Sermitsiaq sigur, at tað verður við einum bakteppi av eini “voldsomt opblussende koloni-debat”, at Múte B. Egede kemur á ríkisfund í Føroyum, hósdagin 9. juni. Grønlendski stjórnarleiðarin hevur boðað frá, at hann ætlar at tosa um snyrils-gøluna við danska forsætisráðharran.
Ein meiriluti í grønlendska tinginum, Inatsisartut, vil hava eina nýggja og óhefta kanning av viðurskiftum í kolonitíðini. Sambært blaðnum, at “tað verður gjørd ein óheft útgreining - ikki einans av hvussu fyribyrging varð framd í seksti og sjeytiárunum - men eisini av øðrum møguligum illgerðum úr fortíðini.”
Tann sum hevur verið hvassast um málið, er Doris J. Jakobsen úr Grønlendska javnaðarflokkinum, Siumut.
“Kanska vit longu kundu verið eitt sjálvstøðugt land í dag, um vit ikki vóru snýtt tá í tíðini,” sigur hon m.a. sambært Sermitsiaq.
Sambært blaðnum hevur ein fatan bitið seg fasta tvørturum floksmørk í landstinginum, at Grønland, kanska ímóti fólksins vilja, bleiv lumpað inn í ríkisfelagskapin gjøgnum bakdyrnar.
“Uttan at fólkið varð spurt, noyddu tey okkum undir donsku grundlógina,” sigur Doris J. Jensen.
Sjálvræði
Vanliga er tað bara undir fyrstu viðgerð av uppskotum í Inatsisartut, at tingfólk gerast veruliga heit um okkurt mál. Men undir 2. viðgerð av uppskoti um nýggja frágreiðing, »udredning af Grønlands koloni-status«, var sambært blaðnum sera nógv orka í hjá framsøgufóklunum, sum ikki blivu liðug at tosa um, hvørt Danmark livdi upp til krøvini hjá ST um avkolonisering, tá ið Grønland fór frá at vera koloni til at gerast eitt danskt amt í 1953.
Allir flokkar á tingi eru samdir um at ein gjøllig kanning skal gerast av viðurskiftunum, og øll skjøl skulu eftirhyggjast av nýggjum.
Grønlendska tingið var stovnað í 1979 tá Grønland fór frá amtsstøðu til heimastýri. Í tinginum sita 31 tinglimir úr fimm flokkum. Stjórnarsamgongan er samansett av Inuit Ataqatigiit við 12 tingfólkum og Siumut við 10 tingfólkum. (Wikipedia)
Les eisini: Snyrilsgølan í Grønlandi - tá ið tú ikki eigur rættin yvir egnum kroppi
Kelda: Sermitsiaq - Måske slet ikke i den bedste mening: »Vi blev snydt af Danmark«
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald