Vit minnast helst øll staðiligu og inniligu áheitanirnar um at vit skuldu lata okkum koppseta, ikki so nógv fyri okkara egnu skyld, men mest fyri hini. “Koppset teg fyri hini,” ella “fyri tína ommu og tín abba,” sum sjónvarpsreklaman júkaði. “Tak ein fyri liðið,” sum fleiri søgdu osfr osfr.
Men tað var ongantíð annað enn sølusnildi. Tí koppsetingin var ikki so mikið sum kannað fyri, hvørt hon steðgaði smittu millum fólk. Hetta stendur í fyrstu neyðgóðkenningini av koppsetingini, og júst hetta sama játtaði økisforsetin fyri koppsetingardeildina hjá Pfizer í sambandi við eina hoyring í Europaparlamentinum um dagarnar, sum tú kanst síggja petti av her. Hygg til endans:
Parlamentslimurin Rob Roos spurdi:
“Var Pfizer-koppsetingin kannað, hvørt hon steðgar víðarismittu av virusinum, áðrenn hon kom á marknaðin?”
Pfizer forsetin, Janine Small, svaraði:
“Nei, haha, hesar, emmm, tú veitst, vit máttu veruliga gera so skjótt av, við vísindaligari ferð.”
Hóast tað ongantíð var so mikið sum kannað, hvørt koppingin vardi okkum ímóti at smitta víðari, og hóast fleiri vístu á kanningar, ið sýndu, at koppingin nevniliga ikki vardi móti víðarismittu, so var hildið á at brúka júst hatta sum argument frá almennari síðu og millum fólk, eisini her í føroyum, og vit fóru enntá so vítt, sum at seta koronapass í verk, sum gjørdi mun á koppsettum og ikki koppsetum. Íverksetanin av passinum bygdi á júst tað, at tey koppsettu ikki smittaðu eins illa sum tey ókoppsettu.
Men enn einaferð hava vit staðfest, at har var einki grundarlag.
Grein á portalinum 22.10.2021
Lýsing, sum koyrdi dúgliga á kvf í 2021
Twitterposturin hjá Rob Roos
***
Tit, kæru lesarar, eru okkara sponsorar. Hjálp okkum at fáa upplýsandi tilfar á føroyskum út á síðuna við at stuðla okkum við eini eingangs upphædd ella fastari flyting á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald