Uttanlands

Bretar koma í vár og í heyst upp á ÁTTANDA prikið móti koronu

Bretskir miðlar skriva í dag, at vísindaliga ráðgevandi nevndin undir stjórnini mælir til at milliónir av bretum skulu hava fingið sítt áttanda prik áðrenn næsta vetur

Mynd: Tubagus Andri Maulana, Unsplash

Mynd: Tubagus Andri Maulana, Unsplash

2023-01-25 14:35 Author image
Jón Tyril

Enn eitt umfar av stimbursprikum móti koronu eigur at verða bjóðað út til fólk í heyst, sigur vísindaligu ráðgevandi nevndin hjá stjórnini, sokallaða JCVI nevndin.

[object Object]

Heilsuovastarnir (Health chiefs) mæltu eisini til, at tey, ið hava niðursetta immunverju, ella eru gomul, fáa eitt eyka prik í vár.

Tað merkir, um so er at ráðharrarnir gera eftir tilmælunum, at milliónir av bretum fara at hava fingið sítt áttanda prik av koppseting móti koronu áðrenn næsta vetur.

[object Object]

JCVI nevndin segði eisini, at ein neyðstøðu koppseting kann gerast neyðug um so er, at eitt nýtt frábrigdi við 'kliniskt munandi øðrvísi lívfrøðiligum eginleikum' samanborið við omikron, skuldi tikið seg upp. 


Kelda: Daily Mail - Get ready for more booster jabs! UK health chiefs crank up plans for spring AND autumn roll-outs - which will be the EIGHTH vaccine for hundreds of thousands of at-risk Brits

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald