Uttanlands

Rætturin í London gevur boð um at útflýggja Julian Assange 

Í eini hoyring í dag gav dómarin boð um at Julian Assange skal útflýggjast USA, har hann kann rokna við upp til 175 ára fongsulsrevsing. Assange hevur møguleika at kæra.

By David G. Silvers, Cancillería del Ecuador - https://www.flickr.com/photos/dgcomsoc/14933990406/

By David G. Silvers, Cancillería del Ecuador - https://www.flickr.com/photos/dgcomsoc/14933990406/

2022-04-20 11:38 Author image
Jón Tyril

Stovnarin av Wikileaks, Julian Assange, er komin eitt stig nærri at verða útflýggjaður til amerikanskar myndugleikar, har hann skal roynast eftir lógini um njósning (Espionage Act) fyri sín leiklut í at loynilig trúnaðarskjøl hjá amerikanska herinum, vóru likin út til heimspressuna. Nú er avgerðin send bretsku stjórnini til góðkenningar.

Rætturin gav eini formlig boð um útflýggjan í eini hoyring í dag, mikudag 20. apríl. Nú skal innlendismálaráðharrin góðkenna útflýggjanina. Assange hevur møguleika at kæra avgerðina.

Assagne er eftirlýstur av USA fyri 18 brot á lógina um njósning eftir at Wikileaks almannakunngjørdi túsundtals skjøl og trúnaðarmerktar fílur og diplomatiskt samskifti í 2010. Verður hann dømdur, kann hann fáa upp til 175 ár í fongsli.


Kelda: CNN

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald