Amerikanska blaðið Wall Street Journal skrivar mánadagin 29. august, at Russland letur næstan eins nógv olju út á marknaðin nú, sum áðrenn innrásina í Ukraina. Og av tí at oljuprísurin er hækkaður, so forvinnur landið meira pening enn áður.
Blaðið sigur, at eftirspurningurin frá nøkrum av heimsins størstu búskapum hevur givið Putin forseta yvirtakið í orkustríðnum, sum er eitt síðukríggj til vápnaðu samanbrestirnar í Ukraina. Sambært blaðnum er tað komið óvart á vestanlondini, sum ætlaðu at lamløsta russiska búskapin eftir stuttari tíð við ógvusligastu handilstiltøkunum í heimssøguni.
Men sølan blómar á russiska útflutningsmarknaðinum, sum er heimsins størsti innan ráolju og reinsað brennievni. Og nýggir mátar at skipa handilin hava givið Putin høvið at nýta natúrgass sum eitt fíggjarligt vápn ímóti londunum, sum stuðla Ukraina í krígnum. Áðrenn kríggið veitti Russland 40% av gassinnflutninginum hjá Europa. Síðani hevur landið skrúvað munandi niður fyri gassinum, sum hevur fingið prísin enn meira upp, samstundis sum trýstið økist á bæði privatfólk, fyritøkur og harvið politisku skipanirnar í vestanlondunum.
Umsetningurin frá olju dekkar væl, og meira enn tað, missin frá niðurskrúvaða gassinum. Elina Ribakova frá Institute of International Finance sigur við blaðið, at “Russland svimur í pengum”.
Moskva tjenti 97 mia dollarar (720 mia krónur) upp á sølu av olju og gassi fram til og við juli í ár, segði hon, harav uml 74 mia (549 mia krónur) eru frá olju.
Russland útflutti sambært altjóða orkustovninum IEA 7,4 mió tunnur av ráolju og oljuvørum so sum diesel og bensini um dagin í juli. Hetta er ein lítil minking uppá 600.000 tunnur um dagin.
Hóast lond í Europa og USA hava minka um innflutningin av russiskari olju, so hava lond í Asia og Miðeystri, sum ikki hava viljað valt síðu í stríðnum millum Russland og Ukraina, vaksið um innflutningin, hetta hevur hjálpt Russlandi til at halda støðið á útflutninginum.
Sjálvt við minkingini í oljuútflutninginum hevur Russland tjent í miðal 20 mia dollarar (149 mia kr) um mánaðin í ár, samanborið við 14,6 mia dollarar (108 mia kr) í miðal í fjár.
Útlfutningurin í august var aftur hækkandi, vísa tøl frá felagnum Vortexa, ið fylgir skipaferðsluni.
Ein óvæntaður marknaður, sum hevur tikið seg upp, er útflutningurin av olju til Miðeysturs. Russisk olja fer nú til Saudi Arabia og Arabisku Emiratini, eftir støðg í Egyptalandi á vegnum. Russiska oljan verður brend í Saudiskum krafverkum ella útflutt úr Fuhairah í Emiratunum, har hon fyrst verður blandað við iranska olju.
Russiski útflutningurin gevur Saudi Arabia møguleikan at keypa eitt sindur bíligari úr Russlandi til egna nýtslu, meðan Saudi Arabia selur sína egnu olju víðari fyri marknaðarprís, sigur Carole Nakhle, stjóri fyri ráðgevarafyritøkuna Crystol Energy við blaðið.
Hendan skipanin tryggjar at olja kemur á heimsmarknaðin og hjálpir til at leggja lok á prísin. “Hetta er ein win-win støða fyri russararnar, og vildi eg sagt, enntá fyri Europa og USA,” sigur Nakhle við blaðið.
Fyrr í ár roknaðu oljukeypmenn við at russiski ojluútflutningurin fór at falla við eini 3 mió tunnum um dagin. Men Kina, Turkaland og Miðeystur øktu kvikliga um teirra innkeyp og fingu gagn av avsláttrinum í prísinum frá Russlandi. Partur av hesi olju verður reinsað og seld aftur til vestanlondini sum diesel og bensin.
India er vorðið besti kundin hjá Russlandi í ár. Fyritøkur í India, eggjaðar av indisku stjórnini, fóru frá at innflyta mestsum einki til nærum eina mió tunnur um dagin bert fáar vikur eftir innrásina í Ukraina.
Les alla greinina í Wall Street Journal her: Russia Confounds the West by Recapturing Its Oil Riches
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald