10. januar í ár kunngjørdi almenna skúlaverkið í Seattle, Washington í tíðindaskrivi, at tað nakrar dagar frammanundan hevði meldað fyritøkurnar handan vælumtøktu sosialu miðlatænastunar TikTok, Instagram, Facebook, SnapChat og YouTube.
“Vit heita á hesar sosialu miðlafyritøkurnar at taka nógv størri ábyrgd, sum tær hava, at verja okkara næmingar, sum eru teirra viðbreknastu viðskiftafólk,” siga skúlarnir í tíðindaskrivinum.
Alt, sum kann gerast, má gerast, fyri at stuðla sinnisligu heilsustøðuni hjá næmingunum, siga teir víðari.
“Veruleikin er, at okkara ungu eru undir ovurhondsstórum trýsti og avbjóðingarnar, tey møta, bæði í samband við læru og lívið sum heild, eru uttan fordømi. Tær verða gjørdar enn og verri av neiligu ávirkanini, sum økt skýggjanýtsla, tilfar uttan eftirlit og møguligt sosialt miðlabundni hava við sær. Vit halda og vóna, at hendan rættarsakin er eitt týdningarmikið stig móti at venda hesi keðiligu gongdini fyri okkara næmingar.”
Seinasta ár tók King County - kommunan, sum Seattle er partur av - alment undir við amerikanska landslæknanum (Surgeon General), Vivek H. Murthy, at sinnisliga heilsustøðan hjá ungum er vorðin ein kreppa. Í frágreiðingini sum á vetri í 2021 lýsti trupulleikan, Protecting Youth Mental Health, leggur landslæknin dent á átroðkandi týdningin, tað hevur, at verja og hjálpa ungdómum í samband við sinnisliga heilsu:
“Unga ættarliðið í dag stendur andlit til andlits við avbjóðingar uttan fordømi, sum eisini eru serstakliga truplar at hanfara. Ávirkanin, hesar avbjóðingar hava havt á teirra sinnisligu heilsu, er skakandi.”
Landslæknin viðurkennir, at tøkni í nógvum førum hevur ágóðar við sær, men vísir samstundis á, at ávirkanin er skaðilig fyri mong.
“Tá ið hesi amboð ikki verður nýtt á ein ábyrgdarfullan og tryggan hátt, kunnu tey seta okkum upp ímóti hvørjum øðrum, styrkja um skaðiliga atferð, eins og happing og útihýsing, og undirgrava trygga og stuðlandi umhvørvið, ung menniskja hava tørv á og uppiborið.”
Skúlarnir í Seattle taka undir við hesi meting.
“Tað hevur eydnast saksøktu at útnytta viðbreknar ungar heilar, so at fleiri tíggju milliónir næmingar í øllum landinum eru fastlæstir í eini endurtakandi atferðarringrás á sosialu miðlunum, saksøktu hava ment, sum er eyðkend av ovur- og misnýtslu,” siga teir og leggja aftrat, “og tað, sum verri er, er at tilfarið, sum saksøktu savna og senda teimum ungu, ov ofta er skaðiligt og eyðrænandi.”
Skúlarnir siga, at tað eru sosialu miðlarnir og fyritøkurnar handan hesar somu, sum hava skyldina av, at ung stríðast við angist, tunglyndi, lágt sjálvsvirði, etingarólag, happing og bæði sjálvmorðstankar og -royndir. Av tí sama er tað fyri skúlarnar truplari at undirvísa næmingunum, so teir fáa eina haldgóða útbúgving. Skúlarnir hava í hesum sambandi kent seg noyddar at seta sálarheilsufrøðingar av ymiskum slagi í starv, at menna undirvísing í ávirkanini, sosialir miðlar hava, og at førleikamenna sínar lærarar.
Tað er fyritøkan Meta, sum eigur Instagram og Facebook, meðan Alphabet, sum eisini eigur Google, eigur YouTube. TikTok hevur kinesisku eigararnar Bytedance og fyritøkan, sum eigur SnapChat eitur Snap. Tað eru hesar fyritøkur, sum skúlarnir í Seattle hava saksøkt.
Í stevningini vísa skúlarnir í Seattle á, at sosialu miðlarnir, sum teir hava saksøkt, vinna sínar pengar við at fanga og halda fast í uppmerkseminum hjá sínum brúkarum. Hóast sosialu miðlarnir, talan er um, allir eru ókeypis, so selja teir lýsingar. Tað er umvegis hesar lýsingar, teir vinna sínar pengar. Longri, hugt verður eftir ítøkiliga sosiala miðlinum á skerminum, størri gerst møguleikin, at brúkarin trýstir á eina lýsing. Hetta merkir, at longri hugt verður eftir skerminum, tess fleiri pengar vinnur sosiali miðilin sær. Fyri at tryggja sær, at brúkarar hyggja so leingi eftir skerminum sum møguligt, hava sosialu miðlarnir hvør í sínum lagi ment sær algoritmir ella vitlíki, hvørs uppgáva tað er, at menna eina umfatandi greining av nýtslumynstrinum hjá einstaka brúkaranum. Soleiðis kann sosiali miðilin skræddaraseyma upplivingina, brúkarin hevur av sínum egna rensli - tvs. støðugu dagføringarnar frá vinum, áhugamálum, felagsskapum og fyritøkum, sum renna fram á skermin - og økja um sannlíkindini, at brúkarin heldur áfram at “skrolla” og, til seinast og síðst, trýsta á lýsingar.
Henda vinnuætlan hevur eydnast stak væl. Fíggjarligu áognirnar hjá hesum miðlafyritøkum eru risastórar. Virðið á Meta var í 2020, 589 milliardir krónur og tað á Bytedance táttaði í 2021 í 400 milliardir. Minsta fyritøkan av hesum fýra er Snap, sum í 2021 varð verd 51 milliardir. Alphabet, hinvegin, er tann størsta og var áognin í 2021 næstan 2,5 trilliardir krónur.
Skúlarnir í Seattle skuldseta hesar fyritøkur fyri tilvitað og miðvíst at leggja eftir ungum brúkarum við hesi vinnuætlan. Uppmerksemið hjá ungum verður fangað og fasthildið við tilfarið, sum ofta er skaðiligt: Eitt nú videotilfar, sum talar fyri etingarólagi, harðskapi, sjálvskaða og sjálvmorði. Sambært skúlunum, hava fyritøkurnar raðfest vinning fram um sinnisligu heilsuna hjá børnum.
“Hendan sinnisheilsuliga kreppan ávirkar stevnumálið hjá almenna skúlaverkinum í Seattle, at útbúgva næmingar, tí hon etur seg inn á tilfeingið, skúlar okkara hava,” siga saksøkjararnir og vísa á, at tað er á teirra skúlum, at næmingar fyrst og fremst fáa hjálp við teirra heilsu.
“Vit kunnu ikki skúgva sinnisheilsuligu tørvirnar hjá okkara næmingum til síðis.”
Sambært AP hava bæði Snap og Google, sum eiga ávíkavist SnapChat og YouTube, sjósett átøk, hvørs endamál er at verja og varðveita sinnisligu heilsuna hjá ungum brúkarum. Eitt nú stovnaði SnapChat átakið, Here For You, í 2020 og har kunnu brúkarar, sum stríðast kensluliga ella kenna onkran, sum ger tað, fáa vegleiðing. Bæði appini raðfesta eisini dátutrygd, filtrering av møguligum aldursóhóskandi tilfari og tíðaravmarking.
Næstan 52,000 næmingar eru knýttir at almenna skúlaverkinum í Seattle, sum umframt hetta hevur 3700 lærarar í starvi á 110 skúlum. Fíggjarætlanin táttaði seinasta fíggjarár í 1 milliard dollarar. Í Amerika eru 13,000 almenn skúlaøki og tað í Seattle er 75. størsta.
***
Takk fyri at tú vitjar Hinvegin.fo
Vit hava valt ikki at hava lýsingar ella haldaragjald á síðuni fyri at tíðindi frá okkum kunnu síggjast og lesast so víða sum gjørligt. Ístaðin liva vit av stuðli frá privatpersónum sum tær, ið halda, at okkara arbeiði hevur týdning. Um tú eisini heldur tað, so ert tú hjartaliga vælkomin at hjálpa okkum at fíggja arbeiðið við at lata antin eina fasta ella eina eingangs upphædd á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul ger mun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald