Uttanlands

Finnland keypir framvegis gass úr Russlandi

Gassfelagið hjá finska statinum, Gasum, hevur keypt gass fyri 1,3 mia krónur síðani februar í 2022 og fer at halda fram at keypa gass úr Russlandi í fleiri ár afturat. Talan er um langtíðaravtalur, sum ikki kunnu sigast upp á løgligan hátt uttan víðari. Hetta skrivar finski miðilin Yle

Mynd: Natalya Letunova, Unsplash.com

Mynd: Natalya Letunova, Unsplash.com

2023-03-22 17:31 Author image
Jón Tyril

Finska gassfelagið, Gasum, hevur hildið á at keypa gass úr Russlandi, eisini eftir russisku innrásina í Ukraina.

Sambært tølum frá finska tollvaldinum, sum Yle hevur fingið hendur á, hevur Gasum keypt fyri 175 milliónir eurur síðani februar í 2022, hetta svarar til 1,3 milliard í donskum krónum.

Gasum váttar fyri Yle, at felagið hevur skrivað undir ein langtíðarsáttmála við russiska felagið Gazprom um veiting av gassi, sum er galdandi í fleiri ár fram og at hesin sáttmáli var undirskrivaður áðrenn 2022.

Gasum vísti á, at felagið hevur einki løgligt grundarlag at siga sáttmálan upp.

Í august í 2022 segði finski ráðharrin fyri Europamál, at keyp av russiskum gassi skuldi steðga.

ES hevur ikki bannað sølu av russiskum gassi, hóast summi av limalondunum hava tikið stig fyri at flyta seg frá russiskum orkuveitingum.

“Síðani byrjanina av krígnum hevur Gasum einans innflut minst møguligu mongdina av gassi úr Russlandi, so sum sáttmálin fyriskrivar. Vit hava ikki biðið um meira og ætla heldur ikki at gera tað í framtíðini”, sigur felagið við Yle.

Kelda: Yle - Finland still purchasing gas from Russia

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald