyð eru næstan púra viss í fleiri av fátøku londunum, meðan vestanlondini gera alt hvat tey kunna, til tess at sleppa undan sínum fundi við fíggjarligu lagnuna, og pengapungurin er eisini tómur, hóast tey gjarna vildu hjálpt.
2022 sær út til at gerast eitt ár, har rokningin skal gerast upp fyri kovid-vitloysið í árunum 2020-2021. Vit óttast, at tann uppgerðin fer at hava við sær enn størri og meira víðfevnt vitloysi, enn tað vit hava sæð higartil. Hevndarfuglarnir eru farnir á flog.
Upprunagrein: BROWNSTONE INSTITUTE - The World Catastrophe Wrought by Covid Lockdowns
Høvundar:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald