Uttanlands

Gransking bendir á, at koppseting tálmar langtíðar órini móti virusinum

Gransking frá NIH og Moderna bendir á, at koppseting móti kovid kann tálma kroppinum at framleiða lyklaslag av mótevnum.

2022-05-30 16:15 Author image
Jón Tyril

Nýggj gransking bendir á, at tað er meira sannlíkt at tú framleiðir breiðan mótevnis immunitet (antibody immunity) eftir at hava verið sjúkur, um tú IKKI ert koppsettur, enn um tú ert koppsettur við mRNA kopping frá Moderna.

Tað er stórur munur á, uttan mun til um tú hevur havt eina milda, meðal ella ringa sjúkugongd við kovid.

Granskingin brúkar dátur frá klinisku kanningunum hjá Moderna við 30.000 luttakarum, tá ið mRNA koppingarevnið skuldi kannast. Kanningin kann vera við til at kasta ljós á, hví so mong uppliva at vera smittað ferð eftir ferð, stumdum innan lutfalsliga stutta tíð.

Granskarar vóru greiðir yvir framanundan, at mong koppsett fólk ikki skapa mótevni móti øllum virusinum, eftir at tey hava fingið smittuna.

Tey ókoppsettu skapa nærum altíð mótevni móti nucleokapsid proteininum, sum hylir kjarnu-RNAið í virusinum, eins væl og móti speikproteininum. Tey koppsettu mangla ofta anti-nuklekapsid mótevnini og hava einans mótevni móti speikproteininum.

Granskararnir kannaðu hvussu kroppurin framleiðis anti-nukleokapsid mótevni hjá teimum, sum vóru partur av klinisku royndunum hjá Moderna, og sum vórðu smittað við kovid. Sum væntað, varð komið fram til, at tey koppsettu vóru munandi minni sannlík at skapa anti-nucleokapsid mótevni. Einans 40 prosent av teimum, sum vóru prikað, høvdu mótevni, samanborið við 93 prosent av teimum, sum ikki vóru prikað.

Men granskararnir fóru víðari. Av tí at virusið í blóðinum var mált, kundu granskararnir samanbera koppsett og ókoppsett, sum høvdu somu mongd av virusi í blóðinum.

Enn einaferð vísti tað seg, at tað var munandi meira sannlíkt fyri ein ókoppsettan at menna anti-nukleokapsid mótevni, enn fyri ein prikaðan. Ein ókoppsettur við mildari infektión hevði 71% møguleika fyri at immunverjan framleiddi hesi mótevni. Ein koppsettur hevði áleið 15% møguleika.

Millum tey, sum høvdu havt ringa sjúku smalkaði munurin nakað. Í teimum førunum høvdu øll tey ókoppsettu og tey flestu prikaðu anti-nukleokapsid mótevni.

Gula strikan vísir sannlíkindini fyri at ein ókoppsettur persónur mennir anti-nukleokapsid mótevni móti Sars-Cov-2, skipað eftir viralari byrðu (viral load). Bláa strikan vísir somu sannlíkindi fyri ein, sum hevur fingið prik við mRNA.

Ein ókoppsettur hevur nærum 60 prosent sannlíkindi fyri at framleiða mótevnið, sjálvt við sera mildari smittu; einum koppsettum tørvar næstan 100.000 ferðirnar so nógvan virus í blóðinum fyri at koma upp á somu sannlíkindi.

[object Object]

Granskararnir royndu eisini at samanbera framleiðsluna av anti-nukleokapsid mótevnum við virala byrðu yvir tíð. Teoretiskt kundi tað verið so, at um koppsett fólk bardu virusin av sær kvikligari, so kundu tey havt færri mótevni. Men tað øvuta vísti seg - tað var koppsetingin sjálv, ikki hvussu leingi sjúkan vardi, sum gjørdi munin.

“Sannlíka frágreiðingin upp á hetta er at koppsetingin elvir til eina minking av serokonversión [framleiðsla av mótevnum],” skrivaðu granskararnir.

Kanningin bendir sostatt á, at tað eru mRNA koppsetingarnar sjálvar, og ikki minkingin í viralari byrðu, sum mátti verið, ið tálma kroppinum at menna anti-nukleokapsid mótevni.

Vit vita ikki enn nágreiniliga hvønn týdning mangul uppá hesi mótevni hevur í longdini.

Men tað eru ábendingar um at mótevnini móti nukleokapsidinum spæla ein umráðandi leiklut í okkara immunverju seinni.

Og speikproteinið á virusinum muterar skjótt, sum kann hava við sær, at mótevni móti tí gerast óbrúkilig í longdini. Speikið á Omicron er t.d. munandi øðrvísi enn tað á eldri variantum. Nukleokapsid proteinið muterar nógv seinni.

At fáa lýst allar hesar spurningar og finna útav, hvønn, um nakran, skaða tað ger, at kroppurin verður tálmaður at framleiða anti-nukleokapsid mótevni, fer at krevja skipaða gransking. Men tað er júst hetta slagið av gransking - gransking, sum kann avdúka óheppin ella skaðilig langtíðar árin av koppseting - sum bæði myndugleikar og onnur skáka sær undan.

Til vit hava fingið greiðu á hesum viðurskiftum kunnu vit allarhelst rokna við fleiri søgum sum hesari:

[object Object]

(Myndin: Hvussu ofta kanst tú verða smittaður við koronukríminum?

Spjaðingin av omikronvariantinum hevur givið vísindafólki eitt ørkymlandi svar: ferð eftir ferð, stundum innanfyri mánaðir.)

Rokna við at slíkar greinar skáka sær undan einum av teimum týðandi spurningunum í øllum hesum: Vóru tað eisini ókoppsett, sum blivu smittað umaftur og umaftur, ella einans tey koppsettu?

Keldur:

Medrxiv - Anti-nucleocapsid antibodies following SARS-CoV-2 infection in the blinded phase of the mRNA-1273 Covid-19 vaccine efficacy clinical trial

Unreported truths - URGENT: The most powerful evidence yet that mRNA vaccines hurt long-term immunity to Covid after infection

Israel National News - COVID vaccines may impair long-term immunity to the virus

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald