Newsweek skrivar at ukrainska tingið, Verkhovna Rada, hevur sagt mannarættinda-umboðið í landinum, Lyudmila Denisova, upp. Hon hevur verið nógv endurgivin í vesturlendskum miðlum, serliga fyri ákærur um ræðuleikar, sum russiskar herdeildir skulu hava framt. Orsøkin til uppsøgnina er m.a. illa undirbygdar søgur og óneyðuga nógvir smálutir í ákærum um kynslig brotsverk.
Newsweek skrivar at
“Ukrainska tingið hevur sagt Lyudmilu Denisova, ið er mannarættinda-umboð hjá tinginum, úr starvi. Hetta hevur Newsweek frá Ukrainska Pravda. Fyribils er eingin avloysari settur í starvið.
Avgerðin at seta Denisovu frá kom eftir øsing um orðingar, sum vórðu brúktar í almennum frágreiðingum um kynslig álop, sum russiskir hermenn skulu hava framt, eins væl og útbreiðslu av óváttaðum upplýsingum í hesum somu frágreiðingum. Hóast ákærur úr Ukraina hevur Kreml alla tíðina nokta fyri at russiskir hermenn skulu hava framt krígsbrotsverk ella framt kynsligan ágang undir innrásini.”
Málið var tikið upp í tinginum eftir at ukrainskir miðlar og tíðindafólk skrivaðu eitt opið bræv, har funnist var at Denisova. M.a. skrivaðu tey í brævinum, at frágreiðingar, sum viðvíkja kynsligan ágang mugu “kunngerast við varsemi”, serliga tá tað snýr seg um børn.
Sambært Newsweek skrivaðu tíðindafólkini í brævinum um hvussu frágreiðingar frá Denisova fóru út í æsir og smálutir um neyðtøkur av børnum niður í 6 mánaða aldur, sum skulu hava verið framdar av russum.
Brævið fanst at Denisova fyri at hava smálutir í málum, sum sambært teimum ikki vóru váttað, og heittu á hana um at “kanna fakta áðrenn givið verður út” og “einans bera upplýsingar víðari, sum tað er nóg gott próvgrundarlag fyri”.
Brævið segði víðari at upplýsingar, sum koma frá skrivstovuni hjá Denisova verða mettir sum fakta av miðlunum og verða síðani brúktir í greinum og í røðum hjá almennum persónum.
Newsweek vísir til ukrainskar keldur, ið siga at tinglimurin, Pavlo Frolov, gav nakrar grundgevingar fyri, hví Denisova varð søgd úr starvi. Millum annað skal eitt “ótal av smálutum um ónátúrlig kynsmissbrot og kynsliga missnýtslu av børnum í hersettu økjunum, sum ikki vóru undirbygd við próvtilfari, og sum bara skaða Ukraina” vera í frágreiðingunum frá henni.
Aðrar grundir til at hon var søgd úr starvi vóru sambært Frolov “áhaldandi misshald av skyldunum í sambandi við at fáa sett humaniterar korridorar í verk” eins og at hon “mótarbeiddi burturflytingnini av vaksnum og børnum frá hersettu økjunum.”
Søgan hevur m.a. fingið viðmerkjaran, Caitlin Johnstone, upp úr stólinum. Hon vísir m.a. á at Newsweek hevur verið millum mongu vesturlendsku miðlarnar, sum ókritiskt hava endurgivið óváttaðu upplýsingarnar frá Denisova um hendingar í Ukraina. Hon var m.a.”Ukrainska embætisfólki” sum var keldan til yvirskriftina í Newsweek í apríl, sum elvdi til nógva øsing: "Russians Raped 11-Year-Old Boy, Forced Mom to Watch: Ukraine Official" (Russarar neyðtóku 11-ára gamlan drong, noyddu mammuna at hyggja: Ukrainskt embætisfólk), ein grein har øll fyrsta helvtin var óváttað og óprógvað páhald frá Denisova.
Johnstone nevndi eisini Denisova í aðrari grein herfyri, har hon fanst at blindu og ókritisku endurgevingini av óváttaðum og óprógvaðum páhaldum í vesturlendskum miðlum av søguni um tveir russar, sum neyðtóku eitt 1-ára gamalt barn til deyðis.
Business Insider, The Daily Beast, The Daily Mail, The Sun, Metro, The Daily Mirror og Yahoo News høvdu øll frásagnir um somu søguna, og einasta keldan hjá teimum øllum, var ein postur, sum Denisova hevði skrivað á eina almenna heimasíðu hjá Ukrainsku stjórnini, sum ikki hevði nøkur prógv, men sum endaði við at biða um meira vápn og fleiri handilstiltøk móti Russlandi frá vestanlondunum.
Heimasíðan “Moon of Alabama” hevur savnað aðrar søgur úr vesturlendskum miðlum, har páhald frá Denisova ókritiskt verða borin víðari sum tíðindi, sum t.d. í Business Insider: "Ukraine says it received more than 400 reports of sexual violence, including rape, by Russian soldiers within 2 weeks" (Ukraina sigur seg hava fingið fleiri enn 400 frágreiðingar um kynsligan harðskap innan tvær vikur, harímillum neyðtøkur, framt av russiskum hermonnum) og í Time "Ukrainians Are Speaking Up About Rape as a War Crime to Ensure the World Holds Russia Accountable." (Ukrainarar siga frá um neyðtøkur sum krígsbrotsverk fyri at tryggja sær at heimurin dregur Russland til svars fyri tað.)
Caitlin Johnstone viðmerkir á sín eyðkenda turrisliga hátt, at hendan søgan sum heild vísir, at Ukrainskir myndugleikar eru meira kritiskir um tíðindi frá ukrainskum myndugleikum, enn stóru vesturlendsku miðlarnir eru.
Keldur:
Newsweek - Ukraine Official Fired Over Handling of Russian Sexual Assault Claims
Caitlin Johnstone - Ukrainian Official Behind Western Media Reports Of Russian Atrocities Fired By Ukrainian Parliament
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald