Nazisma í Ukraina er eitt sera eymt evni í løtuni. Tað havi eg merkt í kjaki á sosialum miðlum í seinastuni. Síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina, er tað brádliga blivið bannað at nevna nakað um tað, tí gert tú tað, so er púra vist, at tú ert Putinfjeppari ella tú spjaðir russiska propagandu.
Well, tá okkurt gerst tabu, so kann tað vera tekin um, at tað júst er neyðugt at taka upp á sakligan hátt. Og týsdagin gjørdi bretski miðilin Unherd júst tað, við eini frálíkari grein, umframt upplýsandi videopráti um málið. Eg havi í skundi gjørt eina roynd at umseta greinina niðanfyri, haldið mær til góðar um ensku máliskurnar ella stavivillurnar gerast ov mangar í tali (eg taki fegin móti málsligari vegleiðing). Eg haldi sjálvur at greinin innihaldsliga er rímiliga væl javnvigað og undirbygd, men tit kunnu gera tykkara egnu niðurstøður.
Eg vil eisini mæla øllum til at hyggja at samrøðuni við greinahøvundin, sum kann síggjast her:
Sum í flest øllum øðrum kríggjum, tó kanska enntá meira her, so hevur hetta kríggið í Ukraina verið ein slagmark, har páhald og mótpáhald verða slongd runt millum stuðlar hjá hvørjari síðu sær. Sannleikar, hálvir sannleikar og beinleiðis lygnir kappast um ræðið í miðlafrásøgnini.
Páhaldið hjá Putin, at Russland gjørdi innrás í landið, fyri at “av-nazifisera” er eitt greitt dømi um slíkt. Russiska páhaldið um at Maidan kollveltingin í 2014 var eitt fasistiskt kvett, og at Ukraina er ein nazistiskur statur, er blivið brúkt í áravís av Putin og hansara stuðlum fyri at rættvísgera hertøkuna av Krimea, og til at stuðla russiskt mæltu loysingarfólkunum í eystara partinum av Ukraina.
Men hetta páhald er falskt: Ukraina er eitt veruligt liberalt demokrati, hóast langt frá eitt perfekt av slagnum. Ukraina hevur frí val, sum hava við sær týðandi skiftingar í valdsbýtinum, herundir í 2019, tá ið liberali populisturin, Volodomyr Zelenskyy kom til. Tað er púra greitt, at Ukraina er ikki ein nazi-statur. Og harvið er tað Russiska casus belli ein lygn. Og tó, so er vandi á ferð, tá ið annars væl skilligi tørvurin hjá vesturlendskum og ukrainskum miðlum og viðmerkjarum, ikki at vilja geva russiskum propaganda vind í seglini, kann føra til eina slagsíðu hinvegin, og slík slagsíða kann vísa seg ikki at vera til gagns fyri Ukraina í síðsta enda.
Undir eini tíðindasending á BBC Radio 4 herfyri sipaði tíðindamaðurin til “Putinsa ógrundaða pástand, um at Ukranski staturin stuðlar nazistum.” Men hetta er, í sær sjálvum, falskunning: Tað er ein sjónligur veruleiki, sum BBC sjálvt fyrr hevur havt nágreiniligar og góðar frágreiðingar um, at Ukrainski staturin síðani 2014 hevur veitt fígging, vápn og annan stuðul til høgravíðgongdar hernaðarbólkar, herundir ný-nazistiskar bólkar. Hetta er hvørki ein nýggj ella nøkur skakandi eygleiðing. Í 2019 var eg í Ukraina fyri Harpers magazine og gjørdi samrøður við leiðandi persónar í høgravíðgongdum bólkum, sum fáa stuðul frá statinum. Tey tosaðu øll opið um sítt hugsjónargrundarlag, og hvørjar ætlanir tey høvdu fyri framtíðina.
Summar av bestu pressufrásøgnunum um víðgongdu høgrasinnaðu bólkarnar eru komnar frá Bellingcat, sum ikki er kent fyri at vera vinaliga sinnað mótvegis russiskari propagandu. Frálíki pressudekningurin hjá Bellingcat av hesum undir-lýsta máli, hevur í mestan mun miðsavnað seg um Azov-rørsluna, sum er máttmiklasti bólkurin millum ekstremu høgravíðgongdu bólkarnar, og tann, sum fær mest vælvild frá statinum.
Hesi seinastu árini hevur Bellingcat kannað, hvussu Azov arbeiðir við at røkka út til amerikanskar hvítar nationalistar, og hvussu bólkurin fær pengar frá statinum fyri at bjóða “fosturlandsvinsama útbúgving” og til at stuðla krígsveteranum, sum eru givnir at tæna í herinum. Bellingcat hevur kannað hvussu Azov skipar fyri ný-fasistiskum black-metal tónleika-festivalum, og hvussu teir stuðla útlegds-russiska anti-Putinska nýnazistiska bólkinum Wotanjugend - sum praktiserar eitt sjáldsamt slag av esoteriskari nazismu, og sum deilir høli við Azov í teirra høvuðsæti í Kyiv, og sum kríggjast saman við teimum á hermótinum, og sum eisini hevur verið við til at umseta og fáa í umferð eina russiska týðing av manifestinum hjá nazistiska Christchurch drápsmanninum. Tíverri hevur Bellingcat ikki dagført sín týðandi dekning av høgravíðgongdu kreftunum síðani kríggið brast á, hóast júst kríggið móti Russlandi gevur hesum bólkum eitt slag av eini endurveking.
Azov-rørslan varð grundløgd í 2014. Tað var fyrrverandi leiðarin av Ukrainska nýnazista-bólkinum, Fosturlandsvinir Ukraina (Patriots of Ukraine), Andriy Biletsky, sum stovnaði Azov meðan stríðið leikaði á fyri at fáa ræði á Frælsis Torginum undir Maidan kollveltingini ímóti russiskt vinaligu stjórnini hjá forsetanum Viktor Yanukovych.
Í 2010 segði Biletsky at tað einferð fór at vera uppgávan hjá Ukraina, at “leiða heimsins hvítu fólkasløg í eini seinastu krossferð …. ímóti semitiskt leiddu undirmennisjkunum (untermenschen).”
Kollveltingin, og kríggið sum kom í kjalarvørinum av henni, gav honum ein pall, ið rakk um alt landið. Hetta var tað, hann hevði tráað eftir leingi.
Saman við øðrum víðgongdum høgrabólkum, so sum Høgrageirin (Right Sector), spældi spírandi Azov-rørslan ein leiklut í stríðnum ímóti ukrainska trygdarpolitinum, har 121 fólk doyðu og sum endaði við at Maidankollveltingin eydnaðist. Azov fekk rættin til eina stóra ogn, sum liggur beint við Frælsistorgið, frá verjumálaráðnum. Azov gjørdi bygningin til sítt høvuðssæti og kallar hann nú Kosakkahúsið (Cossack House).
Hóast Azov hevur skrúvað nakað niður fyri harðrenda retorikkinum, og hóast mangir stríðsmonnunum kanska ikki eru hugsjónarliga drivnir, men heldur verða drignir at bólkinum vegna hansara stríðsførleikar, so eru aktivistarnir ofta dekkaðir væl inn í tatoveringar við SS totenkopf og torurúnum ella Sonnenrad, Svarta Sól symbolinum hjá esoterisku nazismuni. Sonnenradmerkið er skapt eftir fyrimynd frá einum mynstri, sum Heinrich Himmler hevði latið gera í gólvið í Wewelsburg-slottinum, sum Himmler brúkti til eina okkulta miðstøð fyri SS-yvirmenn. Sonnenradmerkið er, eins og Wolfsangel-rúnan hjá SS, eitt av almennu symbolunum hjá Azov, sum teir bera á búnunum og sum er á skjøldrunum, teir brúka í samband við vekingar-skrúðgongur, har teir marsjera í kyndlalýstum seremonium.
Eg havi vitjað Kossakhúsið fleiri ferðir fyri at gera samrøður við leiðandi persónar í Azov. M.a. leiðarin fyri Tjóðarhirðina (National Militia), sum gevur ukrainsku løgregluni eyka musklar tá hon er á patrulju, Ihor Mikhailenko. Eg havi eisini hitt atjóða skrivaran og intelektuella oddafiskin í Azov, Olena Semenyaka. Og tað er imponerandi at koma inn har. Umframt undirvísingarhølir til fyrilestrar, sum tey skipa fyri við almennum stuðli, so er Kossakkahúsið eisini heimstaður hjá bókmentaligu salongini og útgávufelagnum, Plomin, har flottir ungir intelektuellir hipstararar hava úr at gera við at skipa fyri høgravíðgongdum ráðstevnum og umseta bøkur, alt undir skínandi flottum plakatum av fasistiskum fyrimyndum sum Yukio Mishima, Cornelius Codreanu og Julius Evola.
Men valdið hjá Azov spríkir úr byrsuni, og ikki teirra bókmentaligu avrikum. Afturi í 2014, tá ið Ukrainski herurin var veikur og illa útgjørdur, stríddust sjálvbodnir Azovstríðsmenn undir leiðslu av Biletsky fremst í oddinum í stríðnum móti russiskt mæltu loysingarmonnunum eystanfyri í landinum, og megnaðu at endurvunna býin Mariupol, sum í løtuni er kringsettur. Sum djarvir, nýtir og sera hugsjónarliga drivnir stríðsmenn, vunnu Azovherliðini virðing millum fólk og myndugleikar fyri síni avrik eystanfyri. Teir blivu eftir tað tiknir uppí herin sum ein almenn deild av Ukrainsku Tjóðarhirðini. Tað verður vanliga hildið, at Azov fingu avgerðandi stuðul til hetta frá máttríka oligarkinum, Arsen Avakov, sum var innlendismálaráðharri millum 2014 og 2019.
Bæði ukrainskir mannarættindaaktivistar og leiðarar hjá rivaliserandi høgraekstremum bólkum, hava gramt seg fyri mær í samrøðum, at Azov hava fingið ein órættvísan fyrimun, og at bólkurin undir vernderveingjunum hjá Avakov er vorðin tann dominerandi bólkurin á ukrainska høgraveinginum - m.a. hevur Azovbólkurin leiklut sum almennur valeygleiðari og statsgóðkend eykaløgregla. Ukraina er ikki ein nazistatur, men stuðulin frá ukrainska statinum - hvør so orsøkin er - til nýnazistiskar og nazistiskar bólkar, setur landið langt frá hinum londunum í Europa. Tað finnast mangir ekstremir og víðgongdir høgrabólkar í Europa, men tað er bara í Ukraina, at teir hava sínar egnu stríðsvogna- og kanón-eindir við stuðli frá statinum.
Hetta pínliga tætta sambandið millum ein liberaldemokratiskan stat, sum er stuðlaður av vestanlondunum, og vápnaðar forsprákarar fyri eini heilt øðrvísi hugsjón, hevur onnkuntíð elvt til nakað av trega hjá vesturlendsku Ukraina-stuðlunum. Amerikanska kongressin er seinastu árini farin aftur og fram viðv. spurninginum um, hvørt Azov skal útihýsast frá at fáa amerikansk vápn ella ikki. Demokratiskir lóggevarar mæltu í 2019 staðiliga til at Azov skuldi listast sum ein heimsumfatandi terrorfelagskapur. Í samrøðum kærdi Semenyaka seg fyri mær, at hetta órógvið var úrslit av at amerikanararnir høvdu lurtað ov nógv eftir russiskari propagandu. Hon legði dent á, at eitt samstarv millum Amerika og Azov fór at ganga báðum pørtum væl.
Í sambandi við alt hetta, so er núverandi kríggið komið sum ein signing og lætti fyri Azov. Biletsky royndi at stovna ein politiskan flokk undir heitinum, Tjóðarliðið (The National Corps), men hevði næstan onga eydnu við sær. Sjálvt við einum sameindum blokki av høgrabólkum og flokkum, eydnaðist ikki at sleppa inn um lágu tinggáttina á tjóðartingsvalinum seinast. Ukrainski veljarin skoytti stutt sagt ikki um tað, sum teir bjóðaðu, og vrakaði teirra heimsmynd. Men í krígstíð koma Azov og líknandi bólkar í oddin, og tí hevur russiska innrásin vent niðurgongdini, sum byrjaði tá ið Avakov mátti leggja frá sær vegna altjóða trýst. Eftir teirra sosialu miðlum at døma, so eru vápnaðu deildirnar hjá Azov í gongd við at víðka um virksemið. Tey stovna nýggjar herdeildir í Kharkiv og Dnipro og nýggjar serdeildir í Kyiv (har Biletsky er við til at leggja til rættis partar av verjuni av høvuðsstaðnum), umframt lokalar verjudeildir í vestari býum sum Ivano-Frankivsk.
Saman við øðrum høgravíðgongdum bólkum so sum Karpatska Sich (sum hava gjørt atsøknir móti ungarskt mæltum minnilutum vestari í landinum, herundir romafólki, og sum hevur elvt til atfinningar frá Ungarsku stjórnini), eystur ortodoksa bólkinum Siðvenja og landaskil (Tradition and Order), nýnazistiska bólkinum C14 og ekstremu høgramillitsini Freikorps, hevur russiska innrásin latið Azov endurvinna sína tign og reinsa sítt umdømi við síni treisku verju av Mariupol saman við vanligu ukrainsku marinarunum. Har tað fyri einans fáum vikum síðani var ein skipað ætlan, um ikki beinleiðis at vápna Azov, so er støðan í dag, at Azov er millum tey, sum fáa mest gagn av vesturlenskum vápnum og venjing. Hesar myndirnar, sum blivu tweetaðar frá Hvítarussiska andstøðumiðlinum NEXTA vísa Azovhermenn, sum fáa undirvísing í at brúka bretsk NLAW anti-tanks vápn, undirvísararnir eru bløraðir á myndunum.
Áðrenn innrásina ávaraði vesturlendsk pressa og myndugleikar ofta um vandan sum stendst av at nazistar og hvítir supremasistar vestanifrá skuldu fáa krígsvenjing saman við Azov og teirra sameindu nazideildum av ymsum slag. Men nú sær út til, at øll fyrivarni eru slept. Á eini mynd av sjálvbodnum stríðsmonnum úr vestanlondunum, sum nýliga eru komnir til Kyiv, sæst Olena Semenyaka frá Azov smílast í bakgrundini saman við svenska nýnasistinum og fyrrverandi Azov snigskjúttanum Mikael Skillt.
Sanniliga, Mannahatska deildin (Misanthropic Division), sum er ein eind av vesturlendskum nýnazistum, sum stríðast saman við Azov, hevur í løtuni eitt reklamuátak á Telegram fyri at fáa hernaðarligar europearar at koma við í floymin av sjálvbodnum og síðani finna saman í Ukraina “fyri sigur og Valhøll.”
Eins og hinir vápnaðu bólkarnir á ultrahøgraveinginum, so eru Azov treiskir, disiplineraðir og heilhugaðir stríðsmenn. Hetta er orsøkin til at veiki ukrainski staturin hevur kent seg noyddan at líta á teir sum sína styrki í svárastu neyð síni. Undir Maidankollveltingini, undir stríðnum móti loysingarfólkunum eystanfyri frá 2014 og fram, og nú til at berja aftur russisku innrásina.
Tað hevur verið lítið at hoyrt um leiklutin hjá Azov vestanfyri í seinastu. Uttan iva vegna ótta fyri at tað skal vera brúkt í russiskari propagandu. Men hesin óttin er ikki grundaður. Tí hóast alt er tað júst vegna russisku íblandingina í Ukraina, at bólkar sum Azov fáa undirtøku. So heldur enn at av-nazifisera landið, so elvir russiska álopið til at leikluturin hjá víðgongdu høgrabólkunum í ukrainska herinum verður kjølfestur og styrktur, og at nýtt lív verður blást í eina fánandi politiska kraft, sum ein stórur meiriluti av ukrainska fólkinum hevur vrakað.
Stórsta hóttanin, sum stendst av bólkum sum Azov, er ikki fyrst og fremst móti russiska statinum - Russland stuðlar gleðiliga víðgongdum høgra leiguhermannabólkum, sum Wagner bólkinum, og í loysingarsinnaðu lýðveldunum. Eiheldur eru teir ein hóttan móti vestanlondunum, hvørs misnøgdu fíggindasinnaðu borgarar kunnu kenna seg drignar at einum leikluti í striðnum saman við Azov. Veruliga hóttanin er ímóti Ukrainska statinum, eins og Amnesty og Human Rights Watch leingi hava ávarað um. Tó at teir eru nýtiligir nú, so skal havast í huga, at um tað skuldi hent, at sitandi stjórn var koyrd frá ella noyddist at rýma av landinum, ella, sum kanska er meira sannlíkt, at Zelenskyy verður noyddur at skriva undir eina friðaravtalu, har hann letur part av Ukrainskum øki frá sær, so kunnu bólkar sum Azov fáa eitt gylt høvi at bjóða tí sindri av statinum, sum er eftir, av, og styrkja sína støðu, um enn bara lokalt.
Afturi í 2019 spurdi eg Semenyaka um Azov enn sá seg sum eina kollveltingarsinnaða rørslu. Tá ið hon hevði hugsað seg væl um, svaraði hon
“vit eru klár til ymisk útfall. Um Zelenskyy vísir seg at vera uppaftur verri enn (fyrrverandi forsetin) Poroshenko, um hann er sama slagið av populisti, men uttan ávísar førleikar, sambond og royndir, so eru Ukrainar sjálvandi í stórum vanda. Og vit hava longu eina ætlan fyri hvat vit kunnu gera, hvussu vit kunnu menna paralellar statsstrukturar, hvussu vit kunnu tillaga hesar ætlanir fyri at bjarga Ukrainska statinum, um t.d. Zelenskyy skuldi enda sum ein dukka hjá Kreml. Tí tað er als ikki óhugsandi.”
Leiðandi persónar í Azov hava í fleiri ár tosa opið og greitt um at Ukraina hevur ein serligan møguleika til at gerast ein lopfjøl fyri at hertaka Europa aftur, hertaka tað frá teimum liberalu, samkyndu og tilflytarunum. Meðan hesar víðaru europeisku ætlanir teirra ikki hava so stóran møguleika at eydnast, so kann eitt knúst, fátækt og vreitt eftirkrígs-Ukraina, ella enn verri, eitt Ukraina sum líður undir bumbum og herseting í fleiri ár, har stór øki eru uttan fyri ræði hjá stjórnini, uttan iva vera gott jørðildi fyri eitt slag av víðgondari høgramillitarismu, sum vit ikki hava sæð í Europa í fleiri áratíggjur.
Tað kann væl vera at Ukraina og Zelenskyy í løtuni hava brúk fyri teimum hernaðarligu førleikunum og hugsjónarliga eldhuganum, sum tjóðskaparligu og víðgongdu høgramillitsirnar geva eyka til tess at vinna stríðið fyri at tjóðin kann yvirliva. Men tá ið kríggið endar mugu bæði Zelenskyy og hansara vesturlendsku stuðlar vera ansnir, og tryggja sær, at teir ikki hava styrkt júst teir bólkarnar, hvørs mál eru beinleiðis í andsøgn við ta liberalu demokratisku hugsanina, sum báðir ákalla sær. At vápna og fíggja Azov, Siðvenju og landaskil og Karpatska Sich kann væl vera eitt trupult val, sum gerst neyðugt í kríggi, men at avvápna teir má fáa hægstu raðfesting tá kríggið er av.
Sum vit hava sæð í Sýria, so er tað einki, sum kann radikalisera sivilfólk meira, enn at missa hús og heim, og at liva undir bumbubrestum. Eins og í Sýria er ein vandi fyri, at tað at styrkja ekstremar bólkar í avmarkað tíðarskeið, fyri at kunna útnytta teirra hernaðarligu styrkir, kann hava álvarsligar avleiðingar við sær. Í Sýria vóru eisini strong tabu millum vesturlendskar viðmerkjarar, ikki at tosa um uppkomuna av ekstremistiskum vápnaðum bólkum, sum seinni kundu venda sær ímóti sjálvari uppreistarsøkini, tí mann ræddist at hetta vildi vátta propaganduna hjá Assad um at allir uppreistrarbólkarnir vóru terroristar. Hendan tøgnmentanin endaði ikki við at vera til gagns fyri uppreistrarbólkarnar í síðsta enda.
Tað er ikki at gera arbeiði fyri Putin, at síggja, at tað lutvíst eru ekstremistiskir bólkar, sum stríðast ímóti honum í Ukraina. Sanniliga, tað er bara við at fylgja gjølla við — og kanska minka teirra virksemi nú, at vit kunnu tryggja okkum, at hesir ikki fara at gera neyðina enn størri í Ukraina komandi árini. Í fleiri ár hava liberalir vesturlendskir viðmerkjarar gramt seg um at ukrainski staturin vendi blinda eygað til høgravíðgongdu ekstremistisku bólkarnar í landinum. Tað tænir ongum góðum endamáli, at somu viðmerkjarar nú skulu gera tað sama sjálvir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald