Uttanlands

Algeria søkir um limaskap í BRICS

Algeria hevur alment søkt um limaskap í BRICS samgonguni, sum framanundan telur Brasilia, Russland, India, Kina og Suðurafrika, og sum umboðar meira enn 40% av heimsins íbúgvum og nærum ein triðing av heimsins bruttotjóðarúrtøku. Onnur lond, sum væntast at fara søkja um limaskap eru m.a. Argentina, Saudi Arabia, Turkaland, Egyptaland, Iran og Afghanistan.

2022-11-08 14:45 Author image
Jón Tyril

Umboðið fyri altjóða samstarv hjá Algeriska uttanríkisráðnum, Leila Zarrougi, váttar tíðindini fyri tíðindaportalinum Al Shorouk. Hetta skriva fleiri miðlar.

Algeria, sum tók lut sum gestaland á seinastu BRICS ráðstevnuni í Kina, sigur at umsøknin skal síggjast sum ein ásannan av at landið hevur tørv á at víðka handilssambondini við onnur lond.

Algieria sigur at umbønin um limaskap er væl móttikin av tveimum av teimum leiðandi stjórnunum í samgonguni, Moskva og Beyjing, hóast málið skal viðgerast millum øll limalondini áðrenn endalig niðurstøða verður gjørd.

Í august mánaða segði forsetin í Algeria, Abdelmayid Tebune, at landið “í stóran mun” uppfylti treytirnar fyri limaskapi í samgonguni, og legði dent á hvussu stóran týdning samgongan hevur búskaparliga og politiskt.

Hann segði tá, at limaskapur í BRICS var “møguligur” og at hann roknaði við at hava “góð tíðindi” í næstum. “At koma við í hendan bólkin av londum hevði sett Algeria, sum er eitt undangonguland í at halda seg uttanveltaðan, í eina trygga støðu frá gníggingunum millum báðar pólarnar,” segði hann víðari.

Á seinastu BRICS ráðstevnuni, sum varð hildin í Kina í juni, vóru 13 lond fleiri við enn vanligt, harímillum Algeria. Tebboune forseti var fyrsti gestarøðari at fáa orðið, og mælti til at fáa í lag “eina nýggja búskaparliga skipan, har javnstøða og rættvísi ræður millum lond.”

Russiski varauttanríkisráðharrin, Sergey Ryabkov, segði í september, at ein røð av londum hava sagt seg vilja koma við í BRICS samgonguna á ein ella annan hátt. Sambært honum arbeiða BRICS-londini við at gera eina skipan fyri hvussu lond kunnu gerast nýggir limir í samgonguni.

Meira enn 40% av heimsins íbúgvum eru umboðaðir í núverandi BRICS-londunum og roknað verður við at millum tey, sum fara at biðja um limaskap í næstum, umframt Algeria verða Argentina, Saudi Arabia, Turkaland, Egyptaland, Iran og Afghanistan.

Eitt sindur um BRICS frá Wikipedia:

Síðani 2009 hava stjórnirnar í BRICS londunum hittst árliga til ráðstevnu. BRICS londini hava stovnað NDB (New Development Bank), sum er eitt alternativ til heimsbankan, og CRA (Contingency Reserve Arrangement) ið er eitt slag av einum alternativi til altjóða gjaldoyragrunnin IMF. Londini halda heimsbankan og altjóða gjaldoyragrunnin vera ov nógv ávirkaðar av vesturlendskum áhugamálum. Arbeitt verður eisini við eini gjaldsskipan millum londini, eins og arbeitt verður við at gera seg meira óheftan av dollaranum og handla millum sín í egnum gjaldoyrum.

Samleiða fólkatalið í BRICS-londunum áleið 3,21 milliardir fólk, ella áleið 41,5% av samlaða fólkatalinum á fold. Landvíddin er 39.746.220 km2, áleið 26,7% av samlaðu landvíddini av jørðini. Brasilia, Russland, India og Kina eru øll millum heimsins tíggju størstu lond roknað eftir fólkatali, landøki og bruttutjóðarúrtøku.

Tey fimm londini í BRICS eru øll limir G20 og standa samanlagt fyri áleið 32% av heimsins bruttotjóðarúrtøku. Samstarvi millum londini í felagskapinum er í høvuðsheitum bygt á ikki-íblanding í viðurskifti hjá hvørjum øðrum, javnstøðu og felags fyrimunir.

Keldur:

Brics Information Portal - Algeria Formally Submits Application to Join BRICS

News360 umvegis msm.com - Algeria applies for BRICS membership

RT - Algeria applies to join BRICS – media

Wikipedia - BRICS

***

Hjálp okkum at fáa enn meira upplýsandi tilfar út. Stuðla okkum við fastari flyting ella eingangs upphædd á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul ger mun fyri at vit fyrst og fremst kunnu halda á, men eisini víðka og vaksa um virksemið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald