express.co.uk skrivar at føroyingar hava givið Moskva loyvið at fiska 75.000 tons av svartkjafti í einum serligum øki, sum verður deilt við Bretland. Men ídnaðurin hevur heitt á bretsku stjórnina at leggja trýst á føroyingar, soleiðis at “sum mest av skaða” kann gerast á “krígsmaskinuna hjá Putin við at banna hansara trolarum”, skrivar blaðið millum annað.
Blaðið endurgevur Ian Gatt, sum er formaður í reiðarafelagnum fyri pelagsika fiskiflotan í Skotlandi, sum heldur tað verða eitt stórt vónbrot, at føroyingar “hava valt at goyma seg aftanfyri eina fiskivinnuavtalu við Kreml.”
“Vit heita á stjórnina í Stóra Bretlandi at leggja trýst á føroyingar nú,” legði Gatt afturat.
Blaðið vísir á, at Stóra Bretland bannaði russiskum trolarum frá bretskum havnum longu 1. mars, bert fáar dagar eftir at kríggið brast á.
Hetta meðan russisk skip liggja við føroyskar havnir og fáa fullar tænastuveitingar, so sum bunkring, vísir blaðið á.
Express hevur tosað við nakrar føroyingar, m.a. Sjúrður Skaale, sum sigur, at Russland er ein “ræðuligur, ræðuligur statur, men hann liggur har sum hann liggur, og tað fáa vit ikki gjørt nakað við. Vit eru noydd at samstarva um nøkur viðurskifti. Tað er lætt at siga steðga øllum her og nú, men tað er ikki altíð, tað ber til.”
Sjúrður sigur eisini at vit hava eina avtalu við russar, sum er galdandi til ársenda, og at nýggjar tingingar um fiskiveiðuavtalu við Russland verða seinni í ár, og tá roknar hann við at tað verður ikki líka lætt at endurnýggja avtaluna. Men sum støðan er nú, hevur landstýrið ikki viljað sagt galdandi avtalu upp, hóast Sjúrður sjálvur heldur, at Føroyar skuldu havt sett harðari tiltøk í verk.
Blaðið hevur eisini tosað við Jógvan Steinberg, sum er skipari á Skýliskletti. Jógvan heldur at føroyingar eiga at seta strangari tiltøk í verk, tí vit eiga at hugsa um ræðuleikarnar frá krígnum, í okkara sambandi við Russland.
Jógvan sigur víðari, at øll ynskja at stuðla Ukraina, bæði í Europa og Stóra Bretlandi, og at alt Europa skuldi verið harðligari í tiltøkunum móti Russlandi, men at tað hevur ES ikki gjørt.
Jógvan sigur víðari, at tað nyttar lítið, hvat lítlu Føroyar gera, tí vit hava so lítla ávirkan. Og, leggur hann afturat, “vit eru bundin at fiski. Týskland er bundið at gassi. ES bannar tí, sum tey ikki hava tørv á. Tey banna vørum, sum tey meira ella minni kunnu liva uttan. Politiskt haldi eg tað er ein trupulleiki. Eisini í Føroyum, tað er tí at russararnir framvegis fiska her.”
Øll greinin í Express kann lesast her “Fury as Faroes let Russian vessels fish in UK waters”.
Íslendski netmiðilin Frettin.is vísir á, at Bretar sjálvir ikki eru í nær námindi við at steðga samhandlinum við Russland. T.d. innflyta teir framvegis brennievni haðani. BBC greiddi frá, at Bretland framvegis keypir olju frá Russlandi, sum síðani ætlandi skal steðga á nýggjárinum. Einki verður sagt, hvørt teir fara at gevast við at keypa kol úr Russlandi.
Eisini vísir Frettin á, at NATO lond keyptu fyri meira enn 54 milliardir dollarar av brennievni síðani russisku innrásina 24. februar og fram til 4. juni.
Keldur:
Express - “Fury as Faroes let Russian vessels fish in UK waters”
Frettin - Bretar brjálaðir út í Færeyinga yfir fiskveiðum Rússa
BBC - What are the sanctions on Russia and are they hurting its economy?
Elements - Who’s Still Buying Fossil Fuels From Russia?
_____
Hjálp okkum við arbeiðinum, at fáa gott tilfar á føroyskum út her á síðuna, við at flyta eina upphædd ella stovna eina fasta flyting á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald