Sambært løgregluni hevði Dr. Sousa-Faro skipað soleiðis fyri, at hann bleiv prikaður við einum saltvatnsupploysingi ístaðin fyri koppingarevni við triðja prik. Dr. Sousa-Faro hevði annars havt kovid, og verið alment frammi við at heiligvágur frá hansara fyritøku, hevði hjálpt honum at koma skjótt fyri seg aftur.
Dr. Sousa-Faro er millum fleiri enn 2.200 kend og máttmikil fólk á listanum yvir tey, sum hava svikað við sínum váttanum um koppseting.
Sambært El Mundo framdi sponsk løgregla eitt átak kallað, Operatión Jenner, sum avdúkaði stóra netverkið av kendum og máttmiklum fólkum, sum hava goldið pengar, fyri at fáa sítt navn í landsyvirlitið yvir koppsett, hóast tey ikki vóru koppsett.
Millum tey ákærdu fólkini eru, umframt José María Fernández Sousa-Faro, eisini m.o. Trinitario Casanova, ein av ríkastu monnum í Spania; Kidd Keo, sangari; Anier, rapp sangari; Jarfaiter, rapp sangari; Veronica Echegui, sjónleikarinna; Bruno Gonzalez Cabrera, fótbóltsleikari; Fabio Díez Steinaker, fyrrverandi olympiskur stranda flogbóltsspælari; José Luis Zapater, alias Titín, fyrrverandi boksari; Camilo Esquivel, kendur og viðurkendur lækni.
Sambært løgregluni var kostnaðurin fyri falsaðu koppstingarváttaninar ymiskur, alt eftir hvussu høgt upp á strá í samfelagnum tú vart. Jú meira týdningarmikil, tess hægri kostnaður. Tað var ein sjúkrarøktarfrøðingur, sum stóð aftanfyri netverkið og syrgdi fyri at fólkini vóru skrásett á røttum stað.
José María Fernández Sousa-Faro stovnaði PharmaMar í 1986, er professari í biokemi við fróðskaparsetrini í Complutense og Santiago de Compostela og hevur prógv í Business Administration frá IESE í Madrid. Hann hevur yvir 100 vísindaligar greinar útgivnar og patent innan økini biokemi, antibiotika, og mýlalívfrøði.
Forsetin í PharmaMar hevur meira enn 35 ár av royndum í heiligvágsídnaðinum í feløgunum ICI-Farma, Antibióticcs, Zeltia og PharmaMar. Hann var limur í stjórnini í Antibióticos, Penibérica, Biolys, ICI-Farma, Pescanova, Transfesa, Cooper-Zeltia, ICI-Zeltia og Banco Guipuzcoano.
Keldur:
El Mundo - El presidente de PharmaMar, entre los más de 2.200 falsos vacunados de Covid
Safe and Effective: Police Charge Big Pharma Boss With Falsifying His Covid Vaccination Status
News Punch - Police Charge Big Pharma Boss With Falsifying His Covid Vaccination Status
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald