2022-02-26 00:57
At læsa samfeløgini niður forðaði bara fyri umleið 0,2 prosentum av deyðsføllunum, í mun til bara at líta á fólk, at gera tað rætta, vísir nýggj gransking.
Granskarar frá Johns Hopkins University í USA, Lund Universitet í Svøríki og Centre for Political Studies (CEPOS) í Danmark síga, at fyri samfeløg eru kostnaðirnir nógv størri enn fyrimunirnir, og at í framtíðini eigur tað als ikki at koma uppá tal at læsa samfeløg niður, sum eitt amboð til at berjast móti møguligum komandi farsóttum.
Granksararnir komu fram til, at summi tiltøkunum kunnu beinleiðis hava økt um deyðsíttleikan við at forða fólki at hittast í tryggum umstøðum uttandura, og trýst tey at hittast í ótryggum støðum innandura ístaðin, og við at avbyrgja smittað fólk innandura, har tey kundu smitta familjulimir og búfelagar.
"Vit duga at síggja, at hetta at avmarka hvussu mong kunnu savnast, virkaði mótsatt og økti um covid-deyðiligheitina" var ein av niðurstøðunum. "Ofta avmarkaðu niðurlæsingarnar atgongdina til trygg uttandura støð so sum strendur, parkir og djóragarðar, ella vóru krøv um mest loyvt tal av fólki og at vera í masku, sum trýstu fólk at hittast undir minni tryggum umstøðum innandura."
"próvtilfarið megnar ikki vátta, at tað, at læsa samfeløgini niður, hevði týðandi ávirkan á deyðstíttleikan við ella av kovidnítjan. Virknaðurin er millum lítil og ongin. ... Tó so, at læsa niður í byrjanini av farsóttini hevði oyðileggjandi ávirkan"
Les um kanningina á Telegraph her:
Covid lockdown ‘prevented only 0.2pc of deaths in first wave’

Les sjálva kanningina her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald