Uttanlands

Fyrrverandi stjóri í Skynews og ITV sigur, at miðlarnir gjørdust heppikór hjá myndugleikunum

“Ávaring frá miðlaeftirlitinum skapti eitt fjølmiðlaumhvørvi, sum leiddi til størsta álop á talufrælsi og fólkaræði, sum eg havi vitað um í mínari lívstíð.”

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-03-25 12:04 Author image
Jón Tyril

 Orðini eigur fyrrverandi stjóri á Sky News og ITV News, Mark Sharman, har hann umtalar eina ávaring, sum bretska fjølmiðaeftirlitið, Ofcom, kom við, at “ikki seta spurningar við almennu kósina, sum myndugleikarnir høvdu stungið út í kortið” (‘not question the official Government line’) í sambandi við kovidfarsóttina.

Eg havi griflað ein grovan samandrátt av samrøðuni niðanfyri:

Sambært Ofcom kundu fjølmiðlar hava onnur sjónarmið umboðað, men skuldu bróta av, um “misskunning ella vandamikil ella skaðilig kunning”, bleiv borin fram.

“Hendan ávaring ávirkaði øll, sum sendu tíðindi, og sanniliga stóru tíðindamiðlarnar”, sambært Sharman.

“Tað sum verri er, er at tað skapti eitt umhvørvi, sum er leiðir til stórsta álop á talufrælsi og fólkaræði, sum eg veit um í mínari lívstíð. Eg havi ongantíð sæð eina slíka ávaring frá fjølmiðlamyndugleikunum. Eg havi ongantíð sæð fjølmiðlarnar draga somu línu á henda hátt, og heldur enn at seta spurningar við myndugleikarnar, so gjørdust fjølmiðlarnir heppikór hjá stjórnini.”

Spurdur hvussu tað ber til, at BBC, Sky News og allir hesir tíðindaberarnir gjørdust heppikór, og um teirra fyrsta uppgáva ikki er at seta spurningar við makthavararnar í samband við niðurlæsingar og alt hetta, svarar Sharman, at jú, tað er fyrsta og fremsta uppgávan at seta spurningar. Vit hava lært, at vit skulu lata fleiri síður av eini søk koma fram og síðani lata hyggjaran taka støðu. Men tað er púra greitt, at allan vegin gjøgnum farsóttina, var bara ein síða av søkini lýst. Og fjølmiðlarnir - sjónvarp og bløðini - tóku við gleði undir við og spjaddu hendan óttan, sum bólkurin av atferðar-sálarfrøðingum, ið arbeiddi fyri stjórnina, hevði skapt. Fjølmiðlarnir endaðu veruliga sum teir, ið spjaddu ræðslu og ótta. Teir fullu fyri propagandanum, og tað er sera vandamikið.

Sharman vísir víðari á, at tað er neyðugt at hyggja longur enn til Ofcom og Bretlands, tí hetta fór fram um allan heimin á júst sama hátt. Og paralelt við gomlu miðlunum, so hevði tú eisini nýggju miðlarnar, tøknirisarnar við teirra sosialu miðlum, sum sensureraðu alt.

Her kemur verturin inn og greiðir frá at tøknirisarnir vóru sera strangir beinanvegin. T.d. hevði hann sjálvur nevnt ástøðið, um at virusurin kundi vera likin úr eini starvsstovu í Wuhan, men fekk við tað sama “misskunning” spjaldur sett á sínar postar, og fjømiðlarnir, sum ein slíkur arbeiddi fyri, blivu ávariaðir um at komu tríggjar slíkar “falskar” søgur út, so bleiv fjølmiðilin tikin av sosiala miðlinum so sum Youtube ella Twitter. Tí hevði hetta eisini fíggjarligar avleiðingar. Eingin fjølmiðil vil missa sínar pallar á sosialu miðlunum.

Hetta var ikki bara galdandi fyri fjølmiðlar, men eisini fyri einstaklingar, kemur Sharmarn inn aftur. Sensururin, spjaldrini og ávaringarnar raktu øll. Bara tú brúkti ávís orð, so kundi tú blíva bannaður á sosialu miðlunum. Tað sær út til at vera ein heimsumfatandi frásøgn, sum fjølmiðlar og tøknirisarnir um alla verðina hava fylgt, og øll, sum hava tosað ímóti, blivu sensurerað. Millum tøknifyritøkurnar var tað við at steingja og sensurera, meðan í okkara miðlum (sjónvarpi) var tað fyri tað mesta við at ignorera hina síðina av søguni. Eg kenni persónliga journalistar sum royndu at fáa aðrar vinklar og søgur út, fyri at skapa eina javnvág, men tey sluppu ikki.

Eingin, sum ikki segði røttu søguna, slapp framat. Vísindafólk, journalistar, einstaklingar. Eisini høgt standandi leiðandi fólk á sínum øki, sum t.d. Sunetra Gupta (professari í epidemiologi á Oxford), tey vóru sett á svartalista og fingu spjaldur á seg sum misskunning, falskunning, samansvørjingarástøðingar. Tað er so lætt at avvísa onkran tú ert ósamdur við, um tú bara sigur, at viðkomandi er ein samansvørjingarástøðingur, sigur Sharman víðari.

Men hvat var tað sum fekk BBC, Sky, ITV og hini at fylgja hesari frásøgnini, spyr verturin. Vóru tað hyggjaratølini; at óttin seldi so væl; at hesir journalistarnir høvdu meira vald, enn teir nakrantíð høvdu havt fyrr? Vit vóru øll læst inni heima í stovunum, og ótu hvørt orð av kovidpanikki, sum kom út. Blivu tíðindafólkini bundin at valdinum, hyggjaratølunum osfr. ella var tað okkurt enn meira ófrættakent aftanfyri, spyr verturin.

Til tað svarar Sharman - eg haldi at í byrjanini hildu vit øll, at farsóttin var verri, enn hon vísti seg at vera. At haldi at í byrjanini hildu teir seg gera tað rætta fyri landið. Men at tað er seinni, at fjølmiðlarnir hava svikið okkum. Hví skuldi tú ikki spurt spurningar, um at stjórnin ger eina loyniliga avtalu við Pfizer, sum gav medisinframleiðaranum órin, so hann ikki kann saksøkjast fyri nakran skaða? Hvussu ber tað til? Og hvussu ber tað til, at Pfizer og FDA royndu at goyma síni skjøl í 75 ár? Hetta eru illgrunaverd viðurskifti, sum fjølmiðlarnir eiga at spyrja um. Og nú síggja vit, eftir at nøkur av hesum skjølum eru komin út, at í klinisku kanningunum vísa koppingarevnini seg at vera alt annað enn trygg og munadygg, og at kanningarnar í besta føri eru vánaligar og í ringasta føri fals.

Heldur tú, spyr verturin, at miðlarnir vóru við í einum slag av eini tjóðarfrásøgn - øll vóru læst niður, stjórnin sigur at einasti mátin úr hesum er við koppseting, og so tóku fjølmiðlarnir tað á seg, at fáa fólk at koppseta seg og at kenna seg trygg við koppsetingarnar?

Ja, svarar Sharman, í byrjanini, haldi eg tað var so, men vit mugu ikki gloyma, at stjórnin brúkti 500 milliónir pund í lýsingum, serliga í bløðunum, sum helt tey á lívi. Men tú noyðist eisini at hyggja eftir ognarviðurskiftum. Og tað er her, at vit fara at fáa samansvørjingarástøði heft á okkum, men ein sera stórur partur av heimsins miðlahúsum eru partvís ogn hjá nøkrum fáum risaíløgufeløgum sum Blackrock og Vanguard. Eins og Bill Gates Foundation koyrir sera nógvar pengar í miðlarnar - harímillum hjálparfelagskapin hjá BBC. Eins og átakið fyri álítandi tíðindi (Trusted News Initiative) hjá BBC er eitt samstarv ímillum BBC og stóru tøknifeløgini, og er eisini fíggjað av Black Rock, Vanguard og Bill Gates Foundation. Samstundis eiga Blackrock og Vanguard uml 35 milliardir pund í partabrøvum í Pfizer. So ognarsamband er her. Um hetta sambandið er so, at boð eru komin úr erva í hesum feløgum, tað veit eg ikki. Men tað er óheppi, at somu feløg, sum eiga fjølmiðlarnar, fíggja so stóran part av vísindunum. Og at somu eigararnir eiga feløgini, sum framleiða heiligvágin.

Og er tað kanska tí, at tað ikki er so áhugavert hjá miðlunum at fara í dýpdina við møguligum skaðum av koppsetingini, at hyggja nærri uppá vandan við hjartabruna fyri ungar menn t.d. Er tað tí at stóru miðlarnir hava hildið seg frá hesum søgunum, spyr verturin.

Sharman svarar, at skaðar av koppseting og virknaðurin av koppseting, er mítt størsta trøll. Tí framvegis vilja fólk ikki góðtaka, hvussu mong fólk hava fingið skaða ella eru deyð av koppseting. Eg kenni til tað, tí eg havi fingið so nógvar emailar frá fólki og eg havi interviewað so mong fólk, og tað er hjartaskerandi. Og eitt annað sum er hjartaskerandi, er at læknarnir vilja ikki góðtaka at hetta kann vera skaðar av koppsetingini. Mong av hesum fólkunum hava dupulta líðing av hesum. 

Verturin rundar av við at siga, at “tú skuldi trúð, at tú fekst hesi fólk at síggja í miðlunum, men tað gert tú ikki.” 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald