Uttanlands

Indiski hægstirættur: Eingin skal noyðast at lata seg koppseta

Hægsti rættur í India segði mánadagin, at eingin skal verða noyddur at lata seg koppseta móti kovid19, og bað samstundis ríkismynduleikarnar um at kunngera fyri almenninginum óheppin hjáárin av koppsetingini.

2022-05-06 10:34 Author image
Jón Tyril

Rætturin segði, at kropsligt sjálvræði og integritetur eru vard undir grein 21 í indisku grundlógini. Hægsti rætturin segði harafturat, at núverandi koppsetingarpolitikkurin ikki kann sigast at vera greitt tilvildarligur ella órímiligur.

“Til tølini koma niður aftur mæla vit til at viðkomandi boð vera fylgd, og ongar avmarkingar verða lagdar á ókoppsett fólk viðv. atgongd til almenn øki, og um slíkar eru, at tær so verða tiknar av.”

Rætturin segði eisini, at Indisku myndugleikarnir skulu gera allar skrásetingar av óhepnum hjáárinum frá koppsetingini, frá almenninginum ella læknum almennar, og skipa tilfarið í eina alment atgongiliga skipan, sum samstundis tryggjar at persónligar upplýsingar ikki kunnu leka út.

Kelda: India TV news - No restrictions on unvaccinated individuals; no one can be forced to take jab: Supreme Court

Les eisini: Hægsti rættur í Ný Sælandi koldømir krøv um koppseting av løgreglu og verju

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald