Uttanlands

12 mátar at styrkja barn títt ímóti happing - harímillum happing á netinum

Hvussu styrkja vit børnini at standa ímóti happing? Tað hevur Dr. Laura Markham, sálarfrøðingur, rithøvundur og serfrøðingur í barnauppaling, nøkur góð ráð um.

2022-10-05 14:49 Author image
Dr. Laura Markham

Hvat er happing? StopBullying.gov lýsir "happing" sum afturvendandi, óynsktan, ágangandi atburð, har eitt barn ella unglingi brúkar veruliga ella uppfataða valdsójavnvág, sum til dömis kropsliga styrki, atgongd til pínuliga vitan — ella at vera væl umtóktur, til at hava ræði á, ella at særa/skaða onnur börn við. Tað kann vera alt frá at breiða slatur og eyknevna, til at gera seg kropsliga inn á viðkomandi, og snýr seg ikki bara um at vera óreinur ella óvinaligur einaferð. Í grundini er happing afturvendandi, miðvís misnýtsla av valdi, ið er ætlað at skaða/særa eitt annað fólk við.

(Barnabati hevur eisini eina fína síðu um happing: https://www.barnabati.fo/egoglivid/happing-2/ )

Hvat fær eitt ungt fólk at gera slíkt? Tað vinnur sær vald soleiðis. Í lívinum hava öll törv á at föla seg sterk. Hava vit ikki góðar hættir at finna styrki, kann tað verða trupult at standa ímóti minni góðum hættum fyri at fáa tað. Og fyri eitt barn ella ein tannáring, ið ofta kennir seg maktarleysan í lívinum, er misnýtsla av valdi, sum happing, líka munagóð sum rúsur. Um barnið sjálvt pínist, kann hetta hjálpa eitt sindur í stutta tíð. Um onkur hevur eyðmýkt, hótt ella sært barnið, kunnu kenslurnar fara avstað við sinninum á tí; tað ösir seg og má eyðmýkja, hótta ella særa onkran annan. Tíverri er tað so, at sært barn ofta særir onnur börn. 

Ber til at tryggja barnið ímóti at verða happað? Tíverri, nei. Særd fólk, ið vilja særa onnur, hava altíð verið her, og onkuntíð koma barnið hjá tær og hesi at hittast við okkurt vegamót. Og öll börn vilja hava sín vilja, og fara harvið onkuntíð at misbrúka vald; hetta er ein  vanligur og tíðaravmarkaður partur av menningini í einum höpi, har tey menna síni evni til innlivan (empathy). Málið hjá tær er ikki at pakka barnið burtur, men at stuðla tí og menna tilvitsku og förleikar  at verja seg um neyðugt, og at leita sær hjálp, tá ið tað blívur ov nógv.     

Happing byrjar áðrenn skúlaaldur og styrknar í mátti, sum börn vaksa. Alt eftir hvörja kanning tú lesur, viðganga millum fýrati og áttati prosent av börnunum í fólkaskúlanum, at hava luttikið meira ella minni í happing. Sostatt ber mentan okkara nakað av ábyrgd fyri, at happing er so vanlig. Nógv börn siga seg hava verið fyri happing, men eisini at hava happað onnur. Tískil:

"Mennandi rættvísisringrásir (Restorative justice circles), uppvenjing í at loysa stríðsmál og at broyta skúlamentanina, hava víst seg at roynast betur til at minka um happing, enn at fara eftir happarunum fyri at revsa teir."

Skúlarnir stríðast tíverri enn við at seta munagóðar loysnir í verk, og stöðan versnar í fleiri stöðum. Ávirkanin millum happing og sosialar miðlar tykist at vaksa um sálarligan vanda, soleiðis at börn ikki kenna seg at hava eitt trygt stað at vera í friði og náðum, og fleiri tannáringar, enntá fólkaskúlanæmingar gera sjálvmorð, orsakað av happing. Nýggj gransking vísir, at langtíðar avleiðingar av happing ökja um vandan fyri tunglyndi, angist, skaðastrongd (PTSD) (Post-traumatic stress disorder), rúsevnismisnýtslu og sjálvsoyðileggjandi atburði.

Hetta vóru tey keðiligu boðini. Tað góða er, at tú kanst hjálpa barni tínum at menna förleikar til sjálvt at standa ímóti happandi atferð, og tú kanst halda tí frá, sjálvt at blíva happari. Hvussu?

1. Skapa samkennandi, virðilig viðurskifti við barnið longu frá barnsbeini av.

Sum Alice Miller, hövundur av Thou Shalt Not Be Aware, skrivaði: "Um börn eru vand við frá byrjan, at verða tikin í álvara og vird, hava tey ikki trupult við at kenna aftur um onkur er óvirðiligur við tey á einhvönn hátt, og gera tá sjálv uppreistur ímóti tí."

Munadyggasti hátturin at sleppa börnum undan happing, og frá at blíva happarar, er at lata tey vaksa upp undir kærleiksfullum viðurskiftum við virðing, heldur enn viðurskiftum har vald ella tvingsil verður nýtt at stýra teimum. Börn læra báðar síður í öllum sambondum, og kunnu taka báðar leiklutirnar. Um tú fleingir, lærir barnið, at likamsligur harðskapur er hátturin at svara aftur uppá ósemjur millum fólk. Gransking hevur ferð eftir ferð staðfest, at harðlig uppaling verður sett í samband við öktan happandi atburð.

Í roynd og veru lærir ein og hvör uppalingarháttur, har vald verður brúkt, barnið at brúka vald yvir fyri öðrum, ella at lata onnur nýta vald ímóti sær. Börn fata ofta revsing, sum at vaksin noyða tey at gera eftir sínum vilja, sum aftur lærir tey, at happing er í lagi. Legg ikki í, törvur er ikki á slíkari uppaling. Fyri samkennandi uppaling, ið riggar, hygg her: partur um róliga uppaling ( section on Peaceful Discipline.) 

2. Halt samband við barnið í góðum og ringum

Börn, ið eru einsamöll, eru í stórum vanda fyri at verða happað. Tey skammast ofta og aftra seg við at boða foreldrunum frá. Um barn títt veit, at tú altíð lurtar, og at tú stendur stuðlandi aftanfyri tað, er sannlíkari at barnið snakkar við teg um, hvat bagir.

Hvussu tryggjar tú tær, at barn títt hevði boðað tær frá, um tað varð happað? Minst til, at foreldraumsorgan er áttati prosent samband — tætt samband við barnið — og bert tjúgu prosent vegleiðing. Vegleiðingin heldur ikki, og kann styggja barnið burtur, uttan so tit hava eitt sterkt samband at stuðla tykkum til. Raðfest tí sambandið við barn títt og hav samskiftislinjuna opna, líka mikið hvat. 

3. Ver ein sannförandi fyrimynd, sum ber seg virðiliga at móti öðrum fólkum.

Um tú missir tolið og bannar eftir öðrum bilförarum, sjálvt um tú situr í egnum bili, lærir tú barnið hjá tær, at viðhvört er tað í lagið ikki at sýna virðing fyri öðrum fólkum. Hinvegin, hevur tú lyndið til at bakka lættliga, fyri ikki at skapa ov nógv hóvasták, men síðani seinni heldur teg vera illa viðfarna, er tíð uppá at broyta tað. Barnið lærir av at eygleiða teg. Royn og finn mátar at halda fast við tín egna törv ella egnu rættindi, samstundis sum tú varðveitir virðingina fyri hinum fólkunum, og ver fyrimyndin, ið fer um öll onnur við virðing, eisini tá ið tú ert ósamd.

4. Lær barn títt beinleiðis um virðingarfulla sjálvshevjan

Börn skulu hava at vita, at tey kunnu fáa sín törv nöktaðan, samstundis sum tey vísa öðrum virðing. Lær barnið tíðliga nökur orð, at verja seg sjálvt við:

"Nú eigi eg."

"Hey, steðga."

"Ikki nerta við meg."

"Tað er ikki í lagið at gera fortreð."

"Mær dámar ikki at verða kallað soleiðis. Kalla meg við navni mínum."

5. Lær barnið grundleggjandi sosialar förleikar.

Happarar fara eftir börnum, ið teir meta vera viðkvom, tíverri. Um tú hevur eitt barn við sosialum avbjóðingum, ger tað tá til eina raðfesting, at stuðla barninum við öllum hinum, sum er nevnt í hesi greinini, fyri at gera barnið minni dragandi fyri happararnar. Finn síðani uppá spöl, har tit venja sosialar förleikar heima. Spæl lutaleikir (rolluspöl) við barninum hjá tær, um hvussu tað kann gera fyri at sleppa uppí eitt spæl á spæliplássinum, hvussu tað navnkennir seg fyri einum öðrum barni í einari veitslu, ella hvussu tað avtalar við onkran at spæla saman. Til dömis plaga börn, sum duga væl at fara uppí spælið hjá öðrum, at eygleiða hini börnini fyrst, og síðani finna hóskandi lötuna og ikki bara troka seg uppí. 

Onkuntíð vilja börn so fegin verða góðtikin av sínum javnaldrum, at tey fara so langt sum at halda fram við at fylgjast við einum bólki, hóast ein av teimum ráðandi í bólkinum, byrjar at fara illa við teimum. Hevur tú illgruna um at barnið hjá tær er viðbrekið, lurta so, hvat tað sigur um sín ámillum ávirkan við javnaldrarnar fyri at hjálpa tí at koma í samband við sín egna innara vísdóm, og hjálp barninum at finna sær hövi til góð sambond.

6. Lær barnið, hvussu dynamikkurin í happing virkar.

Gransking vísir, at happarar byrja ágangin við orðum. Hvussu “ofrið”tekur málsligu álopini fyrstu ferð, er avgerandi fyri um happarin heldur fram, at fara eftir júst hesum barninum. Um ágangurin gevur happaranum tað, sum hann fiskar eftir — eina kenslu av valdi, tí tað eydnaðist honum at fáa kveikt í hitt barnið — ökist ágangurin vanliga. Tað er alneyðugt at skifta orð við öll börn um hetta ÁÐRENN tey enda sum mögulig offur fyri happing, til tess at brynja tey til at standa ímóti, beinanvegin tá ið happarin “roynir” tey.

7. Nýtið lutaleik sum venjing, soleiðis at barnið kennir seg trygt at svara aftur uppá royndir at ösa og arga tað.

Spæl lutaleik við barninum, um hvussu tað mötir einum happara. Undirstrika, at happarin vil ösa eina reaksjón fram, ið fær hann at kenna seg sterkan, so at vísa kenslur ella at berjast ímóti er júst tað, sum happarin fiskar eftir. Greið barninum frá, at tað fær ikki stýrt happaranum, men at tað fær altíð stýrt síni egnu reaksjón. So í allari sín ámillum ávirkan, fer aftursvarið hjá barninum antin at ösa ella taka broddin av stöðuni. Tað er umráðandi, at barnið hjá tær sleppur sær undan at “bíta á”, uttan mun til, hvussu nógv happarin ösir tað upp.

Besti framferðarháttur er altíð at varðveita sína egnu tign, og at lata “happaran” varðveita sína eisini — við öðrum orðum, at varðveita tignina meðan barnið tekur seg aftur frá stöðuni, og ikki at loypa á ella eyðmýkja hin partin. Fyri at gera hetta, sig púra einfalt okkurt róligt sum til dömis:

"Veitst tú hvat, hasa viðmerkingina skúgvi eg til viks."

"Eg haldi meg hava okkurt annað at gera beint nú."

"Nei takk."

Far síðani haðani.

Lær barnið at telja uppí tíggju fyri at taka tað róligt, at hyggja happaran í eyguni, og at siga okkurt av hesum omanfyrinevnda. Venjið til barnið hevur sterkan sjálvsvissan tóna í röddini.

8. Tá ið barn títt byrjar at brúka tökni; lær, vegleið og tak lut.

Happing í sosialu miðlunum er ikki stórt öðrvísi enn onnur happing; tað er framvegis misnýtsla av valdi. Tó, onkur munur er. Börn, ið neyvan hövdu verið óvinarlig beint í andlitið á onkrum, kunnu vera för fyri at skúgva avleiðingarnar av sínum gerðum á netinum til viks, og á henda hátt freistast til at happa. Tá ið tíðin kemur, at barnið hjá tær byrjar at reika á sosialu miðlunum, met tá um teir við barninum hvönn dag. Lat hugburðin vera forvitni, stuðul og skemtingasemi. Spyr barnið um hvussu ymiska samvirkanin kendist, hvat var trupult, og hvussu tað avgjördi hvussu farast skuldi fram. Börn menna góð dömingarevni av samvirkan, har tey hava möguleika til trygt at hugsa um valini tey gjördu og um hvat hendi. 

Lær barnið hetta, fyri at forða fyri happing á netinum:

  • Ongantíð at lutað síni loyniorð, sama hvat tað so er.
  • At kanna trygdarstillingar regluliga  saman við foreldrunum.
  • Ikki at luta nakað, ið kann særa ella koma onkrum í trupulleikar.
  • At lata vera við at senda nakað víðari, sum annar fær ilt av.
  • Við at vera vinaligur við onnur á netinum, verður tú eisini tryggari sjálvur.
  • Gloym ikki, at um tú ert órein við onkran á netinum ella sendir boð, ið kunnu gera öðrum ilt, víðari, er tað tað sama sum at vera órein, bera særandi slatur, ella gera onkran illa við, beint í andlitið á viðkomandi. 
  • Vend tær altíð til ein vaksnan um okkurt á netinum fær teg at kenna teg illa til passar.

Tað góða við happing á netinum er, at tað verður skrásett. So, um barnið hjá tær verður happað á netinum:

  • Skjalfest alt við skýggjamyndum og dagfestingum.
  • Sýt (blokera) happaranum atgongd.
  • Boða skúlanum frá, við skjalfestingunum.

Her er meira um hvussu tú lærir börnini at ansa sær á netinum: Cyber Smarts: Keeping Your Child Safe Online

9. Lær barnið, at tað er eingin skomm at gerast ræddur av einum happara, at rýma undan, ella at boða einum vaksnum frá og biðja um hjálp.

Happing kann gerast ógvuslig, og at sleppa undan eyðmýking hevur minni týdning enn at bjarga sær lívinum.

10. Lær börn at leggja uppí fyri at steðga happing, tá ið tey síggja hana.

Serfröðingurin í happing Michele Borba sigur, at har tey, ið standa rundanum — börn, ið eru hjá — leggja uppí á rættan hátt, vísir tað seg, at tey klára at steðga happing í meira enn helvtini av förunum og innafyri tíggju sekund.

Teir frægastu hættirnir til at leggja uppí:

Far í part við ofrinum og flyt viðkomandi úr vanda - Far yvir til ofrið, vend viðkomandi burtur frá happaranum og fylg henni övutan veg —yvir til hjálp frá vaksnum. Sig "Tú sært so kedd út" ella "Eg havi leitað eftir tær" ella "Lærarin bað meg fara eftir tær"

Fá hjálp - Happarum dáma sera væl at hava áskoðarar. Fá hini börnini at koma yvir til tín við at vinka tey yvir, meðan tú rópar: "Okkum törvar hjálp frá tykkum".  Sig við happaran: "Tú bert teg ljótt at". Far síðani haðani: "Komið, latið okkum fara!"

Og sjálvandi rópar tú á ein lærara ella ringir 112 um tú fölir teg ótrygga.

11. Lær barnið grundleggjandi happaraskýggjan.

Happarar virka har vaksin ikki eru hjá. Tí er best, at barnið, um tað hevur verið fyri happing, heldur seg frá gongdum, vesum og ökjum í garðinum, har eingin umsjón er. At sita fremst í bussinum, at standa fremst í röðini, og at sita nær við umsjónarfólkini í matarhölinum eru öll góð hugskot, fyri at sleppa undan happarum.

12. Drála ikki við at leggja uppí.

Uppgávan hjá tær sum foreldur, er at verja barnið. Tað merkir, at umframt at læra barnið at verja seg sjálvt, er ikki óhugsandi at tú onkuntíð mást ringja til læraran ella skúlastjóran. Ikki lata barn títt halda, at hetta má tað klára sjálvt. Og ikki halda, at fyri tí um tað ikki snýr seg um likamligan harðskap, at so kann barnið ikki vera sært djúpt. Hóast gomlu rímuna um at orð ikki særa, eru ónd orð og avbyrging sera oyðileggjandi fyri bæði barna- ella unglingasinnið, og gransking vísir, at tað kann elva til varandi negativ árin. Kann skúlin ikki verja barnið hjá tær, hugsa so um at skifta skúla, ella enntá at heimaskúla tað.

Framferðarháttur fyri börn

Her eru seks av mest væleydnaðu framferðarháttunum, ið hjálpa börnum at verja seg sjálv, frá happingarserfröðinginum Michele Borba. Gloym ikki at vitja heimasíðu hennara website for more info on bullying. (Borba hevur eisini skrivað eina ógvuliga góða bók til skúlar, við góðum venjingum í, sum eru bygdar á tað, ið gransking vísir, riggar best fyri at minka um happing: The 6Rs of Bullying Prevention: Best Proven Practices to Combat Cruelty and Build Respect.

Ger teg sjálvan galdandi.

Lær barnið at standa fatt, tá ið tað mötir happaranum, og at vera avgjört á röddini. Barnið ger vart við happandi atferðina og biðjur happaran um at gevast: “Hatta er at happa”, “Gevst við tí” ella “Gevst við at gera látur burtúr mær. Tað er óreint”.

Svara aftur við spurningi.

Ann Bishop, ið undirvísir um fyribyrging av harðskapi, lærir sínar næmingar at svara vanvirðing við einum ikki-verjukendum spurningi: “Hvat fær teg at siga soleiðis?” ella “Hvat fær teg at vilja kalla meg býtta (ella feita) og særa meg”?

Brúka “eg vil hava.”

Serfröðingar í samskifti mæla til, at læra barnið at venda sær til happaran við fyrst at siga: “Eg vil hava” og síðani avgjört siga, hvat tað vil hava broytt: “Eg vil hava teg at geva mær frið” ella “eg vil hava teg at gevast við at arga meg”.

Ver samd við happaran.

Umhugsa at hjálpa barninum við at gera eina staðfesting um at vera samd við happaran. Happarin: “Tú ert býtt.” Barnið:“Ja, men eg dugi tað væl”. Ella, happarin: “Halló, feroygda”. Barnið: “Rætt hevur tú, eg síggi so illa”.

Legg ikki lag í.

Happarum dáma væl, tá ið argingin hjá teimum fær ofrini at gerast kedd, so hjálp barninum at stýra uttanum, fyri ikki at lata plágaran fáa fastatökur í tað. Fimti flokkur bjóðar hesar hættirnar, ið eru royndir við börnum, um ikki at leggja lag í happararnar:

“Lat sum tú ikki sært teir”. 

“Gakk avstað uttan at venda tær ímóti teimum”.

“Skunda tær og hygg eftir onkrum öðrum og flenn”. 

“Síggj púra líkaglað út”.

Ger happingina til láturs.

Fred Frankel, hövundur av Good Friends Are Hard to Find skjýtur upp, at offur svara allari happing við einum svari, men arga ikki aftur ímóti. Frankel sigur, at happingin steðgar vanliga, tí barnið letur plágaran vita, at tað tekur sær ikki happingina nær (sjálvt um tað ger). Latið okkum spæla at happarin sigur: “Tú ert býttur”. Barnið hevur lært seg at svara aftur, og sigur: “Álvara?”, “So?”, “Tað sigur tú ikki”, “Og tað tú meinar er?” ella “Takk fyri, at tú boðar mær frá.”

Les eisini:

Óð? Sissa teg, ikki missa teg!

Tá ið illsinnið hjá barni tínum fær öði í teg

Íkensla, empati: Grundarlagið undir kensluligari heilsu

10 góð ráð, hvussu tú kanst fáa tað besta burturúr summarinum saman við familjuni

4 lættir vanar við orðum, sum styrkja sjálvsálitið hjá børnunum

Okkara børn, vit sjálv

Soleiðis kanst tú tosa við børnini um kríggið í Ukraina

Upprunagrein: 12 Ways to Empower Your Child Against Bullying -- Including CyberBullying

Høvundur: Dr. Laura Markham, stovnari av AhaParenting.com, høvundur at bókunum Peaceful Parent, Happy Kids, Peaceful Parent, Happy Siblings og hennara nýggjastu Peaceful Parent, Happy Kids Workbook

Týtt: Kristfríð Tyril

***

Tit, kæru lesarar, eru okkara sponsorar. Hjálp okkum at fáa upplýsandi tilfar á føroyskum út á síðuna við at stuðla okkum við eini eingangs upphædd ella fastari flyting á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald