Innanlands

Tá ið illsinnið hjá barni tínum fær öði í teg

"Tá ið lítli sonur mín rópar eftir mær, ösir tað meg veruliga. Eg kann ikki gera við tað. Tað endar altíð við, at eg gevi aftur av somu skuffu, ella verri." - Shannon

2022-08-30 07:28 Author image
Dr. Laura Markham

Nógv foreldur siga mær, at tey megna ikki at halda seg í skinninum, tá ið barnið er treiskt. Og ja, barn títt finnur púra sikkurt útav, hvussu tað fær sinnið hjá tær á kók.

Men um vit ikki megna at vera rólig, tá ið vit verða argað, hvussu kunnu vit tá vænta tað av börnum okkara? Tey eru hóast alt ikki fult ment enn, og vit eiga at vera fyrimynd teirra.

Býrt tú saman við börnum, kanst tú vænta barnsligan atburð. Tað er okkara uppgáva at sissa stormin, og ikki at ösa hann til ódn.

Gransking vísir, at um regluliga verður rópt eftir börnum og ungum, eru sannlíkindini störri fyri at tey koma at stríðast við tunglyndi, ótta og atferðartrupulleikar; harímillum ódligan kropsligan atburð. Kanska varð rópt eftir tær, og tú komst væl undan hóast tað, men hvussu hevði lív títt verið, um tú púrt ongar trupulleikar hevði við sjálvsvirðinum, einki lyndi til ótta ella tunglyndi? At bróta ringrásina — at rópa—, er ein stór gáva til barnið hjá tær.

Og, við tað at barnið hjá tær lærir miskunn og tolni, er tað ein gáva til ommubörnini hjá tær við.

Soleiðis kanst tú vera fyrimynd við sjálvstamarhaldi og sleppa undan illsinnisherðindum, sjálvt tá ið hart leikar á.

1. Tá tú merkir, at sinnið smákókar, steðga, lat fara (líkamikið hvat tú tekst við ta lötuna, bara til tú ert róligari) og anda.

Minn teg á, at hetta er ikki ein kreppustöða. Tú sleppur ikki undan at verða örg/argur, í minsta lagi av og á, men tú kanst læra teg at steðga á og fara til síðis, tá ið tú fölir at sinnið fer avstað við tær.

2. Ikki seta mörk, meðan tú ert óð, uttan onkur er í vanda.

Til dömis, um börnini berjast, flyt barnið, sum er í vanda. Royn og lat vera við at fara í holt við tað illa barnið, til tú ert sissað. Um barnið mutar ímóti, sigur tú so lagaliga sum tú fært: “Vit snakka um hetta so skjótt sum eg havi sissað meg. Í lötuni, vænti eg av tær, at tú ber teg so væl at, sum tú klárar.”

Um tú hevur átrokandi trongd til at tykta barnið, er tað tekin um at tú ert í “berjast, flýggja ella frysta” (en: “fight, flight or freeze”) stöðu. Tá ið tú byrjar at síggja barnið sum fíggindan er tíð uppá at hava tunguna mitt í munninum og fara til síðis.

Tað er ikki ov seint at seta barninum mörk, tá ið tú ert komin niður á jörðina aftur. Tú ert tá för fyri at fáa samband við barnið, áðrenn tú rættar tað — soleiðis kanst tú kyrra stormin, heldur enn at gera ilt verri.

Nei, tú tykist ikki veik. Tú sært út sum ein, ið hevur tamarhald á illsinninum hjá sær. Tú ert ein fyrimynd, minnist tú?

3. Minn teg sjálva á, at barnið “skikkar sær ikki illa” fyri at gera tær ónáðir.

Fær barnið eitt “herðindi”, er tað herðindi av kenslum, tað ikki fær borið fram. Tað hevur enn nógv at læra, og heilin er framvegis í eini menningargongd. Tí törvar barninum tína hjálp at sissast og seta orð á kenslurnar.

4. Hav tamarhald á tær sjálvari, ikki barninum.

Tað er natúrligt at ösa seg um barnið treiskast, men tað hjálpir ikki uppá stöðuna; tað ger ilt verri. Lat vera við at gera nakað, meðan tú fært tínar egnu kenslur uppá pláss. Umráðandi er fyrst at fáa öðina at fána burtur av tær.

(Heldur tú tað er ringt at koma niður á jörðina? Komandi grein er um júst tað: Óð? Sissa, ikki missa teg!)

So skjótt tú hevur sissað teg so frægt, at tú ert rólig, verður barnið eisini skynsamari. Um ikki, les #5.

5. Skapa tryggleika við at lurta.

Hvört tað er smábarnið, ið hevur illsinnisherðindi, ella hitt tíggjuára gamla, ið rópar, so er tað, teimum törvar, at tú lurtar. Sig: “Tú manst vera nakað kedd, tá ið tú snakkar soleiðis við meg…hvat bagir?” Lurta síðani.

Undrast tú á, hví barnið skuldi givist við at leika í ella rópt, um tú “lönar” tí við at lurta? Tá ið tað sær, at tað verður hoyrt, er ikki neyðugt at rópa. So skjótt tú skapar tryggleika við at snakka róliga, vísir vilja at lurta, og letur barnið greiða frá úr sínum sjónarhorni, sissast tað. Tað er ikki at “löna” tí, men lærdómur um, at tað er óneyðugt at rópa.

Tá ið av tornar, læra börn at stýra kenslunum við okkum sum fyrimynd. Tí kemur einki gott burturúr at rópa aftur eftir teimum, tá ið tey rópa eftir okkum. Sjálvandi skal mark vera fyri hættisligum (ella ábyrgdarleysum) atburði, men tað letur seg gera við at vera samkennandi, og harvið skapa kensluligan tryggleika samstundis. Tað er ongantíð neyðugt at seta mark fyri kenslum. Og nei, at senda barnið inn í kamarið at sissa seg, skapar ikki tryggleika kensluliga. Hinvegin lærir tað barnið, at kenslurnar eru illavorðnar og ræðandi.

6. Minn teg á, at allur atburður er samskifti.

Eitt tað stórsta mistakið, foreldur gera, tá ið barnið ikki megnar at stýra kenslunum, er at “rætta” uppá útbrot av illsinni hjá barninum. Fyri barnið er tað tekin um at vit ikki lurta, og skapar bara meira öði. Tað eggjar eisini til valdsstríð. So um barnið feiar alt av borðinum á gólvið, lat tá vera við at siga; “Henta hatta upp aftur beint nú!” Barnið veit at gerðin var skeiv — tí gjördi tað soleiðis; fyri at vísa hvussu örkymlað tað var.

Tak heldur atferðina sum samskifti og svara barninum: “Tú vísir mær hvussu spinnandi óð tú ert, við at blaka ting á gólvið. Eg síggi, at tú ert sera ill, og eri hörm um, at hetta er so ringt, men sig mær við orðum, hvat bagir, meðan eg lurti. Síðani kann eg hjálpa tær at fáa hetta í rætt lag.”

Tá ið barnið er komið niður á jörðina, og tú hevur viðurkent, hvat elvdi til öðina, greiðir tú blídliga frá, at tú altíð ert har fyri tað, og vilt hoyra, hvat tað hevur at siga, so barnið ikki nýtist at blaka ting á gólvið fyri at fáa samband við teg. Spyr síðani um barninum törvar hjálp at taka tingini upp aftur av gólvinum. Flestu börn biða orsaka, tá tað er komið hertil og skunda sær at rudda hurlivasan aftur. Tað, sum tey fáa burturúr? "Foreldur míni lurta altíð. Ikki neyðugt hjá mær at geila alt upp. Tey eru har fyri at hjálpa mær."

7. Bloyt hjarta títt.

Um nú barn títt stendur fast í öði og blíðkast ikki? Vís vegin. Bloyt hjartað títt. Ja, ivaleyst hevur tú rætt, í hvussu so er úr tínum sjónarhorni, men hvat er týdningarmiklari, at hava rætt, ella at lata barnið merkja, at tú hevur skilt tað, so tú harvið fært tað at lurta betur eftir tær? Ger tær ómak at síggja stöðuna úr hansara sjónarhorni, eisini um tú ert ósamd. Hann blotnar afturfyri og verður meira hugaður at lata teg hoyra sorgirnar og óttan, sum eru orsök til öðina. Tú hugsar kanska, at nú “gevur tú eftir”, men tað gert tú ikki, tí tað eru ikki tínar reglur og mörk, ið verða broytt. Tú gevur bara honum rúm fyri sínari uppliving; viðurkennir hansara kenslur. Og við at royna hetta, sært tú, at tað, at bloyta hjartað, fyri at síggja stöðuna frá hansara sjónarhorni, er lekjandi fyri teg við.

8. Steðga á.

Letur tað seg ikki gera at blíðkast beint nú, tí tit bæði eru ov ill? Lat fara fyribils. Sig við barnið: “Eg má sissa meg; aftaná finna vit ein hátt at böta uppá hetta”. Tá tú ert rólig aftur, so er at endurskapa sambandið. Ver ein fyrimynd fyri barnið, tá ið brotið tykkara millum skal bötast aftur. Nem við barnið, fjasa og flenn fyri at skapa álit og tryggleika.

Hetta er tað. Minni drama, meira kærleiki.

Hesin háttur broytir. Men hvat um tú javnan ert við at bresta, ella heldur tað er so trupult at blíðkast, at tú ikki fært hendan háttin at rigga? So er tað eitt tekin um at har er nakað, tú mást arbeiða við tær sjálvari við. Hvussu er og ikki, so er tað eingin, ið veruliga “kveikir í” teg. Tað eru tínir “neistar” úr tínum barndómi. Barnið hevur bara grivið neistarnar fram í ljósmála og býður tær hövið at gröða teir. Meira um hetta næstu ferð: Óð? Sissa, ikki missa teg!

Upprunagrein: Aha Parenting - When Your Child's Anger Triggers You


Høvundur: Dr. Laura Markham, stovnari av AhaParenting.com, høvundur at bókunum Peaceful Parent, Happy Kids, Peaceful Parent, Happy Siblings og hennara nýggjastu Peaceful Parent, Happy Kids Workbook

Týtt: Kristfríð Tyril


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald