2023-03-24 22:40
Orsøkin til broytingarnar er lutvíst fíggjarlig og lutvíst praktisk.
Tað er í løtuni ov lítið av inntøkum í virkseminum til at eg kann halga meg til arbeiðið við Hinvegin fulla tíð. Tískil havi eg arbeitt á einum framleiðsluvirki síðani 1. januar, soleiðis at vit sum familja kunnu svara okkara skyldum.
Av tí at tað hevur verið rættiliga nógv arbeiði - eisin iyvirarbeiði, náttararbeiði og vikuskiftisarbeiði - samstundis, sum eg havi roynt, ikki bara at halda Hinvegin á sama støði, men eisini styrkja og vaksa um tað, so havi eg nýtt alt ov nógva tíð til arbeiði, og alt ov lítið til annað.
Og tað gongur ikki í longdini.
Samstundis haldi eg, at Hinvegin er alt ov virðismikið til at leggja niður.
Tískil havi eg tikið avgerð um at halda fast í tað, sum er mest yvirkomiligt at framleiða, og skalera niður upp á tað, sum krevur mest tíð og orku.
Tað merkir, at eg fari at minka um tað at skriva, umseta, ritstjórna og leggja út greinar, og gera vikuligu samanumtøkuna, sum byggir á hesar greinar. Ístaðin verður tað næstu tíðina meira sporadiskt við greinum og videoum, so sum tað passar seg. Onkur grein av og á, okkurt video av og á, men ikki greinar dagliga og tíðindadagføringar fasta tíð hvønn fríggjadag. Tó, sum sagt, verður hildið fast í at KVÖKINGIN kemur út regluliga annan hvønn mikudag.
Hetta er so støðan nú.
Í fyrstu atløgu í nakrar vikur.
Arbeiðið hjá mær er sesongarbeiði, og tað fer at fjarða fyrr ella seinni, hóast sesongin er drúgvari í ár enn undanfarin ár. Men tá ið tað arbeiðið fjarðar, so fari eg sum tað fyrsta at brúka tíð og orku uppá at fáa lagt hinvegin í eina legu, sum er bæði arbeiðsliga, praktiskt og fíggjarliga haldfør og burðardygg. Tað merkir púra sikkurt at draga fleiri fólk við í arbeiði, bæði redaktionelt og á annan hátt.
Nú havi eg so meira enn eitt ár av royndum, og tískil hampuliga hylling av, hvat krevst, hvat riggar og ikki osfr. Og vit hava ein plattform, sum eftir mínum tykki hevur ein týðandi leiklut at spæla framhaldandi og nógv potentiali fyri menning.
TIl seinast vil eg takka øllum okkara trúgvu og góðu stuðlum og øllum tykkum, sum hava lisið, lurtað og hugt.
Vit koyra á víðari, blussið verður nakað lægri í nakrar vikur í fyrstu syftu. Síðani verður støða tikin til, hvussu vit skipa arbeiðið frameftir.
Nærri kunning um alt hetta nakrar vikur.
- Jón
Nærri kunning um alt hetta nakrar vikur.
- Jón
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald