Uttanlands

Norsk listakvinna kann fáa 3 ára fongsulsrevsing fyri at siga, at “menn eru menn, og kunnu ikki vera lesbiskir”

Ein norsk listakvinna kann fáa upp til 3 ára fongsulsrevsing fyri at siga, at menn kunnu ikki vera lesbiskir ella upp á vegin.

2022-12-15 14:37 Author image
Jón Tyril

Norska Tonje Gjevjon, sum er lesbisk og fjøllistafólk, ið fæst við m.a tónleik, film og sjónleik, verður møguliga skuldsett í einum máli, sum kann kosta henni trý ára fongsul. Hetta fyri at siga, at mannfólk ikki kunnu vera lesbisk. Tonje Gjevjon fekk boð frá løgregluni 17. november, at løgreglan ger kanningar viðvíkjandi einum máli um haturstalu í sambandi við eitt uppslag, hon hevur lagt út á Facebook.

Í uppslagnum skrivar Gjevjon ímóti transgreindum (trans-identifiserte) monnum, ið kalla seg sjálvar “lesbiskar” og hevst at trans-aktivistum, ið vilja fongsla kvinnur, sum ikki taka undir við kynsideologi.

“Tað er júst líka so ógjørligt hjá monnum at gerast lesbiskir, sum tað er hjá monnum at gerast við barn,” skrivaði Gjevjon, “Menn eru menn, uttan mun til hvat ið øsir teir kynsliga.”

Hon nevnir í uppslagnum kenda transaktivistin í Noregi, Christine Jentoft, sum sigur seg vera eina lesbiska mammu, og sum fekk starv sum talsmaður fyri størsta felagið hjá transaktivistum í Noregi, Foreningen FRI.

[object Object]

Jentoft er í miðdeplinum av stríðnum millum feministiskar forsprákarar og nýggju haturstalu ásetingarnar, sum vóru samtykar í tinginum í 2020. Broytingarnar komu í gildi seinasta ár og innihalda ásetingar viðvíkjandi “kyns-samleika ella kyns-úttrykki” (gender identity or gender expression) – hetta fekk kvinnurættinda-stríðsfólk at ávara um, at ásetingarnar fóru at køva talufrælsið, serliga tá ið talan er um sannroyndirnar viðvíkjandi biologiskum kyni.

Gjevjon segði, at hon legði facebook uppslagið út við vilja, fyri at kasta ljós á hesar ásetingarnar í haturstalu lóggávuni. Gjevjon er ikki tann fyrsta, sum møguliga skal skuldsetast eftir lógini, fyri at siga, at mannfólk ikki kunnu vera hvørki mammur ella lesbiskir. Christina Ellingsen, sum umboðar felagskapin Women’s Declaration International (WDI) í Noregi, hevur eisini sagt at menn hvørki kunnu vera lesbiskir ella mammur.

Seinasta ár spurdi Gjevjon javnaðartingkvinnuna Anette Trettebergstuen, hvussu hon hugsaði sær at verja rættindini hjá kvinnum og gentum. Hon spurdi eisini, hvørt mannfólk kundu vera lesbisk. “Eg haldi tað er avgerandi neyðugt at seta biologist kyn sum grundarlag í øllum teimum førum, har kyn hevur løgligan, mentanarligan ella praktiskan týdning, og at seta (biologiskt) kyn javnt við kyns-samleika (gender identity) er skaðiligt og diskriminerandi mótvegis kvinnum og gentum – serliga lesbiskum,” segði Gjevjon í sínum spurningi.

Hon legði afturat, “fer javnstøðuráðharrin at seta tiltøk í verk til tess at tryggja, at mannarættindini hjá lesbiskum kvinnum verða tryggjað, við at gera greitt, at tað finnast ikki lesbiskar við mannligum kynslimum, at mannfólk ikki kunnu vera lesbiskir, uttan mun til teirra kyns-samleika, og við at rudda upp í óskilinum sum skaðiligi kynspolitikkurin hevur latið eftir seg frá undanfarnu stjórn?”

“Eg taki ikki undir við eini veruleikafatan, har bara tvey lívfrøðilig kyn eru at skilja sum kyn,” svaraði Trettebergstuen, “Kynsligur samleiki er eisini umráðandi.”

Sambært frásøgnum úr Noregi skal Gjevjon vera trýst úr listaumhvørvinum vegna sínar meiningar, hóast at hon var ein viðurkendur partur av tónleika og listaumhvørvinum í nærum 15 ár.

Keldur:

Reduxx - “Men Are Men”: Norwegian Artist Facing Criminal Charges, Potential Prison Sentence Over Gender Comments

Opindia - Norwegian artist Tonje Gjevjon faces criminal charges, being investigated for saying, ‘men are men, cannot be lesbians’

Fox News - Norwegian filmmaker faces up to 3 years in prison for saying men cannot be lesbians

Daily Wire - Norwegian Lesbian Artist Being Investigated, Faces Criminal Charges For Saying Men Cannot Be Lesbians

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald