Niðurlæsingar og sosial frástøða vera sett í samband við “ørkymlandi” vøkstur í hepatitistilburðum, tað er livrabruni, millum smærri børn.
Sambært blaðnum siga embætisfólk, at hetta, at børn ikki hava verið fyri vanligum smittusjúkum í sínum “búningsárum” (formative years) vegna tiltøk móti kovid, kann vera tað, sum veitir brenni á bálið til eitt heimsumfatandi útbrot av tilburðum av deyðiligu livrasjúkuni.
Tilsamans eru 114 tilburðir av “akuttum hepatitis við ókendum uppruna” fráboðaðir í Bretlandi síðani fyrsta røðin av tilburðum gjørdist kend í Skotlandi fyri minni enn fýra vikum síðani.
Embætisfólk innan bretska heilsuverkið siga sambært blaðnum, at hesar seinastu tríggjar mánaðarnir hava tey sæð áleið sama tal av tilburðum, sum tey vanliga gera eftir einum heilum ári, harav nógv tann størsti parturin er millum børn, sum eru fimm ár og yngri.
Serfrøðingar hava fyrr gjørt vart við møgulig negativ langtiðarárin, sum niðurlæsingarnar hava á útbúgvingar umframt kropsliga- og sálarliga heilsu millum børn og ung. Tó er hetta hin mest álvarsama ítøkiliga heilsufylgjan, sum er komin undan kavi higartil.
Tey løgdu afturat, at tríggir fjórðingar av tilburðunum í Stóra Bretlandi høvdu samband við adenovirusar, sum eru virusinfektiónir, ið vanliga elva til vanligt krím/forkølilsi. Um immunverjan ikki klárar at berja virusin niður, so kann tað menna seg til hepatitis, livrabruna.
Talið av tilburðum er bara “toppurin av ísfjallinum”
Telegraph endurgevur Dr. Meera Chand - sum er leiðari fyri kanningina, sum bretski heilsutrygdarstovnurin (UK Health Security Agency) ger fyri at finna orsøkirnar til økingina í tilburðum. Hon sigur, at virusurin rakar ung børn harðast, tí niðurlæsingarnar høvdu við sær, at hesi ikki hava verið í samandi við adenovirusarnar tíðliga í lívinum.
Hetta bendi á ein “viðkvæmisfaktor - manglandi samband (við virusin) millum júst hendan aldursbólkin í teimum búnandi stigunum, sum tey eru farin ígjøgnum undir farsóttini”, segði Dr. Chand.
Dr. Chand segði víðari, at ein “leiðandi hypotesa” er at vit “helst hava ein vanligan adenovirus, sum gongur”.
Hon legði afturat: “Vit hava kanska ikki sæð so nógv til hetta tey seinastu árini. Men vit hava onkur viðvirkandi viðurskifti, sum raka ein serligan aldursbólk av ungum børnum, sum antin ger hesa infektiónina meira álvarsama, ella sum fær hana at útloysa okkurt slag av ólagi í immunverjuni (immunopathology)”
Samanlagt hava 169 børn í 12 ymiskum londum fingið diagnosuna síðani oktober, hevur Heimsheilsustovnurin WHO boðað frá.
Men livraserfrøðingar halda at hesir tilburðir møguliga bara eru “toppurin av ísfjallinum”, tí tað kann vera trupult at kenna øll sjúkueyðkennini.
17 børn hava verið noydd at fáa nýggja livur og eitt barn er deytt av sjúkuni.
Í Stóra Bretlandi er miðalaldurin hjá børnunum trý ár, tveir triðjingar av børnunum eru millum trý og fimm ár. Í Bretlandi eru 53 prosent av børnunum blivin frísk aftur.
Gongdin er ørkymlandi
Bretskir myndugleikar hava útilokað at koppsetingin móti kovid kann vera orsøkin til livrasjúkuna, tí einki av børnunum undir 10 ár var koppsett.
Einki samband var millum tilburðirnar, børnini høvdu ikki verið í samband við hvørt annað ella høvdu ferðast á sama stað ella líknandi.
Kannað verður eisini um núverandi ella undanfarin smitta við kovid kann spæla ein leiklut.
Heilsumyndugleikarnir hava ikki útilokað at onnur viðurskifti, so sum eitran ella umhvørvisviðurskifti kunnu spæla inn, men siga tó, at hetta er minni sannlíkt, tá ið havt verur í huga, at tilburðirnir eru spjaddir kring heimin.
Aikaterini Mougkou frá Europeiska sjúkufyribyrgingarstovninum, segði at gongdin var ørkymlandi.
Mynstrini síggja út til at endurspegla vaksandi talið av adenovirusi eftir at kovidavmarkingarnar vóru linkaðar, segði hon.
“Vegna sosiala frástøðu undir farsóttini vóru bert fáir tilburðir. Men tað gekk nógv smitta í byrjanini av 2022, serliga millum tey undir fimm ár.”
Professor Deirdre Kelly, sum er serfrøðingur og lækni í livrasjúkum millum børn á kvinnu- og barnasjúkrahúsinum í Birmingham, segði við The Telegraph: “Eg haldi at tað vit hava sæð, kann vera toppurin av ísfjallinum, tí uttan so at børnini eru gul, so koma tey helst ikki til lækna. Hini sjúkueyðkennini eru búkpína, spýggja og leyst lív - sum ikki eru so óvanlig millum børn.”
“Tað kann vera at hetta fjarar burtur so hvørt sum børnini byggja upp sín immunitet,” segði hon. “Tað sum er ordiliga áhugavert, er um okkurt er øðrvísi við hesum børnunum, sum hava fingið tað. Tað er har íleguarbeiðið fer at koma til nyttu.”
Hepatitis verður nýtt sum heiti um bruna í livrini. Oftast sum úrslit av eini virusinfektión, men kann eisini koma av at hava verið í sambandi við ávís kemisk evni, av ovurnýtslu av alkoholi, rúsevnum og av ávísum genetiskum sjúkum.
Dr Chand segði at: “Okkara kanningar benda meira og meira á at hesin brádligi vøkstur í hepatitis millum børn hevur samband við adenovirusinfektión. Tó so kanna vit gjølla aðrar møguligar orsøkir.
Foreldur og verjar skulu vera á varðhaldi fyri teknum um hepatitis (írokna gulsótt) og seta seg í samband við lækna um tey eru stúrin. Vanligt reinføri, so sum at vaska sær væl um hendurnar og gott andaleiðsreinføri, minkar um spjaðingina av mongum vanligum smittusjúkum, eisini adenovirusum.”
Kelda: The Telegraph
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald