Uttanlands

Tá heimurin gongur í blindum

Tøl fyri ovurdeyðiligleika vísa okkum, at lond sum læstu niður, ikki kláraðu seg betur, enn tey, sum ikki læstu niður, skriva professararnir Kulldorff og Bhattacharya

2022-04-07 13:49 Author image
MARTIN KULLDORFF & JAYANTA BHATTACHARYA

Meðan farsóttin hevur gingið, hava miðlarnir verið grammir at samanbera kovid-hagtøl úr ymiskum londum. Men slíkar samanberingar kunnu mangan vera svikaligar.

Taka vit t.d. talið av smittutilburðum, case counts á enskum, so valdast hesi tøl ikki einans, hvussu mong eru smittað, men eisini hvussu mong verða kannað í landinum. Hóast hetta kann vera brúkiligt fyri at meta um, hvørt smittutølini eru hækkandi ella lækkandi í einum ávísum landi, so vera tølini svikalig, tá vit samanbera millum lond. Um vit veruliga vilja vita, so kundi tað verið lætt at gjørt við seroprevalens kanningurm, sum kanna, hvussu stórur partur av fólkinum hevur andevni. Men allar stjórnir hava ikki verið grammar at gera hesar kanningar, og summi vísindafólk hava beinleiðis komið sær í trupulleikar av at gera slíkar kanningar.

Um vit samanbera tølini av kovid-andlátum millum lond, sum mong tíðindafólk hava gjørt, so er tað ikki frægari. Eitt kovid-andlát verður skilmarkað ymiskt í ymiskum londum, við ymiskum lægstu- og hægstu mørkum fyri, hvussu nógvir dagar skulu vera gingnir eftir ein positivan test og andlát. Tískil fáa londini ymisk tøl fyri, nummar eitt, tey, sum veruliga eru deyð av kovid, og fyri tað næsta, tey, sum hava kovid sum ein viðvirkandi part av deyðsorsøkini, og nummar trý, tey, sum eru deyð við, heldur enn av, kovid.

Hendan ógreiða kann elva til ovurskráseting av kovid-andlátum. Um vit veruliga ynsktu at vita meira um hetta, so hevði tað verið lætt. Vit kundu tilvildarliga valt út nøkur skrásett andlát og síðani gjøgnumgingið og eftirmett læknaligu skjølini, sum hoyra til tann deyða. Tað er undranarvert, so fáar slíkar kanningar eru gjørdar.

Onnur lond hava undir-skrásett kovid-andlátini. T.d. hevur Nikaragua skrásett sera fá kovid-andlát. Tó so, frá frágreiðingum um at snikkarar í landinum máttu arbeiða yvirtíð fyri at nøkta eftirspurninginum eftir gravarkistum í 2020, so vita vit, at har sanniliga doyðu mong av kovid alíkavæl.

Fjølmiðlarnir hava eisini fløkt seg í fleiri avgerandi variablum. Til dømis kom farsóttin og tók dik á seg ymisk tíðarskeið í ymiskum londum. Enntá inni í einstøkum londum rakti tað ymiskt til ymsar tíðir. Júst sum vit áttu at rokna við undir eini hvørjari farsótt. Undir fyrstu bylgjuni í 2020 prísaðu summi lond sínum strongu niðurlæsingum og lága kovid-deyðstíttleika, men aftaná blivu summi so hart rakt, at tey nú liggja millum tey við hægsta kovid-deyðstíttleikanum í heiminum.

Kovid eru eisini tengt at árstíðini. Tað vil siga, at tað fylgir ymiskum mynstrum sambært árstíðini í ymiskum landøkjum. Hesum fløktust tíðindafólk eisini í. Nógv tíðindafólk (ofta í stødd í New York) góvu kovidpolitikkinum ábyrgdina av summarbylgjuni í sunnara partinum av USA í 2021. Men tá ið eftirfylgjandi vetrarbylgjan rakti norðrara USA, gjørdist greitt fyri øllum, at hetta var tengt at árstíðini.

Víðgongdar kovidavmarkingar, sum til dømis tær, ið vóru settar í verk í Australia, Hong Kong og New Zealandi, hildu sanniliga virusinum burtur eina tíð. Men tað útsetti bara tað, sum ikki kundi sleppast undan. Øll lond noyðast at arbeiða seg ígjøgnum farsóttina fyrr ella seinni.

Hetta, at vit hava so stórt fokus á smittutølum og deyðstølum, ger harafturat, at vit ikki síggja fylgiskaðarnar frá avmarkingunum. Hesir fylgjuskaðar hava verið við til at økja um andlátini frá øðrum sjúkum, og hesi andlátini eru júst líka syrgilig, sum tey av kovid. 

Eitt grundleggjandi prinsipp innan fólkaheilsu er at tú skalt ongantíð miðsavna teg einans um eina einstaka sjúku, men síggja fólkaheilsu sum eina heild. Hóast niðurlæsingarnar skuldu minkað um deyðstølini av kovid, sum tað tó er lítið, sum bendir á, so er eisini neyðugt at hava í huga, tann skaða, sum niðurlæsingarnar høvdu á onnur heilsuviðurskifti, sum t.d. versnandi útfall við hjarta- og æðrasjúkum, avlýstar krabbameins-kanningar og viðgerðir, færri barnakoppsetingar og versnandi sálarheilsa.

Havandi alt hetta í huga, hvussu kunnu vit so samanbera, hvussu ymisk lond hava handfarið farsóttina? Hóast tað ikki er fulkomið, so er frægasti mátin, at samanbera ovurdeyðiligleika; tað er, staðfesta samlaða talið av deyðum undir farsóttini, minus miðaltalið av staðfestum deyðum árini framanundan farsóttini. Eftirsum farsóttin ikki er liðug enn, so hava vit framvegis ikki fulkomnu myndina. Tó so gevur ein grein í The Lancet okkum tøl fyri ovurdeyðiligleika í 2020-2021 fyri næstan øll lond í heiminum. Kortið niðanfyri vísir úrslitini:

[object Object]Hvat kunnu vit so fáa burturúr hesum dátatilfari? Hvussu standa tríggjar høvuðsstrategiir í handfaringini ímóti hvørji aðrari: (a) ein ‘ger einki, lat tað bara koyra’ tilgongd; (b) miðvís verja av teimum eldru í serligum vandabólki, við fáum avmarkingum á onnur, og (c) víðfevndar niðurlæsingar og avmarkingar á allar aldursbólkar? 

Hvítarussland og Nikaragua gjørdu lítið fyri at verja eldra fólkið, og settu sera fáar kovidavmarkingar í verk sum heild. Tey hava eisini millum tey fæstu kovid-andlátini skrásett. Frá tølunum uppá ovurdeyðiligleika er tó greitt, at tey sluppu ikki undan farsóttini. Nikaragua hevði 274 eykadeyðsføll pr 100.000 íbúgvar, sum er júst tað sama, sum miðaltalið fyri londini í økinum. Hvítarussland hevði 483 eykadeyðsføll pr 100.000, sum er hægri enn miðal fyri eystureuropa (345) og hægri enn miðeuropa (316). 

Millum londini í vestureuropa, høvdu norðanlondini linastu tiltøkini, samstundis sum tey royndu at verja tey gomlu í vandabólkum. Svøríki var fyri nógvum atfinningum í altjóða miðlum fyri hesa tilgongd. The Guardian skrivaði til dømis í 2020, at lívið í Svøríki kendist “surrealistiskt”, har “gingu pør og spákaðu arm í arm í vársólini.” Mong fjølmiðlafólk, politikkarar og vísindafólk væntaðu, at linaru tiltøkini í norðanlondum fóru at hava eina vanlukku við sær. Tað hendi ikki. Svøríki hevur millum lægstu tøl av skrásettum kovidandlátum í Europa. Og millum europeisk lond við meira enn einari millión íbúgvum, so eru Danmark (94), Finnland (81), Norra (7), og Svøríki (91) fýra av einans seks londum við yvirdeiðiligleika undir 100 pr 100.000 íbúgvar, hini bæði eru Írland (12) og Sveits (93). 

Hvussu við Stórabretlandi, sum hevði strangari kovidavmarkingar? Samanborið við miðal fyri vestureuropa, sum hevði 140 fleiri deyð fyri hvørjar 100.000 íbúgvar, so hevði Ongland 126, Wales 135, Skotland 131, og Norður Írland 132.

Í USA setti South Dakota fáar avmarkingar í verk, meðan Florida royndi at verja sínar eldru borgarar uttan at avmarka restina av fólkinum ov nógv. Elvdi tað til fyriboðaðu vanlukkuna? Nei. Samborið við miðal fyri allar amerikansku statirnar, sum var 179 fleiri deyð pr 100.000, so hevði Florida 212 og South Dakota 156. 

Londini sunnan fyri Sahara í Afrika hava skrásett tey lægstu tølini fyri kovidandlát í heiminum við 7 andlátum pr 100.000. Men teirra yvirdeyðiligleiki er 102 deyð fyri hvørji 100.000. Uttan at býta deyðsføllini upp í aldursbólkar, so vita vit ikki, hvussu nógv av hesum er undirskráseting av kovidandlátum, og hvussu nógv er orsaka av hørðum niðurlæsingum, sum elvdu til mattrot og hungur millum tey fátæku.

Londini við hægstu tølum fyri ovurdeyðiligleika eru Bolivia (735), Bulgaria (647), Eswatini (635), Norður Makedonia (583), Lesoto (563), og Peru (529). Eingi onnur lond fóru upp um 500 eyka deyðsføll fyri hvørjar 100.000 íbúgvar. Sambært strangleikaindexinum hjá Oxford (Oxford Stringency Index), so hevur Peru havt nakrar av heimsins harðastu kovidavmarkingum, meðan Bulgaria, Eswatini og Lesoto vóru nærri miðal. Bolivia hevði sera strangar avmarkingar í 2020, men ikki í 2021.

Hóast tølini fyri eykadeyðsføll eisini skulu handfarast við varni, so vísa tey tó, at tey fáu londini, sum vrakaðu strangastu kovidavmarkingar, ikki fingu vanlukkuligu deyðstølini, sum summi spáddu.

Farsóttin er ikki liðug enn, og við ymiskum árstíðarmynstrum í ymiskum heimspørtum, eins og tað er ymiskt, hvussu stórur partur av fólkinum hevur fingið natúrligan immunitet, so eru summi framvegis ikki komin ígjøgnum tað ringasta. Til dømis vóru 40 prosent av øllum kovidandlátum í Danmark fyrstu 80 dagarnar av 2022. Danmark er ikki so ekstremt sum Hong Kong, sum hevur havt 97% av øllum sínum kovidandlátum í 2022.

Stórsti veikleikin við hagtølunum fyri ovurdeyðiligleika er, at tey fanga ikki til fulnar andlátini, fyri ikki at tala um fylgiskaðan á fólkaheilsuna, sum kemst av sjálvum kovid-avmarkingunum. Avlýstar krabbameinskanningar og viðgerðir leiða ikki beinanvegin til deyða, men ein kvinna, sum ikki fær staðfest sín lívmóðirhálskrabba, tí kanningin bleiv avlýst, doyr kanska um trý til fýra ár, har hon kanska hevði livað 15-20 ár, um krabbin var staðfestur fyrr. Hagtølini yvir tey deyðu avspegla eiheldur ikki-deyðiligar fylgiskaðar, so sum vaksandi sálarheilsutrupulleikar ella mistar útbúgvingarmøguleikar. Hesir skaðar mugu gerast upp og handfarast í komandi árum.

Politikkarar talaðu fyri at strangastu niðurlæsingarnar vóru neyðugar fyri at bjarga mannalívum. Nú vita vit út frá ovurdeyðiligleikatølunum, at tað vóru tær ikki. Hinvegin hava niðurlæsingarnar havt sín lut í ovurstóru fylgiskaðunum, sum vit noyðast at liva við í mong ár fram. Tað er syrgiligt.

Søgufrøðingurin Barbara Tuchman, greiðir í síni klassisku bók, Gonga býttiskaparins (á enskum "The March of Folly"), frá, hvussu lond stundum seta ymiskt í verk, sum gongur ímóti teirra egnu áhugamálum. Hon byrjar við Troyja og troyjanska hestinum og endar við USA og Vietnamkrígnum. Við at skúgva til viks grundleggjandi og elligomul fólkaheilsuprinsipp undir farstóttini, so gingu flestu londini býttiskaparinnar veg saman. Leiðararnir í hesum londum skulu nokk klára seg. Uttan tað at onkur kanska fer eitt sindur fyrri á pensjón enn annars. Men skaðin sum er framdur móti børnum, teimum fátæku, arbeiðaraklassanum og miðalklassanum, fer at taka áratíggjur av umvæla aftur.


Greinin stóð upprunaliga í Spiked: The tragic folly of lockdown

Her endurgivin frá Brownstone Institute: The Global March of Folly

Um høvundarnar: Martin Kulldorff - Jay Bhattacharya

Týtt J.T.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald