Uttanlands

The Economist: Meðan europa stendur fyri búskaparligum hóttafalli, gongur framá hjá Russlandi

Vikuliga bretska búskaparavísin The Economist, skrivar at russiski búskapurin - í skarari andsøgn til europeisku búskapirnar - nú er í menning og styrknar, soleiðis at Putin kann halda fast og økja útreiðslurnar til hernaðarmál komandi árini.

2022-10-21 16:02 Author image
Jón Tyril

Handilsforðingarnar og tiltøkini, tey ógvusligastu í heimssøguni, sum skuldu fáa russiska búskapin niður á knøini eftir 14 døgum, soleiðis at tað gjørdist ógjørligt hjá Putin at kríggjast, hava víst seg at raka vestanlondini harðari, enn Russland.

Bretska blaðið The Economist greinar støðuna soleiðis:

“Í hesum døgum hava russar ikki nógv at reypa um, so teir brúka tað, sum teir kunnu. M.a. posta argisjúkir russar video, ið eru ætlað europeiskum hyggjarum, á sosialu miðlarnar, har gass komfýrar standa við fullari flammu í dagavís. Tað sum kann kosta hundraðtals eurur í Berlin, kostar ikki meira enn nakrar fáar ruplar í Moskva. Slíkt arg er barnsligt, men tað bendir á ein djúpari sannleika: Búskaparliga kríggið millum Russland og vesturheimin er á einum viðbreknum stað í løtuni. Meðan europa riðar á tromuni til búskaparligt hóttafall, so er Russland við at koma fyri seg.

Vesturlendsku handilstiltøkini, sum vóru sett í verk sum aftursvar til Putinsa innrás í Ukraina, hava skert langtíðarútlini hjá Russlandi. At útihýsa heimsins níggindastørsta búskapi frá atgongd til útlendska tøkni og serfrøði, hevur skert vakstrarmøguleikarnar við upp til eina helvt, benda forsøgnir á. Útflutningur av olju og gassi, hjartablóðið í russiska búskapinum, er áleið 3% lægri enn undan innrásini, og kann fella meira, tá ið europeisku handilstiltøkini fara at virka við fullari kraft um ársskiftið. Fyrstu seks mánaðirnar av krígnum rýmdu millum 250 og 500 túsund russar úr landinum, metir Liam Peach frá ráðgevarafyritøkuni Capital Economics. Mong vóru væl útbúgvin og fingu góða løn.

Avgerðin hjá Putin at seta eina lutvísa herbúgving í verk, hevur givið búskapinum enn eitt slag.”

[object Object]

(…)

“Hóast hesar trupulleikar, so er afturgongdin helst liðug nú. Mong ivast í almennum tølum um BTÚ, men tað er gjørligt at fáa eina fatan av virkseminum frá eini røð av keldum. Goldman Sachs, ein banki, framleiðir ein “verandi-virksemis-vísara" (current-activity indicator), sum fylgir við, hvussu búskapir klára seg frá mánaða til mánaða. Tølini benda á, at russiska virksemið er lívligari enn í øðrum stórum tjóðum í Europa (sí talvu). Ein máting av nýtsluni, sum Sberbank, enn ein banki, hevur gjørt, vísir at nýtslan skinklaði eftir herbúgvingina, men er síðani farin upp. Framleiðslan í bilaídnaðinum, sum fyri nøkrum mánaðum síðani í roynd var fallin niður á null, er eisini komin afturíaftur, sum bendir á, at framleiðararnir hava eydnast við at fáa hendur á veitingum úr øðrum londum enn teimum vestanfyri.

Í dollarum er mánaðarligi innflutningurin av vørum nú næstan við vissu hægri enn miðal fyri seinasta ár.

Í sínum nýggjastu forsøgnum uppsteig IMF útlitini hjá Russlandi fyri 2022. Í apríl metti stovnurin at russiska BTÚ fór at fella við 8,5%. Nú verður roknað við einum falli á 3,4%. Hetta er ikki nakað at reypa um, men tað er til at liva við. Í roynd og veru benda tølini á at Russland fer at klára at halda hernaðarútreiðslunum á sama støði. Í september góvu myndugleikarnir eina fyribils fíggjarætlan fyri 2023 til 2025 út. Sambært Elina Ribakova frá Institute of International Finance, sum er ein vinnubólkur (industry group), bendir hetta á stóran vøkstur í útreiðslunum til hernaðarmál komandi árini, serliga til innlendis trygd. Nú hann er sloppin undan búskaparskrædi, væntar Harra Putin at halda kósina, bæði uttanlands og heima.”

Kelda: Economist - As Europe falls into recession, Russia climbs out

***

Tit, kæru lesarar, eru okkara sponsorar. Hjálp okkum at fáa upplýsandi tilfar á føroyskum út á síðuna við at stuðla okkum við eini eingangs upphædd ella fastari flyting á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald