Uttanlands

Twitter strikar og bannar ein av heimsins mest viðurkendu hjartalæknum fyri at deila hetta video

Dr. Peter McCullough, ein av heimssins mest endurgivnu og útgivnu læknum á sínum serøki, er bannaður av Twitter fyri at deila video um børn og kovidkoppseting. Síggj video her.

2022-10-10 14:46 Author image
Jón Tyril

Dr. Peter McCullough, kendur sum ein sera dámligur, gløggur og virdur hjarta- og nýra-lækni, og harafturat millum mest publiseraðu og siteraðu fólkini í læknafrøðini við einum h-indexi á 116, hevur leingi verið kritiskur mótveig ráðandi frásøgnini um koronuvirusin, men hevur verið rímiliga varin, hvussu hann hevur úttalað seg. Men nú deildi hann eitt video, sum Twitter ikki var við uppá, so miðilin strikaði ikki bara hendan ávísa postin, men fyrst allar hansara fylgjarar, so allar hansara postar, fyri síðani at læsa kontuna hjá læknanum. Twitter himprast sostatt ikki at meta um og strika læknafrøðiligar útsagnir, sum ganga ímóti vegleiðingunum hjá sosiala miðlinum, eisini hóast tú eitur Dr. Peter McCullough og er millum fremstu læknar í heiminum á tínum øki og úttalar teg um títt fakøki.

Seinasta tvitið hjá McCullough áðrenn hann var strikaður, var hetta góðar 3. minuttir langa video undir heitinum "Are the kids OK," á føroyskum, hava børnini tað gott?

Við hesum tekstinum: "Hvussu fekk Pfizer børn at tekna seg til royndirnar við kovid19 koppsetingunum? Hví lýsti eitt sjúkrahús í New York við at fáa børn inn. Hygg at hesum video og finn útav hví."

Noturnar uindir videonum við kelduávísingum o.l. siga m.a.:

“Pfizer lýsing til børn fyri luttøku í kliniskum royndum við koppingarevninum

https://www.youtube.com/watch?v=Xm_gLd7MjP0

NY Presbyterian Hospital lýsing fyri børn við myokarditis (hjartabruna)

https://t.co/Xb9onThJxp

Myokarditis kanning av 790.000 sjúklingum

https://www.mdpi.com/2077-0383/11/8/2219/htm

McCullough vitnar, 4 mars, 2022

Livestream frá vitnisburðum í senatinum í Pennsylvania:

Senatormastriano.com/medicalfreedompanel

27:00 - 27:25 - klippið í VSRF videonum “Are the Kids OK”?

Tawny Buettner, barna sjúkrasystir

VIDEO, sept. 2022, San Diego Board of Supervisors fundur

https://www.youtube.com/watch?v=sZsILBwn2hg

Kanning hjá amerikanska hjartafelagnum (The American Heart Association study)

https://www.ahajournals.org/doi/10.1161/CIRCULATIONAHA.121.056583

Maddie DeGaray

https://www.vacsafety.org/learn/media

Grein úr The Federalist, 9. sept. 2022

https://thefederalist.com/2022/09/09/cdc-admits-post-vaccine-myocarditis-concerns-that-were-labeled-covid-misinformation-are-legit/

Ernesto Ramirez

https://www.redvoicemedia.com/2022/09/thats-beyond-fraud-how-fema-bribed-ernest-ramirez-to-change-his-sons-death-certificate-to-covid-video/

Allar dátur frá Vaccine Adverse Event Reporting System hevur Albert Benavides drigið úr VAERS databasuni

Jessical Rose, PhD, útgivin grein um undir-rapportering í VAERS

https://cf5e727d-d02d-4d71-89ff-9fe2d3ad957f.filesusr.com/ugd/adf864_0490c898f7514df4b6fbc5935da07322.pdf

Grein úr Drug Watch

https://www.drugwatch.com/baby-formula/recall/

Dr. Peter McCulloug var á Unfiltered við Don Bongino og greiddi frá at hann var strikaður:

Dr. McCullough var eisini nógv umrøddur í miðlunum í sambandi við at hann var á Joe Rogan Experience og tosaði um kovid19.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald