Á ríkisfundi í Føroyum hava Múte B. Egede og Mette Frederiksen skrivað undir fráboðan um at ein frágreiðing skal skrivast, sum útgreinar øll mál í viðurskiftunum millum londini síðani annan heimsbardaga og fram til í dag.
“Vit hava seinastu árini verið vitni til at ein syrgilig søga fyri og onnur eftir eru komnar fram. Søgur sum hava havt stóran persónligan kostnað fyri tey raktu. Alt grønlendska fólkið stendur aftanfyri kravið um eina søguliga útgreining,” segði grønlendski landstýrisformaðurin í tíðindaskrivi sambært Sermitsiaq.
Blaðið skrivar, at grønlendska tingið í vár hevur biðið um at fáa eina óhefta kanning av snyrilsátakinum og barnsburðarfyribyrgingarætlanunum, sum Danmark setti í verk í Grønlandi fram til 1991, tá Grønland yvirtók heilsumál á egnar hendur. Semja er eisini í tinginum, at ein kanning skal gerast av, hvørt Danmark helt sínar skyldur sambært ST ásetingum í sambandi við at Grønland fór frá at vera koloni til at vera amt í 1953.
Landstýrisformaðurin leggur dent á, at hesi mál skulu kannast fyri seg, umframt júst undirskrivaðu avtaluna um samlaða kanning av viðurskiftunum.
“Vit skulu seta orð á okkara søgu. Vit skulu kasta ljós á bakstøðið fyri teimum ymsu avgerðunum, sum eru tiknar gjøgnum árini,” siger Múte B. Egede m.a. sambært Sermitsiaq.
Frágreiðingin skal snúgva seg um tær týdningarmestu politisku avgerðirnar, hendingarnar og onnur viðurskifti í tíðarskeiðinum, sum vóru við til at seta dám á hvussu Grønland mentist, viðurskiftini millum Grønland og Danmark, ella sum fekk avleiðingar fyri grønlendska fólkið.
Frágreiðingin skal umfata serstøk mál og hendingagongdir, serliga tað sum hendi í tíðarskeiðnum eftir annan heimsbardaga, tá ið Grønland bleiv moderniserað.
Neyva uppgávuorðingin til frágreiðingina skal vera liðug í oktober í ár og verður orðað í samstarvi millum Grønlendskar og Danskar myndugleikar.
Kelda: Sermitsiaq
Les eisini:
Grønlendskur politikkari: »Danmark snýtti okkum«
Snyrilsgølan í Grønlandi - tá ið tú ikki eigur rættin yvir egnum kroppi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald