Uttanlands

The Economist: Vápnakrøvini hjá Ukraina eru størri enn flestu herar í Europa liggja inni við

300 stríðsvognar, 600-700 vápnað hermannaakfør og 500 kanónir krevjast fyri at trýsta russisku herdeildirnar aftur sambært ovasta generalinum hjá Ukraina. Men hetta er meira enn samlaðu stríðsvagnaliðini hjá flestu europeisku herunum, skrivar The Economist, sum hevur eina áhugaverda greinarøð um kríggið í Ukraina

2022-12-20 14:01 Author image
Jón Tyril

Bretska blaðið The Economist hevði tann 16. desember eina greinarøð, har blaðið hevur gjørt samrøðu við Ukrainska forsetan, Zelensky, ovasta generalin fyri Ukrainska herin, Valery Zaluzhny, og næst kommanderandi í herinum, Oleksandr Syrsky.

Tað er kanska serliga samrøðan við Zaluzhny general, sum hevur fingið nógva umrøðu, tí hann málar eina aðra døkkari og kanska meira realistiska mynd av stríðnum, enn hana, sum vit eru von við í vesturlendsku miðlunum. Her eru nøkur brot.

«Júst sum í [seinna heimsbardaga] … so fyrireika teir nýggjar veitingar onkunstaðni aftan fyri Uralfjøllini,» sigur Zaluzhny generalur, og vísir til sovjettisku avgerðina at flytta verjuídnaðin eystureftir, út um har nazistisku bumbuflogførini kundu røkka. «Teir eru 100% fyrireikaðir.» Eitt stórt russiskt álop kann koma «í februar, í besta føri í mars, og í ringasta føri í endanum av januar», sigur hann. Og tað kann koma hvar tað skal vera, ávarar hann: Í Donbass, har sum harra Putin er grammur eftir at vinna restina av Donetsk landslutinum; sunnaneftir, móti býnum Dnipro; enntá móti Kiev. Í roynd er eitt nýtt álop á høvuðsstaðin óundansleppandi, sigur hann: «Eg ivist ikki í at tað fer at verða gjørd ein roynd at kringseta Kiev av nýggjum.»

Ógvusligur kravlisti

Blaðið heldur á:

“Zaluzhny generalur, sum er í ferð við at uppbyggja eitt nýtt herlið, kemur við einum ynskilista. «Eg veit at eg kann vinna á hesum fíggindanum,” sigur hann. «Men eg mangli útgerð. Mær tørvar 300 stríðsvognar, 600-700 vápnað hermannaakfør (IFV -Infantry Fighting Vehicles), 500 kanónir (howitzers).»

Tilsamans er veitingin, hann hevur tørv á størri enn samlaðu stríðsvagnaliðini hjá teimum flestu europeisku herunum.”

Til samanberingar hevur eitt nú Bretski herurin sambært Statista einans 227 stríðsvognar at ráða yvir.

The Economist vísir á, at londini, sum geva Ukraina vápn, eru við at vera í uppisetri við mestsum alt. 6. desember gekk amerikanska kongressin við til at lata Pentagon keypa 864.000 patrónir við 155 mm artillarígranatum, meira enn 12.000 GPS-stýrdar Excalibur-granatir og 106.000 GPS-stýrdar GMLRS-rakettir til HIMARS - teoretiskt nóg mikið til at Ukraina kann halda á at skjóta við núverandi títtleika í fimm mánaðir uttan støðg. Men hetta tekur nøkur ár at framleiða og verður ikki frammi til eitt møguligt vár-álop.

Bloomberg skrivaði dagin fyri, hin 15. desember, at útfallið av krígnum í Ukraina valdast, hvør fær fleiri granatir og rakettir fyrst.

Hvør av pørtunum, ið kemur at mangla veitingar fyrst, kann gerast avgerandi fyri, hvør av pørtunum hevur strategiska initiativið til at enda kríggið eftir sínum treytum, sigur Bloomberg.

Stríðandi partarnir hava stundum skotið meira enn 24.000 granatir um dagin, sambært einari frágreiðing í november frá Royal United Services Institute, umframt tíggjutals langt røkkandi rakettir, sum tað ikki eru so nógvar til av, álopsdronur og loftverjurakettir. Ógvusliga nýtslan av lóðri er “nógv ógvusligari nýtsla, enn NATO herarnir høvdu klárað at hildið koyrandi,” segði ein av høvundunum av frágreiðingini, Nick Reynolds.

Bloomberg skrivar víðari, at amerikanski herurin hevur sagt seg fara at økja framleiðsluna av 155mm granatum frá 14.000 um mánaðin upp til 20.000 um mánaðin til várs, og síðani upp til 40.000 um mánaðin tá ið vit koma til 2025.

Metta nýtslan hjá Ukraina er longu umleið 100.000 granatir um mánaðin. Metingarnar fyri russisku herdeildirnar eru, at tær skjóta áleið 20.000 granatir um dagin ímóti teimum 4.000 hjá Ukraina.

Sambært Bloomberg segði bretski admiralurin Tony Radakin herfyri, at Russland er við at koma í “kritiskan mangul uppá lóður til kanónirnar” tí landið hevði bara lagt til rættis fyri einum 30 daga kríggi.
Men stjórin fyri hernaðarligu fregnartænastuna í Estlandi sigur, at hansara meting er at Russland framvegis hevur umleið 10 milliónir granatir á lagri, og framleiðir støðugt nýggjar við eini ferð á umleið 3,4 milliónir granatir um árið, sum svarar til meira enn 9.000 um dagin. Tað, ávarar hann, fer at loyva Russlandi at halda kríggið koyrandi í minst eitt ár afturat.

Tíðin er ikki búgvin til «Mannerheim-røðuna» enn

Tað sæst á viðmerkingunum hjá The Economist, at blaðið sær døkku útlitini, sæð úr einum NATO sjónarhorni:

"Privat viðganga ukrainskir og vesturlendskir tænastumenn, at útfallið kann gerast eitt annað. “Vit kunnu og eiga at taka munandi meira landøki,” sigur Zaluzhny, generalur avgjørdur. Men hann viðurkennir møguleikan fyri at russisk framstig kunnu vera sterkari enn væntað, ella at tey ukrainsku kunnu vera veikari, tá ið hann sigur: “Tíðin er ikki búgvin enn at venda sær til ukrainsku hermenninar á sama hátt sum Mannerheim heitti á finsku hermenninar.” Hann sipar her til eina talu, sum ovasti generalurin í Finnlandi helt fyri hermonnunum í 1940 eftir eina harða friðaravtalu har Finnland lat frá sær landøki til Sovjet."

Carl Gustaf Emil Mannerheim sum hann vísir til, var hernaðarligur leiðari fyri hvítu herdeildirnar í finska borgarakrígnum í 1918, regentur yvir finnlandi í 1918-19, ovasti fyri finnska herin í vetrarkrígnum og framhaldskrígnum 1939-45. Og finnskur forseti 1944-46.

Douglas Mcgregor, fyrverandi oberstur í amerikanska herinum og fyrrverandi trygdarráðgevi hjá Trump forseta, tosaði um støðuna í Ukraina við Andrew Napolitano, dómara og viðmerkjara, har teir eisini koma inn á samrøðuna við Zaluzhny frá 2 min og 18 sek. McGreggor heldur at viðmerkingar hjá Zaluzhny hava til endamáls at fáa NATO at leggja beinleiðis upp í kríggið.

Í samrøðuni sipa teir til eina grein sum McGreggor hevur skrivað í The American Conservative, hon kann lesast her:

Washington Is Prolonging Ukraine's Suffering


Keldur:

The Economist - An interview with General Valery Zaluzhny, head of Ukraine’s armed forces

The Economist - A looming Russian offensive

The Economist - Volodymyr Zelensky and his generals explain why the war hangs in the balance

The Economist - “Anyone who underestimates Russia is headed for defeat”

Bloomberg - War in Ukraine Hinges on Who Gets More Rockets and Shells First

***

Takk fyri at tú vitjar hinvegin.fo

Hjálp okkum at fáa upplýsandi tilfar út til føroyingar við at stuðla okkum við eini fastari flyting ella eingangs upphædd á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald