Uttanlands

Bloomberg: Yngstu arbeiðsfólkini í Bretlandi eru ov sjúk at fara til arbeiðis

Bloomberg skrivaði beint fyri nýggjár um stóran vøkstur í sálarheilsutrupulleikum millum yngra fólkið í Bretlandi. Tøl vísa at fjórði hvør ungur í Bretlandi millum 17 og 19 ár helst líður av onkrari sálarsjúku ella ólagi. Farsóttin hevur stórliga vaksið um talið av teimum, sum stríðast við sálarheilsuna, og stórur partur av tí yngra fólkinum er ikki ført fyri at fara til arbeiðis, júst sum bretski búskapurin hevur mest brúk fyri teimum.

Mynd: Nik Shuliahin, Unsplash

Mynd: Nik Shuliahin, Unsplash

2023-01-10 06:19 Author image
Jón Tyril

Bloomberg skrivar, at mitt í vánaligu fíggjarligu útlitunum, fallandi realløn og hoknandi heilsuverki, veksur próvtilfarið, sum vísir, at ungfólkini í landinum líða undir eini langtíðar sálarheilsukreppu, sum heldur tey frá arbeiðsmarknaðinum í vaksandiofrættakendan mun.

Sambært bretsku hagstovuni, ONS, var ein vøkstur á 29% millum tey 16-24 ára gomlu, sum siga seg vera langtíðarsjúk sum grundgeving fyri at vera “búskaparliga óvirkin” (conomically inactive) og ein vøkstur á 42% jmillum tey sum eru 25-34 ár, sum siga tað sama. Hetta eru tøl fyri annan ársfjórðing í 2022 samanborið við sama tíðarskeið undan farsóttini.

[object Object]

Men hetta ávirkar ikki einans tey ungu fólkini. Stongd tengd at arbeiðinum er sambært almennum kanningum størsta orsøkin til at tey ímillum 50 og 54 ár eru óvirkin. Samanumtikið umboða sálarheilsutrupulleikar tilsamans áleið 600.000 búskaparliga óvirkin fólk í øllum aldri, sambært tølum frá ONS. Hetta er ein vøkstur upp á 10% í mun til tíðina undan farsóttini.

Havandi í huga sterka sambandið millum sálarheilsutrupulleikar og arbeiðsloysi, so hevur ein vøkstur í talinum av ungdómi við sálarheilsutrupulleikum beinleiðis fíggjarligar avleiðingar, bæði persónliga og samfelagsliga.

Hóast sálarheilsutrupulleikar millum ung vóru í vøkstri áðrenn heimsfarsóttin rakti, so er tað versnað munandi undir farsóttini.

“Tað er eingin ivi um at Kovid hevur økt um sálarheilsutrupulleikarnar í hesum aldursbólkinum,” sigur Majorie Wallece, sum er stjóri í vælgerandi felagskapinum, Sane, sum hjálpir fólki, ið hava sálarheilu trupulleikar, við miðilin.

“Tey hava verið burtur frá skúla, møguliga hava tey upplivað vánaligan hýr millum húsfólkið heima, og tey hava verið meira á sosialu miðlunum,” sigur Wallece við Bloomberg.

Tøl frá bretska heilsuverkinum vísa, at fjórða hvørt ungfólk millum 17 og 19 ár í onglandi, helst hevði eina sáarliga sjúku ella ólag í 2022, hetta er ein stórur vøkstur, tí árið fyri var tað sætti hvør.

Les alla greinina á Bloomberg her: Bloomberg - Britain’s Youngest Workers Are Too Sick to Work

Vit hava fyrr skrivað um tær avleiðingar, sum tiltøkini, ið vóru sett í gildi undir farsóttini, hava havt á sálarheilsuna og lívsútlitini hjá børnum og ungum:

Bretland: Kovid-avmarkingar hava elvt til at børn hava trupult við at samskifta og grulva

Ein frágreiðing frá Ofsted (Office for Standards in Education, Children’s Services and Skills) vísir at pinkubørn og tøtlarar í Bretlandi hava trupult við at grulva og samskifta, hava lágt sjálvsálit, umframt málsligar- og talu-trupulleikar.

“Eitt róp um hjálp”: CDC ávarar um skjótt versnandi sálarheilsu millum ung í USA

Fleiri enn 4 av hvørjum 10 amerikanskum ungum í kanning hjá CDC søgdu, at tey kendu seg “áhaldandi kedd ella vónleys”.

Og sera djúpu viðgerðina í fýra pørtum eftir professor Frijters et al, sum gongur gjølla ígjøgnum avleiðingarnar kovidtiltøkini í vesturheiminum hava havt fyri børn okkara. Fyrsti partur um hvussu álvarslig árin niðurlæsingarnar hava havt á sálarheilsuna og kropsligu heilsuna hjá børnum:

Tað sum kovid-avbyrging hevur gjørt við børn okkara. Partur I - óttafull og í døpurhuga

Tað sum kovid-avbyrging hevur gjørt við børn okkara. Partur II - inteligensur og fatanarevni

Tað sum kovid-avbyrging hevur gjørt við børn okkara. Partur III - kavaflykrur og aputýggi

Tað sum kovid-avbyrging hevur gjørt við børn okkara. Partur IV - Góð ráð og djúp vón

Hendan greinin um fíggjarligu avleiðingarnar fyri tey ungu er eisini áhugaverd:

Kanning: Niðurlæsingarnar av skúlum kosta næmingum trilliónir í mistum lívsinntøkum

***
Takk fyri at tú vitjar hinvegin.fo

Ger tín part og hjálp okkum at fáa upplýsandi tilfar út til føroyingar á føroyskum við at stuðla okkum við eini fastari flyting ella eingangs upphædd á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul ger mun.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald