Uttanlands

Jacques Baud: Hernaðarliga støðan í Ukraina - 1. partur: Leiðin til kríggj

Vit hava næstu dagarnar eina greinarøð í trimum pørtum, sum fer djúpt niður í røturnar til stríðið millum Russland og Ukraina. Her er fyrsti partur.

2022-04-12 07:39 Author image
Jacques Baud

Vit endurgeva her grein eftir Jacques Baud. Greinin er upprunaliga givin út tann 27. mars 2022 á Centre Français de Recherche sur le Renseignement (franska miðstøðin fyri fregnargransking), Paris. Greinin er komin út á enskum m.a. á The Postil Magazine.

Um høvundin: Jacques Baud úr Sveis er fyrrverandi oberstur í herleiðsluni (General Staff), fyrrverandi limur í sveisisku strategisku fregnartænastuni, serfrøðingur í londum eystanfyri. Hann lærdi í amerikonsku og bretsku fregnartænastunum. Hann hevur virkað sum ráðleggingarleiðari í friðarvarðveitandi tiltøkum hjá ST. Sum ST-serfrøðingur í rættarstati og trygdarstovnum uppbygdi og leiddi hann ta fyrstu fleirdimensjonalu fregnareindina hjá ST í Sudan. Hann hevur arbeitt fyri Afrikanska Samveldið og hevði í 5 ár ábyrgdina av stríðnum hjá NATO ímóti spjaðing av hondvápnum. Beint eftir, at Sovjetsamveldið fall, var hann partur av orðaskiftinum við hægstu russisku tænastumenn í herinum og í fregnartænastuni. Sum partur av NATO fylgdi hann við kreppuni í Ukraina í 2014 og tók seinni lut í tiltøkum at hjálpa Ukraina. Hann hevur skrivað fleiri bøkur um fregnartænastu, kríggj og yvirgang.

Elin Henriksen týddi.

1. partur: Leiðin til kríggj

Í nógv ár, úr Mali til Afganistan, havi eg arbeitt fyri friði og sett lívið í váða fyri tað. Hetta er tískil eingin spurningur um at rættvísgera kríggj, men um at skilja, hvat førdi okkum hagar. Eg er blivin varur við, at ”serfrøðingarnir” í sjónvarpinum, sum skiftast um at greina støðuna út frá ivasomum upplýsingum, ofta leggja tilhugsanir (hypotesur) fram sum sannroyndir (fakta) - og tá megna vit ikki longur at skilja, hvat hendir. Soleiðis verður elvt til panikk. 

Tað snýr seg ikki fyrst og fremst um at finna út av, hvør hevur rætt í hesum stríðnum, men at seta spurnatekn við mátan, sum leiðarar okkara taka avgerðir. 

Lat okkum royna at kanna upprunan til stríðið. Tað byrjar við teimum, sum hesi seinastu átta árini hava tosað um ”sjálvstýrissinnað” og ”loysingarsinnað” í Donbass. Hetta er ikki satt. Fólkaatkvøðurnar, sum vóru hildnar í teimum báðum sjálvútnevndu lýðveldunum Donetsk og Lugansk í mai 2014, vóru ikki fólkaatkvøður um "sjálvstýri” (независимость), eins og summi ábyrgdarleys tíðindafólk hava hildið uppá, men fólkaatkvøður um “sjálvsavgerðarrætt” ella “autonomi” (самостоятельность). Lýsingin “pro-russiskt” bendir á, at Russland var partur av stríðunum, men so var ikki, og lýsingin “russiskmælt” hevði verið erligari. Harumframt vórðu hesar fólkaatkvøðurnar hildnar ímóti ráðum frá Vladimir Putin. 

Í veruleikanum royndu hesi bæði lýðveldini ikki at taka loysing frá Ukraina, men at fáa støðu sum autonom og trygd fyri, at tey sluppu at nýta tað russiska málið sum alment mál. Tað fyrsta lóggevandi tiltakið hjá nýggju stjórnini, sum kom til valdið, eftir at Janukovitsj, forseti, var koyrdur frá, var tann 23. februar 2014 at taka av Kivalov-Kolesnitsjenko-lógina frá 2012, sum gjørdi russiskt til alment mál. Nakað sum um kvettmakarar høvdu ásett, at franskt og italskt ikki longur skuldu verið almenn mál í Sveis. 

Henda avgerðin elvdi til ódn millum russiskmæltu íbúgvarnar. Úrslitið var ógvislig kúgan av russiskmæltu landspørtunum (Odessa, Dnepropetrovsk, Kharkov, Lugansk og Donetsk), sum byrjaði í 2014 og hevði við sær militarisering av støðuni og nøkur blóðbað (serliga í Odessa og Mariupol). Seint á sumri 2014 vóru einans tey sjálvútnevndu lýðveldini Donetsk og Lugansk eftir. 

Alt ov stívrent og upptikin av eini doktrinerari tilgongd til hernaðarligu átøkini kúgaði tann ukrainska herleiðslan á hesum stigi fíggindan uttan at klára at vinna. Gransking av gongdini fram til bardagarnar í 2014-2016 í Donbass vísa, at ukrainska herleiðslan skipað og mekaniskt brúkti somu operativu mannagongdir. Hinvegin líktist kríggið frá teimum sjálvstýrissinnaðu nógv tí, sum vit sóu í Sahel: flytførar atsóknir við lættari útgerð. Við at tillaga seg og ikki vera so bundin at stirvnum mannagongdum megnaðu uppreistrarfólkini at gera gagn av trekleikanum hjá ukrainsku vápnamegini til at “fanga” hana fleiri ferðir. 

Í 2014, tá eg var í NATO, hevði eg ábyrgdina av stríðnum ímóti spjaðing av hondvápnum, og vit royndu at uppdaga russiskar vápnasendingar til uppreistrarfólkini fyri at vita, um Moskva var blandað uppí. Upplýsingarnar fingu vit so at siga bara frá pólskum fregnartænastum, og tær samsvaraðu ikki við kunningina, sum kom frá “Felagsskapinum fyri trygd og samstarvi í Evropa”. Hóast ógvislig uppáhald, so komu ongar sendingar av vápnum og hernaðarútgerð úr Russlandi. 

Vápnini hjá uppreistrarfólkunum stavaðu frá avhoppaðum russiskmæltum ukrainskum hereindum, sum skiftu síðu: til uppreisturin. So hvørt sum ukrainsku mistøkini hildu fram, vaks rúgvan av hernaðarligum útbúnaði, so sum stríðsvognar, stór skotvápn og loftverjuútgerð. Hetta var tað, sum kroysti ukrainar at binda seg til Minsk-avtalurnar. 

Men beint eftir at hava skrivað undir Minsk 1-avtaluna, fór ukrainski forsetin, Petro Porosjenko, undir eitt umfatandi hernaðartiltak móti yvirgangsvirksemi, vent móti Donbass. Bis repetita placent: Illa kunnaðir av NATO-heryvirmonnum vóru ukrainar fyri lemjandi ósigri í Debaltsevo, og tað noyddi teir at gerast partur av Minsk 2-avtaluni. 

Í hesum sambandi hevur tað alstóran týdning at minnast, at avtalurnar Minsk 1 (septembur 2014) og Minsk 2 (februar 2015) hvørki góvu lýðveldunum loysing ella sjálvstýri, men autonomi innan fyri karmarnar av Ukraina. Tey, sum hava lisið avtalurnar (og tey eru sera, sera, sera fá í tali, sum veruliga hava gjørt tað), leggja til merkis, at tað allastaðni stendur, at samráðingarnar um støðuna hjá lýðveldunum skulu fara fram millum Kyiv og umboð fyri lýðveldini, við eini innlendis loysn í Ukraina.

Hetta er orsøkin til, at Russland síðani 2014 miðvíst hevur kravt, at avtalurnar vórðu settar í verk, samstundis sum russar hava sýtt fyri at gerast partur av samráðingunum, tí tær vóru eitt innlendis mál hjá Ukraina. Hinumegin royndu vestanlond undir leiðslu av Fraklandi miðvíst at seta “Normandí-formatið” í staðin fyri Minsk-avtalurnar; ein ætlan, sum setti russar og ukrainar andlit til andlits. Lat okkum hinvegin minnast, at eingi russisk herlið vóru í Donbass fyrr enn 23.-24. februar 2022. Harumframt hava eygleiðarar hjá OSCE, “Felagsskapinum fyri trygd og samstarvi í Evropa”, aldrin eygleitt tann minsta farveg av russiskum eindum, sum hava virkað í Donbass. Til dømis vísir amerikanska fregnartænastukortið, sum Washington Post kunngjørdi tann 3. desembur 2021, eingi russisk herlið í Donbass. 

Í oktobur 2015 viðgekk Vasyl Hrytsak, stjóri í ukrainsku trygdartænastuni (SBU), at einans 56 russisk stríðsfólk høvdu verið at sæð í Donbass. Hetta er neyvt sama tal sum sveisarar, ið fóru til Bosnia at kríggjast um vikuskiftini í 1990’unum, ella fransmenn, sum fara til Ukraina at stríðast í dag. 

Tá stóð syndarliga til við ukrainska herinum. Í oktobur 2018, eftir fýra ára kríggj, segði ukrainski leiðarin fyri hernaðarliga ákæruvaldið, Anatoly Matios, at Ukraina hevði mist 2700 mans í Donbass: 891 av sjúku, 318 av ferðsluvanlukkum, 177 av øðrum vanlukkum, 175 av eitran (rúsdrekka og rúsevni), 172 av fyrilitarleysari nýtslu av vápnum, 101 av brotum á trygdarreglur, 228 vóru dripnir og 615 høvdu gjørt av við seg sjálvar. 

Satt at siga var herurin máaður niður av korruptión hjá leiðarunum og hevði ikki longur stuðul í fólkinum. Sambart eini frágreiðing frá bretska innanríkisráðnum um innkalling av tiltakshermonnum í mars/apríl 2014, komu 70 prosent ikki til fyrstu innkalling, 80 prosent ikki til aðru, 90 prosent ikki til fjórðu og 95 prosent ikki til fimtu innkalling. Í oktobur/novembur 2017 møttu 70 prosent av teimum við herskyldu ikki til innkallingina “Heystið 2017”. Tá eru ikki íroknað sjálvmorð og rýming úr hertænastu (ofta til tey autonomu), sum taldu upp í 30 prosent av teimum arbeiðsføru í ATO-økinum (t.e. “Anti-Terrorist Operation”-sona, Eysturukraina). Ungir ukrainar sýttu fyri at fara í bardaga í Donbass og fluttu heldur av landinum. Hetta er eisini samvirkandi orsøk til demografiska undirskotið í landinum.

Ukrainska verjumálaráðið vendi sær síðan til NATO og bað um hjálp til at gera vápnaðu deildirnar hjá landinum meira “attraktivar”. Eftir at hava arbeitt við líknandi verkætlanum innan fyri karmarnar hjá ST, var eg av NATO biðin um at taka lut í eini skrá fyri at endurbyggja “image” hjá vápnaðu deildunum í Ukraina. Men hetta er ein langtíðarætlan, og ukrainar vildu fara skjótt fram. 

So, fyri at seta okkurt annað inn fyri tørvin á hermonnum, vendi ukrainska stjórnin sær til paramiliter herlið. Tey eru í høvuðsheitum sett saman av útlendskum leiguhermonnum, ofta víðgongdir høgrasinnaðir militantir. Í 2020 vóru hesi herlið umleið 40 prosent av ukrainsku vápnaðu deildunum og taldu umleið 102 000 mans, sambært Reuters. Tey vórðu vápnað, fíggjað og vand av USA, Bretlandi, Kanada og Fraklandi. Har vóru fleiri enn 19 tjóðir umboðaðar - harundir Sveis.

Vestanlond hava tískil heilt greitt stovnað og stuðlað ukrainskum høgravíðgongdum militsum. Í oktobur 2021 gjørdi Jerusalem Post vart við seg við at fordøma Centuria-prosjektið. Hesar militsir høvdu verið virknar í Donbass síðan 2014, við vesturlendskum stuðli. Hóast vit kunnu keglast um hugtakið “nasistur”, er tað ein sannroynd, at militsirnar eru harðrendar og nýta harðskap, byggja á ein andstyggiligan hugburð og eru ógvisliga antisemittiskar. Antisemitisman hjá teimum er meira mentanarlig enn politisk, og tað er grundin til, at hugtakið “nasistar” í grundini ikki er hóskandi. Hatur teirra móti jødum stavar aftur frá stóru hungursneyðini í 1920’unum og 1930’unum í Ukraina, eitt úrslit av, at Stalin legði hald á grøðina fyri at nútímansgera reyða herin. Hetta fólkamorðið - kent í Ukraina sum Holodomor - varð framt av NKVD (sum seinni varð til KGB), hvørs ovasta leiðsla í høvuðsheitum var sett saman av jødum. Hetta er orsøkin til, at ukrainsk høgravíðgongd í dag vilja hava Ísrael at biðja um fyrigeving fyri brotsverkini hjá kommunismuni, sum Jerusalem Post sigur tað í viðmerking síni. Hetta er fjart frá Vladimir Putinsa “umskriving av søguni”. 

Hesar militsirnar, ið stava frá teimum høgravíðgongdu bólkunum, sum settu ferð á Euromaidan-kollveltingina í 2014, eru settar saman av fanatiskum og harðrendum einstaklingum. Tann best kenda er Azov-herdeildin, hvørs búmerki minnir um Das Reichs 2. SS Panzer Division, sum verður heiðrað í Ukraina fyri at hava bjargað Kharkov undan sovjettunum í 1943, áðrenn hon fór undir blóðbaðið í Oradour-sur-Glane í Fraklandi í 1944. 

Millum kendar oddamenn í Azov-herdeildini var mótstøðumaðurin Roman Protasevic, handtikin í 2021 av hvítarussiskum myndugleikum eftir málið um RyanAir-flogferðina FR4978. Tann 23. mai 2021 verður tosað um eitt tilvitað flográn, framt við einum MiG-29 - helst við góðkenning frá Putin - við tí fyri eyga, at handtaka Protasevic, hóast upplýsingarnir, sum tá vóru atkomiligir, als ikki kundi vátta hesa hendingagongd. 

Men so var neyðugt at vísa, at Lukasjenko, forseti, var eitt bølmenni og Protasevic ein “tíðindamaður”, sum elskaði fólkaræði. Ein sera avdúkandi kanning, sum ein amerikanskur almannagagnligur felagsskapur (NGO) gjørdi í 2020, legði hinvegin dent á militant høgravent virksemi hjá Protasevic. So fór vesturlendsk konspiratión í gongd, og samvitskuleysir fjølmiðlar “eftirviðgjørdu” ævisøguna hjá honum. At enda, í januar 2022, var frágreiðingin hjá ST-stovninum fyri loftferðslu, ICAO, kunngjørd og vísti, at hóast onkrar feilir í mannagongdini handlaði Hvítarussland sambært galdandi reglum, og at MiG-29 fór á flog 15 minuttir eftir, at RyanAir-flogskiparin gjørdi av at lenda í Minsk. So eingin hvítarussisk ráðagerð, og enn minni Putin. Ná! ... Ein onnur detalja: Protasevic, “ógvisliga píndur” av hvítarussiskari løgreglu, er nú frælsur. Tey, sum vilja samskifta við hann, kunnu gera tað á Twitter-kontuni hjá honum. 

At lýsa ukrainsk paramiliter sum “nasistar” ella “nýnasistar” verður roknað sum russisk propaganda. Kanska. Men tað er ikki sjónarmiðið hjá Times of Israel, Simon Wiesenthal-deplinum ella CounterTerrorismCenter at West Point (hernaðarligur akademiskur stovnur í USA til at berjast móti yvirgangi). Men tað ber framvegis til at kjakast um hetta, tí í 2014 sá út, sum tíðarritið Newsweek samanbar tey við - Islamiskan Stat. Vel sjálv/-ur!

So vestanlond stuðlaðu og hildu fram at veita hernaðarútgerð til militsir, sum síðan 2014 hava gjørt seg sekar í eini røð av brotsverkum móti sivilfólki: valdstøku, píning og blóðbað. Men hóast sveisiska stjórnin hevur verið sera skjót at seta í verk revsitiltøk móti Russlandi, so hevur hon ikki enn sett í verk revsitiltøk móti Ukraina, sum hevur framt blóðbað móti sínum egnu íbúgvum síðani 2014. Í veruleikanum hava tey, sum verja mannarættindini í Ukraina leingi fordømt gerðirnar hjá hesum bólkunum, men tey hava ongan stuðul fingið frá okkara stjórnum. Tí í veruleikanum royna vit ikki at hjálpa Ukraina, men at stríðast ímóti Russlandi.

Tá ið tær paramiliteru deildirnar vórðu tiknar upp í stjórnarherin, fór eingin “av-nasifisering” fram, soleiðis, sum summi vilja vera við. Millum tey mongu dømini eru frámerkini hjá Azov-herdeildini ikki til at fara skeiv av:

[object Object]

Í 2022 vóru vápnaðu deildirnar í Ukraina, sum bardust móti russisku innrásini, í stuttum skipaðar soleiðis: 

  • Herurin, undir Verjumálaráðnum. Hann er skipaður í 3 herlið og settur saman av “manøvruformatiónum” (stríðsvognar, tung skotvápn, missil o.tíl.)
  • Tjóðarhirðin, sum er undir Innanríkismálaráðnum og er skipað í 5 territorialar kommandoir. 

Tjóðarhirðin er tískil ein territorial verjustyrki, sum ikki er partur av ukrainska herinum. Hon fevnir m.a. um paramiliterar militsir, nevndar “sjálvboðin herlið”, eisini kend undir sigandi heitinum “hevndarherlið”, og er sett saman av infanteri. Hesi eru fyrst og fremst vand til býarbardaga og verja nú býir sum Kharkov, Mariupol, Odessa, Kyiv og aðrar. 

Les annan part í røðini her: Jacques Baud: Hernaðarliga støðan í Ukraina - 2. partur: Kríggið

Les triðja part í røðini her: Jacques Baud: Hernaðarliga støðan í Ukraina - 3. partur: Niðurstøður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald