Ein ísraelsk kanning av sáðkyknutali hjá monnum vísir sambært grein í blaðnum Andrology eina greiða minking í sáðkyknutalinum tríggjar mánaðir eftir annað prik við Pfizer mRNA, fyri síðan at koma fyri seg aftur, eftir fimm mánaðir, sambært granskarunum.
Úrslitini byggja á kanningar av sáði frá sáðgevum, sum lótu sáð til tríggjar ymiskar fertilitetsklinikkir í Ísrael.
Úrslitini kveikja lív aftur í eitt av nógv umrøddu kjakevnunum millum tey ivasomu at lata seg koppseta við mRNA prikunum: Ávirka prikini møguleikarnar at fáa børn? Hesin spurningur hevur sivja í pottinum síðani tað av fyrstan tíð frættist um mRNA koppsetingarnar, og serliga eftir at dátur vístu, at prikini í djórakanningum høvdu elvt til at rottumammur mistu ungarnar í burðartíðini, og eftir at aðrar kanningar vístu, at mátbarar mongdir av koppingarevninum hópaðust upp í eggrótini (ovariunum) og eistunum (testiklunum) á rottum.
Men bæði fjølmiðlar og umboð fyri heilsuverkini hava javnan verið úti og vissa um, at einki var at stúra fyri, tí mRNA koppsetingarnar hava onga ávirkan á nøringargøgnini, sum t.d. faktatjekkið frá Reuters her:
Men eftir at áleið ein hálv milliard menn hava fingið mRNA prikini, sær út til at koppsetingin hóast alt ávirkar sáðframleiðsluna og kann vera ein systemiskur vandi fyri sáðtalið hjá monnum.
Greinin reisir spurningar, sum eiga at vera kannaðir nærri beinanvegin. Saman við vandanum fyri hjartabruna, so leggja hesi nýggju úrslitini meira próvtilfar afturat argumentunum hjá Stabell Benn og øðrum, sum mæltu frá at koppseta frísk fólk undir 50 ára aldur - og enn minni at noyða tey, so sum gjørt hevur verið meira og minni beinleiðis í flestu londum.
Tað eru tey, sum vísa á, at dáturnar í greinini í veruleikanum ikki stuðla eini greiðari niðurstøðu um at sáðkyknutalið kom í rættlag aftur eftir fimm mánaðir, eins og greinaskrivararnir siga.
Vísinda-tíðindamaðurin og viðmerkjarin, Alex Berenson, vísir á, at tað er vorðið vanligt at síggja granskarar gera niðurstøður, sum ikki eru í tráð við dáturnar í teirra egnu gransking, helst tí at politiska og fíggjarliga trýstið imóti at siga nakað, sum kann seta koppingina í ringt orð, er so mikið stórt nú so nógv er lagt fyri í koppsetingarætlanunum og myndugleikar og vøld heimsins hava latið meira enn eina milliard fólk koppseta.
Berenson vísir m.a. á hesa talvuna úr greinini, sum vísir “total motile count” - talið á sáðkyknum í sáðnum minkaði 22% tríggjar til fimm mánaðir eftir annað prik (T2) og kom seg nóg illa í seinastu teljing (T3) tá tað framvegis var 19% undir støðinum áðrenn fyrsta prik.
Les upprunagreinina her: Covid-19 vaccination BNT162b2 temporarily impairs semen concentration and total motile count among semen donors
Les viðmerkingarnar hjá Berenson her: URGENT: The Covid vaccine paper on declining sperm counts is even worse than it seems at first
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald