Uttanlands

Bæði lóður og royndir hermenn eru við ganga undan hjá Ukraina

Amerikanska avísin Washington Post skrivar í gjár, 13. mars, at eitt ár við stórum mannfalli á vígvøllinum, hevur tikið nógvar av royndu stríðmonnunum av hermótinum, og at ukrainsku herdeildirnar eru við at koma í uppisetur við avgerðandi veitingum, so sum granatir til kanónirnar og spreingiknøttar til mortararnar. Sambært avísini fær hetta summi av Ukriansku embætisfólkunum at ivast, hvørt landið er til reiðar at seta nógv umrødda vár-mótálopið móti russisku deildunum í verk.

Mynd: war-ukraine.org

Mynd: war-ukraine.org

2023-03-14 15:24 Author image
Jón Tyril

Washington Post skrivar í gjár, at ein floymur av óroyndum innkallaðum herfólkum, sum eru send á hermótið fyri at viga upp ímóti stóru tapunum hjá Ukraina, fulkomiliga hevur broytt skapið av Ukrainska herinum, sum eisini manglar grundleggjandi lóður, so sum granatir til kanónirnar og spreingiknøttar til mortararnar, hetta sambært herfólkum á vígvøllinum, skrivar avísin.

Avísin hevur m.a. tosað við leiðaran fyri eina herdeild í 46. loft-álops-herliði. Herleiðarin gongur undir kallinavninum Kupol.

“Tað virðismiklasta tilfeingið í kríggi, eru bardagaroyndir,” sigur Kupol við avísina.

“Ein hermaður, sum hevur yvirlivað seks mánaðir av stríði, og ein hermaður, sum kemur beint frá eini skotvenjibreyt, eru tveir ymiskir hermenn. Tað er himmal og jørð á muni.”

“Og her eru bara fáir hermenn við stríðsroyndum. Tíverri, allir eru deyðir ella særdir.” Sigur also Kupol við amerikanska blaðið.

Avísin skrivar víðari, at slíkar grimar metingar av viðurskiftunum hava spjatt eitt eyðsýnt, tó fyri tað mesta, ósagt, svartskygni frá hermótinum og inn í valds-gongdirnar í høvuðstaðnum, Kyiv. Skuldi tað ikki eydnast Ukraina at sett nógv umrødda mótálopið í verk, so er hetta brenni á bálið hjá teimum atfinningarsomu í USA og Europa, sum siga, at bíðað var ov leingi við vápnastuðlinum og uppvenjingini av herdeildunum, til Ukrainski herurin longu var illa farin, skrivar blaðið.

Eftir eitt ár við kríggi, sigur Kupol, sum er loytnant oberstur, at hansara herlið er ókenniligt. Av áleið 500 soldátum, eru um 100 deyðir í bardaga og aðrir 400 særdir, so allir eru skiftir út. Kupol sigur seg vera einasta professionella hermann eftir í herliðnum, og lýsir stríðið, at royna at leiða ein herdeild, sum er sett saman við einans óroyndum hermonnum.

“Eg fái 100 nýggjar hermenn,” segði Kupol. “Eg fái onga tíð at fyrireika teir. Tey siga við meg, ‘tak teir í bardaga.’ Teir sleppa bara øllum og renna. Og tað er tað. Skilir tú hví? Tí at soldáturin skjýtur ikki. Eg spyrji hann hví, og hann sigur, ‘eg eri bangin fyri ljóðinum av skotinum.’ Og av onkrari orsøk hevur hann heldur aldrin tveitt eina granat …”

Kupol gevur vánaligu ukrainsku hernaðarvenjarunum skyldina, og sigur at tað skuldu bara verið NATO venjarar, meðan ukrainsku venjararnir skuldu verið blakaðir niður í skotgravirnar ístaðin.

Amerikanskir tænastumenn siga við blaðið, at teir vænta Ukrainska mótálopið at fara at byrja í endanum av apríl ella byrjanini av mai, og at teir eru greiðir yvir bráðfeingistørvin eftir veitingum til herdeildirnar hjá Kyiv, tí um kríggið dregur út, kann hetta vera ein fyrimunur fyri Russland, sum hevur meira fólk og pengar at taka av og størri vápnaframleiðsluorku.

[object Object]

Kelda:

Washington Post - Ukraine short of skilled troops and munitions as losses, pessimism grow


***

Takk fyri at tú vitjar Hinvegin.
Hinvegin er fíggjað við stuðli frá privatpersónum, sum halda, at ein slíkur miðil hevur týdning, og er verdur at stuðla.
Tú kanst vera við at hjálpa okkum at fáa gott tilfar út til føroyingar, við at lata okkum eina fasta mánaðarliga upphædd, ella við eini eingangs flyting á konto nr 9865 1039800.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald