Kanningin snúði seg um, hvørt nýtsla av munnbindum minkar um deyðstíttleikan av kovid (tí minni av viralum tilfari verður sent út) ella um nýtslan av munnbindi veksur um títtleikan. Ljóðar tað ólogiskt, at tað kann vaksa um títtleikan? So spyr teg sjálvan, um tú hevði tímað at gingið við munnbindinum hjá einum kovidsjúklingi. Tað hevði tú helst ikki, tí annars hevði tú blivið smittaður av at anda virusarnar inn, sum tann sjúki hevði andað inn í munnbindi.
Kanningin hjá Fögen, sum byggir á data úr amerikanska statinum Kansas gevur svarið: Deyðstíttleikin (case mortality) var signifikant lægri í teimum fylkjum (county), sum ikki høvdu krøv um at bera munnbind. Maskukrøv øktu um deyðstíttleikan har við 85%. Eisini eftir at minkaða talið av tilborðum vegna munnbindini verður havt í huga, tølini eru framvegis 52% hægri. Meira enn 95% av hesum kann einans stava frá kovid19, so tað er ikki CO2, bakteriur ella soppur undir munnbindinum.
Orsøkin til hesa øking er tað sum eg kalli Foegen effektin: djúp endur-innanding av samantrongdum (condensed) smádropum ella reinum virionum, sum vóru fangað í munnbindinum, kunnu gera sjúkuútlitini verri. Hvørt eitt av hesum stigum er skjalfest í litteraturinum.
Hendan effektin er nú enntá ávíst í djórum. Framhaldandi og nærri kanningar millum fólk, har munnbind mótvegis hjálmi ella næsarøri (nasal tube) verða brúkt, vísa somu úrslit.
Tvær aðrar, enn størri eftirmetingar vísa somu effekt á deyðstíttleikan. Ein javnlíkamett kanning í tíðarritinum Cureus vísir, at einki samband er millum hvussu røsk fólk eru at ganga við munnbindi, og hvussu nógvir tilburðir vóru í Europa, men at har er statistiskt signifikant samband ímillum hvussu røsk fólk eru at ganga í munnbini, og meira deyða.
Ein javnlíkamett kanning eftir Adjodah et. al. útgreinar virknaðin, sum maskukrøv hava á talið av tilburðum og deyðsføllum í USA á einum áðrenn-og-aftaná-støði (pre-post-basis). Kanningin kemur til, at har sum maskukrøvini verða slept, fara tilburðirnir upp, men deyðstølini vera verandi í stað. Sum í veruleikanum merkir, at tað at sleppa maskukrøvunum, lækkar deyðstíttleikan. Og umvent merkir ein fremjan av maskukrøvum, at deyðstíttleikin fer upp.
Kanningin er opin og atkomulig, tú kanst finna hana her – PDF-útgávan (sum fæst umvegis download-knøttin í vinstra bredda).
Kelda: Daily Sceptic - The Foegen Effect: Why Face Masks Increase the Death Rate of COVID-19
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald