Kanningin, sum felagskapurin, Committee To Unleash Prosperity, almannakunngjørdi mánadagin 11. apríl, flokkaði úrslitini av kovidhandfaringini eftir, hvussu mong doyðu, hvussu búskapurin kláraði seg, og hvussu handfaringin ávirkaði útbúgving og skúla í ymsu statunum.
Sum heild vóru teir sum kláraðu seg ringast sambært hesari útgreiningini, teir statirnir, sum høvdu ógvusligastu og strangastu niðurlæsingarnar, og sum vóru teir seinastu at lata skúlarnar upp aftur.
“At læsa búskapin og skúlarnar niður var nógv tað ringasta misstakið, guvernørarnir og embætisfólkini gjørdu undir kovid,“ segði Stephen Moore, ein av høvundunum og ein av stovnarunum av felagskapinum Committee To Unleash Prosperity.
Hóast táverandi guvernørurin í New York, Andrew Cuomo (sum seinni noyddist leggja frá sær í vanæru) í byrjanini av farsóttini varð róstur til skýggja, og mestsum gjørdist ein superstjørna, so fær New York dumpikaraktter á næstan øllum økjum í hesari kanningini. New York endar samanlagt sum nr 49 í flokkingini.
Grannastaturin New Jersey var tann staturin, sum kláraði seg allar ringast. Aðrir, sum eisini fingu botnkarakter, vóru m.a. Kalifornia, Illinois and Washington, DC.
“Hesir høvdu nógv andlát, tá justerað er fyri aldrinum (age-adjusted death rates), teir høvdu høgt arbeiðsloysi, og munandi minking í BTÚ, og teir høvdu skúlarnar stongdar nógv longri enn nærum allir hinir statirnir,” stendur í kanningini.
Utah, Nebraska, Vermont og Florida vóru ovast á listanum.
Kanningin kom fram til, at teir statir, sum læstu smærri handlar og fyritøkur, kirkjur og samkomur, skúlar og matstovur niður í langa tíð í senn, ikki høvdu lægri deyðstíttleika, enn hinir statirnir, sum fyri tað mesta høvdu alt opið.
Mannagongdirnar á røktarheimum kann vera ein frágreiðing uppá, at summir statir hava so nógv andlát, t.d. í New Jersey og New York, har Cuomo guvernørur fekk nógvar atfinningar fyri at geva boð um at røkktarheimini skuldu taka ímóti kovid-sjúklingum.
Florida, sum tók allar kovidavmarkingarnar av tíðliga í farsóttini, bleiv flokkaður sum nr 28 viðv. andlátum. Til samanberingar varð Kalifornia, sum var millum strangastu og harðast niðurlæstu statirnar, flokkaður sum nr 27 viðv. andlátum.
At halda skúlarnar læstar, hevði onga ávirkan á talið av kovidandlátum millum børn og ung, sambært kanningini.
“Statirnir, sum læstu sínar búskapir niður høvdu í miðal tvey prosentstig hægri arbeiðsloysi, enn teir statirnir sum ikki høvdu ógvusligar niðurlæsingar,“ løgdu granskararnir afturat.
“Hesi høgu arbeiðsloysistølini hava hildið sær í tvey ár nú. Flestu statir, sum læstu niður, hava framvegis ikki vunnið arbeiðsloysið inn aftur, sum kom í byrjanini av kovid.”
New York lá sum nr 33 á listanum yvir hvør hevði havt minst ávirkan á útbúgving og skúla og næst aftast fyri hvussu búskapurin í statinum kláraði seg.
Kalifornia var nr 50 fyri avbrot í útbúgving/skúla og nr 40 búskaparliga.
Til samanberingar lá Florida sum nr 3 fyri at vera millum statirnar har minst ávirkan var á útbúgving og skúla og nr 13 fyri búskapin.
Casey Mulligan, búskaparfrøðingur við University of Chicago, Stephen Moore frá Heritage Foundation og Phil Kerpen frá Committee to Unleash Prosperity, skrivaðu frágreiðingina.
Úrslitini vóru eisini útgivin av National Bureau of Economic Research.
Keldur:
Sjálv kanningin - A Final Report Card on State Responses to COVID
New York Post - NY, Calif. failed in handling of COVID — but Florida was among best: study
Committee to Unleash Prosperity - Final Report Card on State Responses to COVID-19
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald