Uttanlands

Lívfrøðilig vápn í Ukraina, hvat vendir niður, og hvat vendir upp?

ST-trygdarráðið hittist í dag eftir áheitan frá Russlandi, til at umrøða tað, sum Russland kallar “hernaðarligt lívfrøðiligt virksemi hjá USA í Ukrainskum øki”. Vit gera eina roynd at lýsa málið eitt sindur

Mynd: Kevin Dietsch/Getty Images

Mynd: Kevin Dietsch/Getty Images

2022-03-11 10:59 Author image
Jón Tyril

Amerikanski journalisturin og sakførarin, Glenn Greenwald, sum m.a. vann Pulitzer prísin fyri sítt arbeiði á The Guardian, skrivar grein um málið, har hann vísir á, at søgur um lívfrøðiligar og evnafrøðiligar vápnastarvsstovur í Ukraina, hava prutlað undir lokinum heilt síðani byrjanina av tí, sum russar kalla “serliga hernaðarliga átakið,” og sum vestanlondini kalla fyri innrásina í Ukraina. Amerikanskir miðlar hava í vikuvís faktatjekkað og staðiliga avvíst allar søgur um lívfrøðiligu vápna-granskingarstovurnar sum falskunning og samansvørjingarástøði, tó uttan at kunna koma við nøkrum prógvum. Hvussu kundu teir vita og hvussu kunnu teir prógva tað negativa, spyr Greenwald.

Síðani er Kina komið upp í leikin og krevur at USA svarar uppá ymiskar spurningar. Kinesiska uttanríkisráðið segði mikudagin, at: “USA hevur ræðið á 336 starvsstovum í 30 londum, harav 26 bara í Ukraina”

Russiska uttanríkisráðið staðfesti týsdagin, at “Russland hevur fingið hendur á skjøl, sum prógva, at lívfrøðiligar starvsstovur í Ukraina, tætt við russiska markið, fingust við at menna partar av biologiskum vápnum”. Vit eiga sjálvandi at vera skeptisk tá vit hoyra slíkar “staðfestingar”, eins og vit eiga vera skeptisk, tá ið vit hoyra blanku avvísingarnar av málinum frá amerikanskari síðu. Vit eiga ikki at taka nakað fyri góða vøru, sum ikki er undirbygt av prógvum.

Men málið um vápnastarvsstovurnar í Ukraina tók nýtt dik á seg eftir eina hoyring í uttanlandsnevndini (Senate Foreign Relations Comitee) í senatinum í Washington hósdagin, har varauttanríkisráðharrin, Victoria Nuland, varð spurd beint fram, “hevur Ukraina evnafrøðilig ella lívfrøðilig vápn”. Svarið kom óvart á tey flestu, og hevur skapt eina vaksandi diplomatiska gølu. Nuland svaraði, sera drálandi og ivasom:

“eh, Ukraina hevur, eh, lívfrøðiligar granskingarstovur, sum vit nú stúra fyri, at russiskar herdeildir, kunnu royna at fáa ræðið á, so vit arbeiða saman við ukrainarunum, hvussu teir kunnu forða fyri at nakað av tí granskingartilfarinum skal koma í hendurnar á russiskum herdeildum, skuldu tær nærkast”

Spyrjarin, Marco Rubio, republikanskur senatorur úr Florida, brýtir hana síðani av og spyr soleiðis:

“eg eri vísur í, at tú ert greið yvir, at har er ein rúgva av russiskum propaganda har úti, um at teir skulu hava avdúka eina ætlan hjá Ukrainarunum at nýta lívfrøðilig vápn móti teirra landi, og at tað er samskipað saman við NATO. Um tað skuldi verið eitt álop ella óhapp við lívfrøðiligum ella evnafrøðiligum vápnum iinni í Ukraina, er tað so nakar ivi um, at tað er 100% vist, at tað eru russararnir, sum standa aftanfyri?”

Til tað svarar Nuland:

“Tað er eingin ivi í míni sál, harra senatorur, hetta eru klassisk russisk snildi, at geva hinum skuldina fyri tað, sum teir ætla sær at gera sjálvir.”

Síggj samskifti millum Rubio og Nuland her:


Kendi verturin, Tucker Carlson, á sjónvarpsstøðini Fox, tók málið upp í gjárskvøldið og hevði eitt langt innslag um tað.

Carlson sigur, at hann trúði at byrja við, at páhaldini um starvsstovurnar vóru falstíðindi og samansvørjingarástøði. Men tá hann so hoyrdi varauttanríkisráðharran játta, at har í roynd eru starvsstovur í Ukraina, so eigur tað at elva til stúran.
Síggj innslag hjá Tucker her:

Millum gestirnar hjá Tucker Carlson var eisini Irak krígsveteranurin og fyrrverandi demokratiski kongresslimurin, Tulsi Gabbard. Hon sigur, at allur heimurin eigur at vera sera stúrin um støðuna, og at hesar starvsstovurnar mugu læsast niður í stundini.


Ukrainski forseting Zelenski noktar at hópoyðingarvápn skulu vera framleidd í Ukraina. “Eingi evnafrøðilig ella onnur hópoyðingarvápn eru ment í okkara heimlandi, og tað veit allur heimurin” segði Zelenski sambært Interfax í Ukraina.

Sambært Reuters hevur WHO heitt á Ukraina um at beina fyri øllum sjúkuelvandi tilfari, sum verður goymt í landsins starvsstovum, soleiðis at sleppast kann undan at nakað lekur út. WHO nevnir fólkaheilsustarvsstovur, men ikki nakað um lívfrøðilig vápn.

Í dag hittist so ST trygdarráðið at umrøða málið. 

Tað er trupult at vita hvat vendir niður og hvat vendir upp, allir partar ákæra hvønn annan fyri at lúgva. Vit fara at fylgja hesari søguni víðari og royna at greiða frá so frægt sum vit megna.


Greinin hjá Glenn Greenwald, kann lesast í fullum líki her

Grein hjá Wall Street Journal um fundin í trygdarráðnum kann lesast her

Grein hjá tíðindastovuni Tass um fundin í trygdarráðnum kann lesast her

Greinin hjá Reuters um WHO og Ukraina kann lesast her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald