Vanliga, tá ið tosað verður um virkna deyðahjálp, stundum eisini nevnt miskunnardráp og á donskum 'aktiv dødshjælp', so síggja vit gomul og álvarsliga sjúk fólk fyri okkum. Fólk, sum longu eru deyðanum nær, og har ongin vón er longur. Endamálið við virknari deyðahjálp, verður sagt, er varisliga og virðiliga at skunda undir eina tilgongd, sum frammanundan er fyrilagað. Tey fara at doyggja kortini; so lat tey doyggja við virðing.
Men, so hvørt sum lond kring heimin hava sett lógir um virkna deyðahjálp í gildi, so hevur ein annar veruleiki gjørt seg meira og meira galdandi. Gongdin hevur verið, at krøvini, sum skulu lúkast í samband við virkna deyðahjálp, gerast alsamt linari. Tað økist nú alsamt við fólki, sum ynskja sær virkna hjálp at doyggja, men sum í aðrar mátar als ikki líkjast áðurnevnda málbólki: tey eru ikki deyðasjúk, men bara troytt av lívinum. Tað er ikki tað, at eingin viðgerð er fyri tey. Deyðin tykist bara lagaligari, alt annað líka. Fleiri teirra eru ung.
Kanada er eitt slíkt land.
Fyri nøkrum vikum síðani kom søgan um Amir Farsoud fram. Amir Farsoud er 54 ára gamal og býr í St. Catherines, nær við Toronto. Hann stríðist við kroniska pínu eftir ein ryggskaða. Og nú hevur hann søkt um virkna deyðahjálp. Men ikki vegna ryggjapínuna. Hann søkti, tí hann var í vanda fyri at missa bústaðin, tað almenna hevur veitt honum. Og tað hevði merkt, at hann gjørdist heimleysur.
“Eg ynski ikki at doyggja, men mítt ynski, ikki at vera heimleysur, er uppaftur størri, enn mítt ynski ikki at doyggja,” greiddi Amir Farsoud frá í CityNews Toronto.
Eftir at tíðindini um Farsoud bórust, fóru fólk at savna pening inn til hansara, og hann broytti meining. Sí hansara søgu her:
Tað var í juni 2016, at virkin deyðahjálp upprunaliga varð lógarfest í Kanada. Tey stytta tað MAiD, ella “Medical Assistance in Dying”, sum merkir “læknalig hjálp at doyggja”. 2838 fólk fingu virkna hjálp at doyggja fyrsta árið, sambært eini almennari frágreiðing. Í 2021 var talið vaksið til 10064. Við øðrum orðum fingu eitt sindur meira enn 3% av øllum teimum, sum doyðu í Kanada í 2021, virkna deyðahjálp. Tey flestu teirra vóru eldri, tvs. millum 65 og 80. Men lutfallið av ungum veksur: Í 2017 vóru 34 millum 18 og 45 ára gomul. Í 2018 vaks talið til 49, í 2019 til 103, í 2020 til 118 og í 2021 vóru 139 ung ímillum 18 og 45 ár, sum fingu virkna hjálp at doyggja.
Í fjør broyttu kanadisku myndugleikarnir lógina um virkna deyðahjálp, soleiðis at einki krav longur skuldi vera um “reasonably foreseeable natural death” (RFND), tvs. at kravið um at nátúrligur deyði sannlíkt fór at henda, var tikið av. Einastu krøvini, myndugleikar seta áðrenn borgarar kunnu fáa virkna hjálp at doyggja, eru at tað, sum feilar teimum er “ótolandi” og “hjálp kann ikki finnast, sum viðkomandi tekur undir við”. Í 2021 koma 2,2% av teimum, sum doyðu, undir RFND-heitið, men mett verður, at hetta talið fer at vaksa.
Serliga tí, at í mars mánaða næsta ár er ætlanin, at enn ein lógarbroyting skal viðgerast í kanadiska tinginum. Endamálið við hesari lógini er, at “ómyndug, men búgvin” eisini fáa atgongd til virkna deyðahjálp. Tað merkir, at tannáringum ikki nýtist samtykki frá foreldrum ella verjum, fyri at verða umfataðir av lógini. Teimum nýtist ikki eingong, at siga foreldrunum frá. Sum nú er, stendur einki í lógini um hvat “búgvin” merkir.
Fleiri av teimum, sum finnast at kanadisku lóggávuni um virkna deyðahjálp, hava víst á, hvussu virkin deyðahjálp - har staturin veitir teimum “deyðatænastu”, sum eru illa fyri - gongur beint ímóti - ikki einans rættinum til lív, men øðrum mannarættindum, sum liggja sum grundarlag fyri vælferðarstatinum. Hví skal staturin halda áfram at gjalda fyri eitt nú kostnaðarmiklan heilivág, viðgerðir ella bústaðarloysnir, tá ið tað er munandi ódýrari at hjálpa hesum kostnaðarmiklu borgarum at doyggja? Og tað eru tey veikastu í samfelagnum, sum eru mest útsett: Tey, sum bera brek, tey sálarsjúku, tey fátøku, og í Kanada, upprunafólk, sum frammanundan hava høg sjálvmorðstøl.
Christine Gauthier er veteranur í kanadiska herinum. Í 1989 gjørdist hon lamin eftir ryggskaða og situr í koyristóli. Hóast hetta er hon virkin og í 2016 luttók hon í paralympisku leikunum í Rio de Janeiro. Men herfyri greiddi Christine Gauthier eini almennari kanningarnevnd frá, hvussu hon, tá ið hon søkti um eina lyft til sín bústað, ístaðin fekk tilboð um virkna deyðahjálp.
“Eg havi eitt bræv her, sum sigur, at um tú so fegin vilt hava hjálp, so kunnu vit bjóða tær MAID, læknaliga hjálp at doyggja.”
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald