Uttanlands

Welt: Søgulig minking í útflutningi - niðurgongd Týsklands er almenn

Die Welt skrivar at Týskland á fyrstu sinni síðani 1991 hevur hall á handilsjavnanum. Niðurgongdin sæst eisini á virðisbrævamarknaðinum, og eygleiðarar siga sambært blaðnum, at búskaparliga niðurgongdin er longu byrjað.

Mynd: Jonas Weinitschke/picture alliance/Zoonar; Montage: Infographic WELT

Mynd: Jonas Weinitschke/picture alliance/Zoonar; Montage: Infographic WELT

2022-07-05 10:49 Author image
Jón Tyril

Týski miðilin, Die Welt, skrivar, at fyri fyrstu ferð síðani 1991 hevur Týskland hall á handilsjavnanum, hetta tí at Kina og Russland, tveir týdningarmiklir handilspartar, eru við at “slíta seg leysar”. Eisini á virðisbrævamarknaðinum sæst niðurgongdin við at eingin týsk fyritøka er millum fremstu 100 - “ein ákæra móti fjórðstórsta búskapinum,” skrivar blaðið.

“Neyvan hevur nakað verið so avgerðandi fyri týsku ímyndina av sær sjálvum sum eitt búskaparligt stórveldi, sum avlopið á handilsjavnanum. Men sjálvt hetta kunnu týskarar ikki longur líta á,” skrivar blaðið millum annað.

Í mai mánaða fall handilsjavnin niður í negativa økið, t.v.s. at virðið av tí, sum bleiv útflutt, var minni enn virðið á tí, sum varð innflutt. Fyri útflutningslandið Týskland, er hetta fall sjálvsamt.

Seinast Týskland upplivdi eitt hall á handilsjavnanum, var í 1991. Beint eftir sameiningina, tá ið ein hungur eftir nýtslu bara kundi nøktast við innflutningi, sum Die Welt tekur til.

Hesa ferðina er tó ikki talan um nakað “brúkara-boom”, men beint mótsett: Brúkaratreystið er júst fallið niður á metlágt støði. Tískil eru handilsjavnatølini í maimánaða ikki eitt tekin um sterkan innlendis búskap, men heldur eitt ávaringartekin um búskaparligu støðuna í landinum, skrivar Welt.

Summir eygleiðarar síggja hetta sum enn eitt prógv um búskaparligu niðurgongdina í samlaða europeiska búskapinum. Meðan Týskland er bundið at innfluttari orku, sum gerst støðugt dýrari í hesum døgum, so er útflutningurin við at røkka sínum mørkum undir givnu umstøðunum.

Størsta hallið mótvegis Kina

Tað er ikki einans handilin við Russland, sum er fallin orsakað av krígnum við Ukraina, men samhandilin við aðrar partar er eisini minkaður vegna ymiskar forðingar og avmarkingar. M.a. fløskuhálsar í farmaflutningi á heimsins høvum.

Síðani aldarskiftið hevur Týska samveldisríkið havt eitt miðal avlop á umleið tíggju milliardir eurur um mánaðin. Enntá undir koronusteðginum fall handilsjavnin ongantíð niður í negativa økið fyri hvønn mánað.

[object Object]Í mai mánaða var hallið næstan eina mia eurur. Størsta hallið var í samhandlinum við Kina, sum var átta mia eurur. Harnæst við Russland, sum hóast kríggið var høvuðsveitari av orku til Týsklands, meðan útflutningurin til Russlands fór  niður í helvt. Samstundis minkaði yvirskotið á handilsjavnanum við eurolondini eisini.

“Týski handilsjavnin minkar mánað fyri mánað tí at valdsjavnvágin á heimsmarknaðinum broytist,” sigur Heino Ruland frá óhefta greiningarstovninum, Ruland Research, við blaðið. Seinasta ár gav handilsjavnayvirskotið eitt íkast uppá meira enn fimm prosent til vøksturin í týska búskapinum.

Um hetta fellur niður á null, so er greitt at týski búskapurin hevur trupult við at vaksa. “Tað er einki sum kann bera í bøtuflaka fyri hetta. Týskland er longu í afturgongd" er dómurin hjá Ruland.


Sæst eisini á fíggjarmarknaðinum

Sambært blaðnum sæst afturgongdin eisini longu á heimsins fíggjarmarknaðum. Millum 100 størstu feløg á virðisbrævamarknaðunum, er bara eitt týskt felag, hetta er ídnaðargassfyritøkan Linde, sum hevur eitt marknaðarvirði á 143 mia dollarar. Linde er nr 74 á topp 100 listanum.

Næststørsta týska fyritøkan á virðisbrævamarknaðunum, er software fyritøkan SAP, sum við einum virði á 111 mia dollarar einans røkkur 110. plássið. Deutsche Telekom er triðja mest verda týska fyritøkan og liggur á 123. plássi við einum virði á 100 mia dollarar.

[object Object]

Apple er heimsins størsta fyritøka við einum marknaðarvirði á 2,3 trilliardir dollarar.

Seinastu árini hevur størsti búskapurin í Europa havt millum tvær og fýra fyritøkur á listanum yvir 100 tær størstu fyritøkurnar, hvat marknaðarvirði viðvíkir.

Øll týsku feløgini á virðisbrævamarknaðinum tilsamans eru verd 1,9 trilliard dollarar. Og tá ið virðisbrævamarknaðurin samlað er verdur 98 trilliardir hóast stór tap í ár, so merkir tað at týski parturin er lægri enn 2 prosent. Annars hevur týskland ligið um góð fýra prosent av samlaða partabrævavirðinum í heiminum.

[object Object]Undan fíggjarkreppuni í 2007 átti Týskland sjey fyritøkur ímillum fremstu 100. Í endanum á 2021 vóru tvær fyritøkur á listanum umframt Linde, sum strangt tikið ikki longur kann roknast sum eitt týskt samtak eftir samanlegging við amerikanska American Praxair og skrásetingina av felagnum í Bretlandi og við høvuðsstøð í írlandi.

Sjálvt stór ídnaðar samtøk við fleiri hundraðtúsund starvsfólkum náa ikki upp á topp hundraðlistan. Alt Volkswagen samtakið við sínum 673.000 starvsfólkum, er í løtuni bara vert 81 milliardir dollarar fyri íleggjararnar. hetta røkkur til eitt 15. pláss á listanum.

Til samanberingar er Tesla vert 700 mia dollarar á marknaðinum, sum røkkur til eitt sætta pláss á listanum.


Les alla greinina á Die Welt:

Historischer Einbruch der Exporte – Deutschlands Abstieg ist offiziell



_____

Hjálp okkum at fáa gott tilfar á føroyskum út á síðuna, við at flyta eina upphædd ella stovna fasta flyting til konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald