Uttanlands

Amerikanskar royndir “kunnu hava havt sín lut í at Kovid kom”

Jeffrey Sachs, navngitin professari og leiðari fyri kovid19 nevndina hjá The Lancet, vil hava stovnar at lata upp sínar dátugrunnar soleiðis at hesir kunnu kannast gjølla, beint sum mong óttast, at vísindafólk tillaga virusar genetiskt á starvsstovum

2022-05-23 01:41 Author image
Jón Tyril

The Telegraph skrivar fríggjadagin, at amerikanski professarin Jeffrey Sachs, ávarar um, at royndir hjá USA kunnu hava havt sín lut í at kovid19 kom fram, meðan hann mælir til eina óhefta kanning viðv. spurninginum, hvørt virusurin slapp út úr eini starvsstovu.

Sachs professari, sum tvær ferðir hevur verið á listanum hjá Time magazine yvir tey 100 fólkini, við størst ávirkan í heiminum, heitir á fróðskaparsetur og granskingarstovnar, at lata upp sínar dátugrunnar, so hesir kunnu kannast gjølla, nú óttast verður, at starvsstovur hava tillagað virusar genetiskt, skrivar blaðið m.a.

Almenna søgan er annars at Kovid19 spjaddist fyrst frá einum vát-marknaði í Wuhan, áleið átta míl frá Virologi stovninum í Wuhan (Wuhan Institute of Virology (WIV))).

[object Object]

Prof. Sachs, sum eisini er formaður fyri kovid19 nevndina hjá læknatíðarritinum, The Lancet, skrivar í tíðarritið PNAS, at tað er greitt, at vísindafólk frá University of North Carolina (UNC) og felagnum EcoHealth Alliance (EHA), sum hevur høvuðssæti í New York, hava arbeitt saman við Virologi stovninum í Wuhan, um at tillaga virusar.

“Umsøknir um fígging til granskingarætlanir vísa greitt, at samstarvið innibar innsavning av stórum tali av higartil óskrásettum sars-líkum virusum, og fingist var við at laga teir til, manipulera teir…. sum elvir til stúran fyri at ein virusur kann hava smittað ein starvstovuarbeiðara,” segði hann í eini grein, hann hevur skrivað saman við professor Neil Harrison frá Colombia University.

Høvundarnir siga, at áðrenn alheimsfarsóttina var arbeitt við sars-líknandi koronuvirusum, sum partur av einum “tøttum granskingar-samstarvi millum USA og Kina”, sum var fíggjað av amerikansku stjórnini umvegis The National Institutes of Health (NIH).

Verkætlanin, undir navninum PREDICT, ætlaði at finna og skráseta virusar sum høvdu møguleikar til at loypa frá djórum til menniskju.

Granskararnir savnaðu koronuvirusar frá flogmúsum í Kina og landsynnings asia, sum síðani vórðu sendir til ymiskar starvsstovur til at vera ‘raðskipaðir’ (sequencing), lagdir á goymslu (archiving), ‘greining’ (analysis) og ‘tillaging’ (manipulation).

Amerikanskar royndir eru enn ókendar

Kina hevur avdúkað sera lítið um tað arbeiðið, sum gekk fyri seg, og tók burtur dátugrunnin við viralum sequensum stutt áðrenn heimsfarsóttin breyt út.

Men royndir, sum heldur ongantíð eru lagdar fram til óhefta greining, fóru eisini fram í USA, skriva høvundarnir.

“Vit vita ikki nágreiniliga júst hvørjar royndir vóru framdar, ei heldur fulla útboðið av virusum, sum blivu savnaðir inn, ella raðskipingina ella manipuleringina av teimum," skriva Prof. Sachs og Prof. Harrison.

Teir báðir vísa eisini á, at sami bólkur av kinesiskum og amerikanskum granskarum hevði sent inn uppskot um granskingarætlanir, har ein serligur liður, sum kallast “the furin cleavage” ella furin klovningurin, skuldi setast inn í sars-líknandi virusar.

Eitt, sum er serligt við sars-cov2, sum elvir til kovid19, er júst, at hann hevur ein furin klovning, sum er grundin til at virusurin er so smittsamur fyri fólk. Eingin annar koronuvirusur hevur hendan lið, og summi vísindafólk halda tað vera prógv fyri, at virusurin er mannaskaptur. Aðrir halda at hann er íkomin natúrliga gjøgnum evolutión.

Uppskot um granskingarætlanir, sum eru likin út, vísa at vísindafólk frá University of North Carolina, EcoHealth Alliance og Virologi Instituttinum í Wuhan høvdu søkt um fígging til at seta ein furin klovning inn í ein sarslíknandi virus minni enn tvey ár áðrenn heimsfarsóttin breyt út.

Umbønin um fígging fekk ikki undirtøku frá stovninum hjá amerikansku verjuni fyri framkomna gransking (US Defence Advanced Research Projects Agency (Darpa)) sum ávaraði um at hendan gransking ikki var trygg.

Professararnir Sachs og Harrison skriva víðari í tíðarritinum: “Vit vita ikki hvørt innsetingin av furin klovninginum var úrslitið av natúrligari menning… ella tað var úrslitið av tilætlaðari innføring av furin klovninginum í ein sarslíknandi virus, sum partur av einum starvsstovu-eksperimenti.”

“Vit vita at innsetingin av einum slíkum furin klovnings sekvensi inn í sars-líknandi virusar var eitt nágreiniligt endamál við arbeiðinum, sum skotið var upp av EHA-WIH-UNC samstarvinum í eini stuðulsumsøkn frá 2018, sum var latin Darpa.”

“Umsøknin til Darpa í 2018 fekk ikki fígging, men vit vita ikki um arbeiðið, sum var í uppskoti síðani bleiv framt í 2018 ella 2019, møguliga við fígging frá øðrum stað.”

Óheft og gjøgnumskygd kanning er neyðug

Amerikansku Tjóðar Heilsustovnarnir (The US National Institutes of Health (NIH)), hava áður sagt, at kovid19 kann ikki vera komið burturúr royndum, sum stovnurin hevur fíggjað, tí har er eitt ov stórt evolutionert glopp ímillum farsóttarvirusin og tær dátur, sum eru útgivnar frá starvsstovum.

Men Prof. Sachs og Prof. Harrison søgdu at tað páhaldið kann bara váttast, um so er at kanningarfólk fáa atgongd til óútgivnar viralar sekvensir.

“Tað er nógv at læra frá amerikonsku stovnunum, sum vóru djúpt íblandaðaðir granskingina, sum kann hava verið við til at fáa fram ella at skráseta framkomuna av sars-cov-2 virusinum” siga teir báðir.

“Einans ein óheft og gjøgnumskygd kanning, kanska sum ein tvørpolitisk kanning undir kongressini, kann avdúka teir upplýsingar, sum eru neyðugir til tess at ein gjøllig vísindalig kanningar-tilgongd og eftirmeting kann fara fram.”

Kelda: The Telegraph 

US experiments ‘may have contributed to emergence of Covid’

Mín viðmerking: Tað er ikki so langt síðani, at tú bleivst roknaður sum silvurpappírshattur, samansvørjingsástøðingur og bannaður á sosialum miðlum fyri so mikið sum at nevna møguleikan, at virusurin kundi verða skaptur á eini starvsstovu. Nú er hetta sjónarmið vorðið mainstream. - Jón

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald