Frá Wall Street Journal:
“Amerikanska orkumálaráðið “The U.S. Energy Department,” er komið til tað niðurstøðu, at kovidheimsfarsóttin mest sannlíkt spratt úr einum leka á eini starvsstovu, hetta er tað sokallaða “lab leak” ástøðið.
Hetta sambært eini trúnaðarstemplaðari fregnartænastu frágreiðing, sum Hvítu Húsini og ávísir limir í kongressini, hava fingið.
Broytingin í metingini hjá Orkumálaráðnum, sum áður segði seg ikki hava tikið avgerð um upprunan at virusinum, kemur fram í eini dagføring av einum skjali frá 2021, sum skrivstovan hjá stjóranum fyri National Intelligence, Avril Haines, lat úr hondum.
Frágreiðingin setur ljóskastaran á, hvussu ymiskir partar av fregnartænastuumhvørvinum eru komnir til ymiskar niðurstøður viðvíkjandi upprunan til heimsfarsóttina. Orkumálaráðið er nú samt við samveldisløgregluna FBI (Federal Bureau of Investigation), at virusurin mest sannlíkt fór at ganga millum fólk eftir at onkur av óvart varð smittaður á einari kinesiskari starvsstovu.
Dagførda niðurstøðan hjá Orkumálaráðnum kemur sum úrslit av nýggjum fregnartænastu upplýsingum, og hevur týdning, tí ráðið umsitur munandi vísindaliga serfrøði og hevur eftirlit við einum netverki av amerikanskum starvsstovum, harav summar fáast við framkomna lívfrøðiliga gransking.
FBI hevur eitt kjarnulið av mikrobiologum, immunologum og øðrum vísindafólkum í starvi, og verður eisini stuðlað av ‘National Bioforensic Analysis Center’, sum var sett á stovn í Fort Detrick, Md. í 2004 til tess at greina miltbrand (anthrax) og aðrar møguligar lívfrøðiligar hóttanir.
Umboð fyri stjórnina noktaðu at geva nærri upplýsingar um hvørjar nýggjar fregnartænastu upplýsingar og greiningar hava fingið Orkumálaráðið at broyta meining. Embætisfólkini løgdu afturat, at meðan Orkumálaráðið og FBI rukku somu niðurstøðu um at starvsstovulekin er mest sannlíka orsøkin til heimsfarsóttina, so vóru tey komin til sínar niðurstøður av ymiskum orsøkum hvør sær.
Dagførda skjalið undirstrikar hvussu fregnartænastufólk framvegis royna at stykkja saman pettini, so ein mynd kann fáast, hvussu kovid19 tók seg upp.
Trygdarráðgevin hjá stjórnini, Jake Sullivan, vildi hvørki vátta ella avsanna tíðindini hjá Wall Street Journal, tá ið hann var á CNN sunnudagin. Hann segði at Biden forseti ferð eftir ferð hevði biðið fregnartænastuumhvørvið um at leggja dent á at royna at fáa lýst so nógv viðurskifti sum gjørligt so væl sum gjørligt viðv. upprunanum til farsóttina.
“Biden forseti bað sjálvur um at starvsstovurnar hjá landinum, sum eru partur av Orkumálaráðnum, skuldu takast við í metingarnar tí hann vil hava øll amboð við, til tess at lýsa, hvat tað var sum hendi,” segði Hr. Sullivan.
Tað eru “ymisk sjónarmið inni í fregnartænastuumhvørvinum,” legði harra Sullivan afturar. “Fleiri av teimum hava sagt, at tey stutt sagt ikki hava nóg mikið av upplýsingum.””
Les alla greinina her:
Wall Street Journal - Lab Leak Most Likely Origin of Covid-19 Pandemic, Energy Department Now Says
Les eisini:
Amerikanskar royndir “kunnu hava havt sín lut í at Kovid kom”
Jeffrey Sachs, navngitin professari og leiðari fyri kovid19 nevndina hjá The Lancet, vil hava stovnar at lata upp sínar dátugrunnar soleiðis at hesir kunnu kannast gjølla, beint sum mong óttast, at vísindafólk tillaga virusar genetiskt á starvsstovum
Vísindafólk í USA hava skapt nýtt lívshættisligari kovidfrábrigdi
Eitt toymi av vísindafólkum við Boston University hava framleitt eitt nýtt brigdi av kovid19, sum drap 80% av mýsnum, ið vóru smittaðar við nýggja variantinum á starvsstovuni. Roger Marshall, lækni og senatorur, segði granskingin er “lívhættislig ‘gain of function’ virusgransking,” sum “hevur potentialið at taka fleiri mannalív enn nøkur einstøk kjarnorkubumba.”
Peter Daszak og hansara EcoHealth Alliance fáa meira pengar til at granska krúnukrím frá flogmúsum
NIAID við Anthony Fauci á odda, hevur játtað meira pengar til umstrídda EcoHealth Alliance, sum m.a. fæst við gransking har koronuvirusar vera snikkaðir til genetiskt, soleiðis at teir gerast meira vandamiklir fyri fólk
***
Takk fyri at tú vitjar Hinvegin.fo
Vit hava hvørki lýsingar ella krav um haldaragjald á síðuni. Hetta er tí, at vit gjarna vilja hava tilfar frá okkum at síggjast og lesast so víða sum gjørligt.
Hinvegin livir ístaðin lav stuðli frá privatpersónum, sum halda, at okkara arbeiði hevur týdning og er vert at stuðla.
Um tú eisini heldur tað, so høvdu vit verið sera takksom, um tú vildi hjálpt okkum at halda arbeiðið koyrandi við antin at lata eina fasta mánaðarliga upphædd ella við at gera eina eingangs flyting á konto nr 9865 1039800.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald