Sí áhugaverda og upplýsandi samrøðu omanfyri, har Stabell-Benn greiðir frá sínum granskingararbeiði generelt, umframt úrslitunum av júst hesari nýggju granskingini, og hvørjar møguligar víðari avleiðingar, hesi úrslitini kunnu hava fyri okkara nýtslu av koppseting í framtíðini.
Bjarga kovidkoppsetingarnar mannalívum? Og fái eg samanlagt betri heilsu, um eg taki hendan ella handan kovid-heiligvágin? Tað eru spurningar, sum mong seta sær sjálvum, og sum hava elvt til heitt kjak um allan heim.
Ein nýggj granskingarverkætlan við kenda danska granskaranum og professaranum, Christine Stabell-Benn, á odda, bendir á eitt meira ymisktháttað svar, enn mong høvdu væntað. Í randomiseraðu kanningunum av kovidkoppsetingunum, vístu adenovirusvector-koppsetingarnar, hetta er tann flokkurin av koppingarevni, sum AstraZeneca, Johnson & Johnson og Sputnik hoyra uppí, seg at lækka deyðiligheitina av øllum orsøkum millum kanningarluttakararnar, í mun til tey, sum tilvildarliga vóru vald út at fáa plasebo. Lækkingin í deyðiligheit frá hesum flokkinum er enntá størri, enn hvat roknast kundi við, um tað bara var sjúkan frá koronu, sum koppingin vardi ímóti. Hetta bendir á tað, sum á enskum kallast “non-specific effects”, vit kunnu kanska kalla tað ó-nágreiniligir virknaðir, tvs at koppsetingin verjir ímóti øðrum infektiónum ella hóttanum móti heilsuni, sum ikki eru partur av tí, koppingin er gjørd til at verja ímóti, umframt verju móti kovid.
Og hinvegin sóu Stabell-Benn og hennara starvsfelagar ongi sannførandi prógv í kanningardátunum um at mRNA koppsetingarnar (hetta er flokkurin við Pfizer og Moderna) minkaðu um deyða-av-øllum-orsøkum. Tølini av andlátum vegna aðrar orsøkir, herundir vegna hjarta- og æðrasjúkur, sær út til at vaksa í hesum bólkinum, og lækkar tískil samlaða gagnið, sum mátti verið vegna verju móti kovid. Stabell-Benn leggur dent á, at luttakaratalið er lutfalsliga lágt, og mælir til nærri kanningar, og ger harafturat vart við ta sannroynd, at kanningin fór fram ímeðan tað var lutfalsliga lágt smittutrýst í samfelagnum, soleiðis at lutfalsligi fyrimunurin av at vera koppsettur hevur verið minni, enn aðrar tíðir undir alheims-farsóttini.
Tað sagt, so standa hesi fyribils úrslitini í skarari andsøgn við eintýddu boðini, vit fingu frá heilsumyndugleikum og myndugleikum annars um allan heim, sum góvu koppingarevnunum neyðgóðkenningar. Hesar neyðgóðkenningar bygdu á kanningarúrslit frá framleiðarunum sjálvum, sum søgdu at koppsetingarnar lækkaðu sannlíkindini fyri at fáa “sympotomatiskt kovid”, also krúnukrím við sjúkueyðkennum.
“Frá einum reint vísindaligum sjónarhorni er tað áhugavert at hava tað sum mál fyri eini kanning, at vilja forða symptomatiskari sjúku. Tí frá einum fólkaheilsusjónarhorni er tað ikki eins umráðandi at forða fyri symptomatiskari sjúku, sum tað er at forða fyri deyða og víðarispjaðing av sjúkuni, sum randomiseraðu kanningarnar ikki kannaðu fyri.” Sigur Dr. Prof. Jay Bhattacharya í viðmerkjandi grein á Unheard.
Dr. Stabell Benn og starvsfelagar hennara hava nú hugt nærri at samlaða deyðstíttleikanum fyri fyrstu ferð.
Víðari skrivar Bhattacharya:
“Sum tað allar minsta, so er ein beinleiðis niðurstøða (eftirsum bæði sløgini av koppingarevnum eru tøk) at heilsumyndugleikarnir heldur skuldu havt viðmælt tær bíligaru adenovector koppsetingarnar heldur enn mRNA koppsetingarnar fyri størsta partin av móttakarunum.
Við øðrum orðum sær tað út til, at altjóða stigið, sum var tikið fyri at frátaka AstraZeneca sítt loyvi í Europa og aðrastaðni, kann hava verið eitt misstak, og at AZ í roynd var eitt betri boð enn Pfizer ella Moderna koppsetingarnar.
Tað kann verða ein partur av frágreiðingini, hví Stóra Bretland (sum í nógv stórstan mun nýtti AZ) fekk betri samlað útfall viðv. andlátum, enn stórur partur av europeiska meginlandinum (sum stigvíst tók AZ av) eftir koppsetingarætlanina í seinnu helvt av 2021.”
Síðani granskingin hjá Stabell-Benn kom út alment sum pre-print hevur hon fingið sera lítla rúmd í miðlunum. Sum Dr. Stabell-Benn sigur við Freddie Sayers í samrøðuni við hann á UnHerd, sum sæst omanfyri, er hon vorðin von við tøgn.
“Eg havi verið í hesum nú í næstan tríati ár, har eg havi granskað koppseting og havi funnið hesar ó-nágreiniligu virknaðirnar, sum nógv kjak hevur staðist av. Har eru sterkar kreftir har úti, sum ikki ordiliga vilja hoyra um tað. Men fyri meg er hetta góð tíðindi. Tað merkir at vit kunnu optimera nýtsluna av koppsetingum til ikki einans at verja væl ímóti sjúkuni, vit koppseta ímóti, men eisini brúka tær til at bøta um heilsuna sum heild.”
Móttøkan
Prof. Bhattacharya skrivar víðari:
“Fyri eina kanning við slíkum fylgi-niðurstøðum, eru ummæli frá óheftum serfrøðingum sera umráðandi. Fyrr vóru slíkar javnlíkametingar framdar anonymt handan afturlatnar dyr á eini vísindaligum tíðarriti, har ein einstakur redaktørur ella vararedaktørur virkaði sum einsamallur úrskurðardómari. Av tí at so fá fólk eru við í javnlíkametingini, so eru væl kendir skeivleikar (bias) og seinkingar vanligt, so tað kann taka langa tíð (mánaðir ella meira). Tað, sum verri er, er at almenningurin ongantíð hevur havt atgongd til hesar gjøllu gjøgnumgondir, og mátti tískil taka úrslitið sum eitt trúarorð, at ein javnlíkamett og útgivin grein, kom við nágreiniligum og røttum niðurstøðum.
Ein betri máti at gera vísindaligar metingar av summum umráðandi greinum hevur tikið seg upp undir alheimsfarsóttini - opin javnlíkameting, har almenningurin kann síggja kjakið og samrøðuna millum ymsu vísindaligu serfrøðingarnar. Hóast danska toymið gav greinina út tíðliga í apríl, var tað eitt online ummæli við heimskenda epidemiologinum og serfrøðinginum í koppsetingartrygd, Martin Kulldorff, sum kveikti kjak millum vísindafólk um kanningina.
Í sínari meting vísti Kulldorff á greiðu avleiðingarnar av úrslitunum av donsku granskingini. Tá bæði mRNA og adenovector koppsetingar eru tøkar, so er betri at nýta koppsetingina við góðum randomiseraðum próvtilfari um minking av deyða-av-øllum-orsøkum, heldur enn at velja eina koppseting, har vit ikki út frá bestu granskingini kunnu siga, hvørt hon lækkar deyðiligheitina. Kulldorff mælir til nýggjar randomiseraðar royndir við mRNA koppingarevnunum fyri at staðfesta, um tær kunnu kappast við adenovirusvectorkoppingarnar - sum tað altíð eigur at vera gjørt í læknaverðini, tá tú hevur eina viðgerð, og ein onnur viðgerð vil prógva at hon er eins góð ella betri. Kulldorff helt eisini, at tað var óhóskandi at krevja fólk eftir at koppseta seg við eini koppseting, sum randomiseraðar kanningar vísa eitt null-úrslit í samband við deyðiligheit.
Opna javnlíkametingin hjá Kulldorff elvdi til kjak millum vísindafólk viðvíkjandi møguleikanum at gera randomiseraðar kanningar, har ymsar koppsetingar verða bornar saman. Deyðstíttleiki frá kovid er - m.a. vegna høgan immunitet í fólkinum, sum hava verið sjúk - lágur, so tað er neyðugt við einum stórum bólki fyri at staðfesta munin. Hvørt ein slík kanning er gjørlig, er ein opin spurningur, eins og spurningurin, hvussu umráðandi ein slík kanning er. Hetta slagið av uppbyggiligum kjaki gongur fyri seg alla tíðina í vísindunum.
Tó so, summi vísindafólk – harímillum null-kovid-talsmaðurin Deepti Guradsani – tóku metingargreinina hjá Kulldorff illa upp og fóru at hunddálka mannin og koma við følskum ákærum um at hann spjaddi misskunning um koppsetingar, umframt tær vanligu ákærurnar um at vera í sambandi við høgraveingin. Enntá Jeremy Farrar, leiðarin á Wellcome Trust og ein av arkitektunum handan kovidhandfaringina í Bretlandi, fór uppí kórið við at breiða slíka dálking víðari á sínum twitter-rensli.
Kulldorff er ein høgt virdur koppsetingargranskari, sum hevur givið sínar erligu meiningar til kennar viðv. kovidkoppsetingunum, eisini tá tær hava gingið ímóti ráðandi frásøgnini. Í mars 2021 misti hann sína støðu sum ráðgevi hjá amerikanska CDC tí hann mælti ímóti at steðga Johnson & Johnson koppsetingini til eldri fólk – hetta var nakað, sum oyðilegði eftirspurningin eftir adenoviruvectorkoppsetingum í USA. Hann er tann einasti, eg kenni, sum CDC hevur koyrt úr starvi fyri at vera ov heitur talsmaður fyri koppsetingum.
Tá vísindafólk spilla høgt vird koppsetingarvísindafólk út, so skaðar tað álitið á koppsetingar. Vísindafólk skulu eggjast til at meta um og samanbera styrkir og veikleikar við ymiskum koppingarevnum, og hava frælsi at viðmæla eina koppseting fram um aðra. At Farrar ber lygnir víðari er serliga óheppi, tí tað sendir eitt signal til vísindafólk, sum kanska hava áhuga í at fáa granskingarpengar frá The Wellcome Trust, at tey helst ikki skulu siga sínar erligu hugsanir um donsku granskingina ella koppseting sum heild.
Her er nógv upp á spæl í kjakinum um hesa granskingina. Sjálvandi, fyri fólk sum heild, er spurningurin um, hvør kovidkoppseting er best fyri tey, bókstaviliga ein lív-ella-deyð spurningur. Fyri vísindafólk stendur møguleikin at luttaka erliga í opnum vísindaligum kjaki um heit og umstrídd evni, uttan at skula blíva hunddálkaður og ærumeiddur av øðrum vísindafólkum, upp á spæl. Um vísindafólk missa møguleikan at grundgeva alment fyri sínum sjónarmiðum um slíka slóðbrótandi gransking, sum hesa donsku kanningina, so fara læknar ikki at hava nakað trygt grundarlag at taka støði í, tá ið teir skulu ráðgeva sínum sjúklingum um hetta evni og mangt annað. Og almenningurin fer ikki at hava nakra orsøk til at líta á læknar og vísindafólk.”
Hendan greinin er í størstan mun bygd á grein á Unherd. Les upprunagreinina hjá Prof. Bhattacharya her: Study into mRNA vaccine death rates sends ‘danger signals’
Sí eisini hendan frálíka fyrilesturin hjá Stabell-Benn um hennara gransking við ó-nágreiniligum virknaðum frá koppseting og hvussu koppsetingar kunnu venja immunverjuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald