Innanlands

Tríggir redaktørar tala fyri at fiskiveiðusamstarv við Russland heldur fram

Redaktørarnir á Norðlýsinum, R7 og Hinvegin viðmerkja allir fiskiveiðusamstarvið við Russland, eftir at Dagur og Vika mánakvøldið hevði innslag, sum snúði seg um samráðingarnar millum politisku flokkarnar, hvørt Føroyar skulu halda fram við samstarvinum, ella um tað skal slítast. Teir tríggir redaktørarnir tala allir, á hvør sín hátt, fyri at fiskiveiðusamstarvið við Russland skal halda fram.

2022-10-18 23:31 Author image
Jón Tyril

Eivind Jacobsen, redaktørur á R7, skrivar m.a. soleiðis undir yvirskriftini “Ukraina, Russland og Føroyar”:

“Í Týsklandi er tað betra slagið, sum velir Tey Grønu. Tey verða ikki rakt av inflatión og hægri gassprísum. Tey eru fyri maximum konfrontatión, tí tað rakar ikki tey. Orsøk er at halda, at tað sama er galdandi í Føroyum.

Heldur ongin minnist, at fyri 10 árum síðan vóru Føroyar boykottaðar av ES og av Danmark. Hetta tí vit ásettu okkum egnar uppsjóvarkvotur! Tá fingu vit nýggjar marknaðir. Somuleiðis gjørdi boykott at vit fingu kr. 7 meira fyri hvørt kilo av laksi.

MSC segði tá, at Føroyar var stórsti syndarin í samband við ovurfisking.

Russland er næstan altíð í okkara parti til samráðingar. Tað viðførur, at vit fáa nógv meira burtur úr í samráðingum við onnur lond.

Roknistykki sum politikarar tosa um tykist langt frá veruleikanum.

Sjálvandi telja prinsippir eisini og ikki bara pengar. Tí er spurningurin: hví tosar ongin um friðarsamráðingar?”

Les alla viðmerkingina hjá Eivindi her

Jóhan Lützen, blaðstjóri á Norðlýsinum, skrivar undir yvirskriftini “Búgva vit í sama landi” grein í dag. Tvey brot ljóða soleiðis:

“Tað er ófrættakent at hoyra frelstu meiningarnar um komandi fiskivinnusamráðingarnar frá teimum, ið hava sína dagligu gongd á bonaðu gólvunum og í flógvu skrivstovunum í Havn. Eftir Degi og viku mánakvøldið at døma vilja tey slíta alt fiskivinnusamstarv við Russland, kosta hvat tað kosta vil, bert fyri at senda eitt signal út.

 (…)

"Mest margháttliga partinum av innslagnum stóð Eirikur Lindenskov tí fyri.

Stjórin í Miðlahúsinum tosaði orðarætt um fiskivinnuna sum “tann vinnan, sum verður rakt”, um ongar fiskivinnusamráðingar vera. Og hesin hátturin at hugsa uppá tykist vera hin sami millum floksformenninar í stóru andstøðuflokkunum, sum saman við blaðstjóranum í Miðlahúsinum og formanninum í Miðflokkinum búgva í miðstaðarøkinum. Ein hugsanarháttur, ið ljóðar okkurt sum “tað man ikki gera so nógv, at fiskivinnan verður rakt; tað hendir ikki í okkara bakhava”.

Men hóast retoriska spurningin í yvirskriftini, so búgva vit altso í sama landi, í sama samfelagi. Og tað fer heilt víst eisini at raka miðstaðarøkið, um vit bara kvetta fiskivinnusamstarvið við Russlands. Tey alment løntu í Havn fara gamaní ikki at vera eins skjótt rakt, og helst ikki líka meint rakt heldur, men tey fara at vera rakt á ein hátt, ið kann merkjast, tá Landskassin stendur og manglar inntøkurnar frá fiskivinnuni. Lat ongan iva vera um tað.

Vit eru ein pinkulítil fiskivinnutjóð. At slíta fiskivinnusamráðingarnar bara fyri at senda eitt signal út fer ikki at nerva Russland í heila tikið. Als ikki, tá Noreg fer til líknandi samráðingar. Tað fer tí bara at raka okkum sjálvi. Ikki bara Barentshavsflotan, ikki bara fiskivinnuna, ikki bara Norðoyggjar og Eysturoy, sum onkur kanska heldur, men allar Føroyar. Tí vit búgva í sama landi.

Í hesum málinum er stóribróður, Noreg, gingin undan, og hann hevur víst okkum á eina gongda leið.”

Les alla greinina hjá Jóhan Lützen her.

Jón Tyril, redaktørur á hinvegin, skrivar á sínum privata FB-vanga mánakvøldið m.a.:

“At slíta samstarvið við eitt land í orrustini, er eitt slag av upptrapping. Vit gera ikki støðuna betri við upptrapping, hvørki fyri Ukrainar, Russar ella okkum sjálv. Tvørturímóti kann tað koma okkum sera ógvusliga aftur um brekkur, tá ið orkumangulin og búskaparkreppan í europa veruliga fara at bíta.  Og tað er ikki á nakran hátt moralskari at slíta alt samstarv við eitt land í kríggi, uttan so at tað er eitt prinsip, sum altíð er galdandi, og við somu vekt móti øllum londum. Annars er tað dupult standardur og dupultmoralur. Og tað er ómoralskt.

Og harafturat er tað ikki uppgávan hjá okkara myndugleikum at velja, hvør er moralskari enn annar úti í stóru verð, men at tryggja føroya fólki karmar, so vit kunnu lívbjarga okkum. Vit síggja at europeisku politisku eliturnar, í eini roynd at revsa Russland, ístaðin eru í ferð við at gera tað fulkomiliga ómøguligt hjá vanliga fólkinum í Europa at liva sømilig lív, kanska í fleiri tíggjuár fram. Tað gagnar ongum, men ger bara skaða. Lat okkum ikki fara inn á hatta sama sporið.”

Síggj alla viðmerkingina hjá Jón Tyril her:

***

Tit, kæru lesarar, eru okkara sponsorar. Hjálp okkum at fáa upplýsandi tilfar á føroyskum út á síðuna við at stuðla okkum við eini eingangs upphædd ella fastari flyting á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald