Uttanlands

The Economist: Prísloftið á olju kann elva til ógvusligar príshækkingar

Sambært bretska miðlinum The Economist kann avmarkingin av sjóvegis fluttu russisku oljuni skaka altjóða orkumarknaðin og elva til ógvusligar príshækkingar.

2022-12-07 00:37 Author image
Jón Tyril

Bretski miðilin The Economist skrivaði fríggjadagin 2. desember, at prísloftið, sum ES og G7 londini eftir 7 mánaðir við samráðingum, endiliga samdust um at seta  á russiska olju, kann elva til prísskakingar á altjóða orkumarknaðinum. ES hevur samtykt at seta eitt prísloft á 60 dollarar fyri tunnuna av sjóvegis fluttari russiskari olju.

Europeisk tryggingarfeløg og farmafeløg hava leingi havt fastatøkur á orkumarknaðinum. Heili 95% av allari ognar og skaða trygging fyri olju-tangaskip, hevur verið við teknað hjá feløgum úr Stórabretlandi og ES. Hetta sá út til at vera ein knøttur, sum vestanlondini kundu nýta, til tess at stýra søluni av sjóvegis fluttari russiskari olju á heimsmarknaðinum.

Tó so, um Russisk olja ikki kemur fram á marknaðin, so kunnu oljuprísirnir á heimsmarknaðinum hækka, og skaða vesturlendsku brúkararnar, skrivar miðilin. Tískil hevur amerikanska fíggjarmálaráðið lagt eina snilda ætlan. At lata europeisku tryggingarveitararnar halda á at bjóða sínar tænastur, treytað av, at oljan verður keypt sambært einum lægri prísi, sum vestanlondini áseta.

Alt valdast hvussu Moskva svarar aftur, skrivar Economist , sum ávarar um, at Kreml kann kuta oljuútflutningin og harvið senda prísirnar á heimsmarknaðinum á himmalferð.

“Hin óvissan er, hvussu nógv vald vestanlondini í veruleikanum hava yvir heimsins oljumarknaði,” skrivar miðilin.

Greinin ger vart við at lond sum Kina, India og Indonesia fara at vilja sleppa sær undan at vera partur av vesturlendsku handilstiltøkunum. Sambært keldum leita tey eftir alternativum tryggingarveitarum, og eftirsum at prísloftið var kunngjørt longu fyri 6 mánaðum síðani, so hava londini havt tíð til at fyrireika seg.

Greinin í The Economist endar við at siga, at veruliga valdsjavnvágin í oljumarknaðunum fer at geva seg til kennar eftir 5. desember, og ógvusligar príshækkingar eru ein møguleiki. Men royndirnar hetta árið siga okkum, at við tíðini er oljumarknaðurin betur førur at tillaga seg, enn vit vanliga geva okkum far um. Og eins og fíggjarlig handilstiltøk hava sett ferð á royndirnar at sleppa sær undan vesturlendska bankakervinum, so fer kríggið at fáa Kina, India og onnur at sleppa sær undan vesturlendska orkuinfrakervinum. Sum vápn hava handils-tiltøk og forðingar sínar avmarkingar og tíðaravmarkaða haldføri, skrivar miðilin til endans.

Kelda: The Economist - The West’s proposed price cap on Russian oil is no magic weapon

***

Takk fyri at tú lesur á síðuni.

Hjálp okkum at fáa upplýsandi tilfar út við at stuðla okkum við eini fastari flyting ella eingangs upphædd á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald