Uttanlands

ES er bundið at russiskum LNG-gassi og rindar milliardir fyri at halda veitingarnar gangandi

Kostnaðurin at innflyta LNG er methøgur. Í mun til olju, so verður neyvan nakað bann sett í verk móti flótandi gassinum úr Russlandi, skrivar Bloomberg í dag, 30. november

2022-11-30 14:15 Author image
Jón Tyril

Europeiska Samveldið (ES) hevur minkað um sítt bundni av russiskari orku í ár við m.a. at banna innflutningi av koli, og í løtuni eru londini við at gera seg til reiðar til eitt handilsbann á olju eisini. Men ein vøru gongur sum ongantíð fyrr, og tað er ikki sannlíkt, at hon stendur fyri nøkrum ES stongsli enn á sinni. Talan er um flótandi natúrgass (Liquefied natural gas) eisini nevnt LNG.

Flótandi natúrgass innflutningurin úr Russlandi er vaksin áleið 40% í ár, samstundis sum keyparar stríðast fyri at seta okkurt ístaðin fyri rørleidningsgassið, ið er nógv minkað. Hetta er ein herskin biti at svølgja fyri mong av londunum í samveldinum, sum hava sett hørð tiltøk í verk til tess at svølta Kreml fyri pengar at kríggjast í Ukraina fyri. ES hevur brúkt áleið 93 mia krónur (12,5 mia eurur)  upp á russiskt LNG frá januar til september - fimm ferðir meira enn árið framanundan.

Undan innrásina í Ukraina í februar, var gass í rørleiðingum úr Russlandi størsta keldan til gass í samveldinum. Eftir at Kreml hevur skorið niður upp á veitingarnar tann vegin (og Nord Stream 1 og 2 vórðu kvettar), hevur ES verið noytt at innflyta meira LNG - úr Russlandi og aðrastaðni úr heiminum, sum USA og Katar - til tess at kunna hava ljósini tendrað, hitan frá, og fylla upp gassgoymslurnar til veturin.

“Russiskt LNG noyðist at halda á at floyma,” segði Anne-Sophie Corbeau, granskari við Columbia University Center on Global Energy Policy við Bloomberg. “Vit hava tørv á tí fyri at halda alheims LNG-javnvágina: marknaðurin er longu nóg spentur, sum er. Eg haldi flestu lond í europa venda blinda eygað til hetta við gleði.”

ES brúkti €12.5 milliardir (93 mia kr) til at keypa russiskt LNG frá januar til september.

[object Object]

Havandi í huga skortandi útboðið á heimsmarknaðinum og útlitini fyri enn spentari marknaði næsta ár, so hevur eitt fullkomið handilsbann móti russiskum gassi ongantíð veruliga verið umhugsað. Kortini hevur ES arbeitt við at finna alternativar veitarar.

Einki handilsbann

“Vit hava ongantíð kunngjørt nakra roynd at banna russiskum gassi, og tað er ikki broytt,” segði Eric Mamer, ovasti talsmaður fyri Europakommissiónina hin 25. november.

Flestu LNG veitingar eru læstar fastar í langtíðar-sáttmálar við seljarar, ofta stórar altjóða fyritøkur, sum í stóran mun eru leysar av eftirliti frá myndugleikunum.

Hvørja ávirkan vaksandi LNG-handilin hevur á russisku fíggjarlætlanina, er óvist. Kortini royna russisku myndugleikarnir at fáa hægri skattir av vinninginum hjá útflytarunum. Og hóast Moskva hevur sent minni av rørleidningsgassi til Europa, so hevur landið heystað yvirskot frá grátiliga høgu marknaðarprísunum á orku.

Sum støðan er nú hevur Europa lítið val, annað enn at halda á at keypa flótandi russiskt gass. Við brúkarunum í ringastu livikostnaðarkreppu í mannaminni og orkuprísunum á veg til himmals, er orkutrygd ovast á listanum hjá stjórnunum um alt europa.

Gassmarknaðurin verður “helst strammur til nýggjar LNG-veitingar vera tøkar, í fyrsta lagi í 2025,” segði ráðgevin Kate Dourian, frá Arab Gulf States Institute í Washington, við Bloomberg. “Tað er ivasamt um ES finnir nakra semju um strammari handilstiltøk, ið kunnu raka russiskt LNG.”

Kelda: Bloomberg - EU Is Hooked on Russia LNG and Paying Billions to Keep It Coming

Les eisini:

Snilt hol ger at Bretland framvegis keypir olju úr Russlandi

Wall Street Journal: “Russland svimur í pengum”

The Economist: Meðan europa stendur fyri búskaparligum hóttafalli, gongur framá hjá Russlandi

Orkukreppan kann fáa ES-búskapin at “steðga fullkomiliga”

Sveits umhugsar at revsa tey, sum hita rúmini til meira enn 19C, við fongsli í upp til 3 ár

Elon Musk: Sivilisatiónin dettur sundur uttan olju og gass

Her kemur diesel-kreppan

Russland økir virðið av orkuútflutninginum við 38% í ár

Heimsins størsti kemiski framleiðslumiðdepil, BASF í Týsklandi, kann verða noyddur at steingja vegna gassmangul

Forbes: Handilstiltøkini hjá vestanlondunum móti Russlandi raka okkum aftur í høvdið - ein heimsumfatandi orku- og matvørukreppa á veg

***

Takk fyri at tú lesur á síðuni.

Hjálp okkum at fáa meira upplýsandi tilfar út við at stuðla okkum við eini fastari flyting ella eingangs upphædd á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald