Uttanlands

Greinari á Bloomberg: Størri skakingar koma við el-rokningunum

Elveitingarfeløgini í Europa keypa í hesum døgum el inn á marknaðinum, sum skal latast brúkaranum seinni í ár og næsta ár. Og prísirnir á innkeypssáttmálunum eru í summum førum hækkaðir meira enn 40% frá framanundan methøgum støði. Hetta fer at hava sera ógvulsiga ávirkan á smærri vinnurekandi og familjur seinni í ár og næsta ár, sambært greiningini á Bloomberg.

2022-05-24 00:38 Author image
Jón Tyril

Ein oljukreppa rakar búskapin sum ein stór alda, ið brýtur á strondina: Tú kennir beinanvegin ávirkanina og máttin, sum aldukamburin kastar seg yvir strondina. 

Ein el-kreppa er eitt annað slag av skelki: Meira sum hækkandi flóð, hon kemur seint men áhaldandi, og so, áðrenn tú veitst tað, ert tú undir.

Munurin forklárar hví politiskir og fíggjarligir ráðgevarar savna seg um olju og látast ikki at síggja el. Og tað er ein stórur feilur, tí ein plága av elpríshækkingum er á veg, ikki ólík henni, sum Europa upplivdi seinasta ár, skrivar Javier Blas á Bloomberg.

[object Object]Javier vísir á, at sáttmálar um komandi elveiting fyri seinnu helvt av 2022 og serliga fyri 2023 eru hækkaðar munandi í kostnaði seinastu vikurnar, og hetta kemur at merkja størri rokningar til brúkararnar. Í summum førum er sáttmálaprísurin methøgur og er hækkaður meira enn 40% seinastu tveir mánaðirnar. 

Sambært Javier koma hækkingarnar í heyst at vera líkar teimum seinasta heyst, tá ið elrokningarnar gjørdust eitt heitt politiskt evni frá Spania til Onglands.

Enn einaferð kunnu hækkingarnar noyða myndugleikarnar at spandera milliardir í stuðli og skatta- og avgjaldslættum, til tess at bloyta ógvusligastu ávirkanina eitt sindur. Trupulleikin er, at elrokningarnar koma sum steinur oman á byrði hjá familjum og smærri vinnurekandi, sum framanundan eru hart sperd av príshækkingum á at kalla øllum øðrum økjum eisini. Og tað merkir meira trupulleikar fyri Europeiska Miðbankan og Bank of England, sum longu stríðast við hægstu inflatión í fleiri áratíggjur. Um oljuskelkurin elvdi til eina aldu av inflatión, so fer el-skelkurin at lyfta hesa aldu enn meira. Við oljuni fara dags-prísirnir á marknaðunum at fáa prísirnar við pumpurnar at skifta nærum dagliga. Við el-inum síggjast broytingarnar mánaðarliga, og fara at broytast í ógvusligan mun frameftir. Í Bretlandi til dømis, er mesti loyvdi prísurin, sum veitararnir kunnu krevja frá húsarhaldunum fyri el - vanliga rópt prísloftið (price cap) - roknað út tvær ferðir um árið. Av tí at prísirnir fyri komandi veitingar til hesi feløgini í seinnu helvt av 2022 og fyrru helvt av 2023 hava verið sera høgir, so fer prísloftið at hækka munandi. Cornwall Insight metir, at el og gass sannlíkt fer at hækka til £2.595 um árið tá komið er út í oktober, tað er ein hækking uppá meira enn 30% frá verandi £1.971. Fyrri í ár hækkaði sama gjald 54% áðrenn stjórnin traðkaði til fyri at bloyta slagið.

[object Object]Sambært Bloomberg sæst sama gongd í øðrum londum eisini. Týskir veitarar og stórir el-keyparar keypa í løtuni el inn, sum skal latast brúkarum í 2023, fyri meira enn 200 eurur fyri megawatt tíman, sum er met fyri árið. Fyri at seta tað í høpi skal havast í huga, at tilsvarandi prísir í 2019 lógu um 50 eurur. Fronsk feløg sum keypa inn til 2023 rinda meira enn 300 eurur fyri hvønn megawatt tíma. Í januar kostaðu somu sáttmálar minni enn 130 eurur fyri megawatt tíman. Ávirkanin av hesum hækkingum kemur ikki at síggjast í útsøluprísum fyrr enn seinni í ár. Men tá orkumarknaðurin rakar hægstu flóð seint í 2022 og tíðliga í 2023, fer ávirkanin á smærri vinnurekandi og familjur sambært Javier at verða tann sama: Mong fara at drukna.

Kelda: Washington Post / Bloomberg

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald