Fasisma er kynstrið at dylja sannleikan aftanfyri eina framsíðu av gagnligum dygdum. Hetta er, allarhelst, eins gamalt og menniskjan sjálv. Mussolini gav tí bara eitt navn – og duldi sínar harðræðishugsanir handan turrlegging av mýrulendum, endurnýggjan av bygdaløgum, børn í skúla, og tok sum koma og fara stundisliga. Myndin av nasismuni í 1930unum var ikki tann av sorlaðum vindeygum og gomlum monnum, sum blivu bukaðir á gøtuni, men av glaðum og smílandi ungdómum, sum arbeiddu úti saman fyri at endurbyggja landið hjá sær.
At seta slík spjaldur á nútíðina er vandamikið, tí har fylgir so nógv viðføri við. Men tað hjálpir okkum samstundis at gera av, hvørt núverandi viðføri, sum vit hildu vera framstig, í veruleikanum er afturstig. Hasir glaðu og smílandi ungdómarnir í tríatiárunum blivu í veruleikanum vandir upp í kynstrinum at vera sjálvrættvísir og at vanvirða ranghugsan, og at vísa samfelagsligt lýdni. Teir vistu at teir høvdu rætt, og at tað var hin síðan, sum var trupulleikin. Ljóðar hatta kent?
Samfelagsligu broytingarnar hesi seinastu tvey árini hava verið myndaðar og leiddar av “almennari fólkaheilsurøkt”. So tað er rætt at hyggja eftir samsvarandi fólkaheilsufyribrigdum í fortíðini, til tess at hjálpa okkum at skilja, hvat tað er, sum sker nú, hvat drívur tað fram, og hvar tað kann leiða okkum. Vit hava verið vitni til at okkara yrki innan fólkaheilsurøkt, og feløgini, sum umboða hesi yrki, mæla til at mannamunur verður gjørdur, og at fólk skuldu noyðast, heldur enn sleppa at taka fræls medisinsk val. Hesi hava talað fyri politikkum, sum reka summi í fátækradømi, meðan tey sjálv hava havt sínar tryggu lønir, tey hava viljað stýrt familjulívinum og enntá givið harraboð, hvussu fólk kunnu syrgja síni deyðu.
Sjúkrahús hava noktað transplantatiónir til tey, sum hava tikið eitt medisinskt val, sum sjúkrahúsinum ikki dámar, hóast hetta einki hevði við transplantatiónina at gera. Eg havi sjálvur verið vitni til at ein familja fekk noktað atgongd at vera hjá einum doyggjandi familjulimi, til tey gingu við til at lata seg prika, ímóti sínum vilja, fyri síðani at fáa loyvt atgongd beinanvegin, og harvið fáa váttað, at tað snúði seg als ikki um immunitet, men um lýdni. At fáa tey at akta.
Vit hava øll sæð framstandandi heilsustarvsfólk alment tosa ljótt um og lítisgera starvsfelagar, sum royndu at halda fast í meginreglum, sum vit øll eru lærd upp í: ikki at noyða, upplýst samtykki, og ikki at gera mannamun. Í einum kjaki um próvgrundarlag og etikk, segði ein starvsfelagi mær, at leikluturin hjá læknum í heilsuverkinum, heldur enn at seta menniskju fyrst, var at seta fyriskipanir frá myndugleikunum í verk. Samfelagsligt lýdni fyrst.
Hetta hevur verið rættvísgjørt við “okkara felags besta” - sum er ein óskilgreinað orðing, eftirsum eingin stjórn ella myndugleiki, sum hevur trýst hesa frásøgnina fram, í tvey ár, hevur latið úr hondum greiðar kostnaðar-gagn dátur, sum kunnu vísa, at “okkara felags besta” gjørdi meir gagn enn skaða. Tó vil eg siga, at veruligu tølini eru ikki tað, sum umræður her. Poengið er, at “okkara felags besta” er vorðið grundgevingin, sum fólkaheilsustarvsbólkarnir brúka til tess av avtaka hugmyndina um at rættindini hjá einstaka menniskjanum, hava hægstu tignina.
Tey hava avgjørt, at mannamunur, vanæra, og kúgan av minnilutum, kann góðtakast fyri at “verja” ein meiriluta. Hetta er tað, sum fasisma snúði, og snýr seg um. Og tey, sum hava promoverað slagorð so sum “pandemi teirra ókoppsettu” ella “eingin er tryggur fyrr enn øll eru trygg” kenna endamálið og møguligu úrslitini av at gera minnilutar til syndabukkar.
Tey vita eisini frá søguni, at hóast hesar útsagnir ikki eru sannar, so forðar tað ikki tí virknaði, tær hava. Fasisma er fíggindi sannleikans, og ongantíð tænari hansara.
Endamálið við at skriva hetta er at vit kalla ein spaka fyri ein ‘spaka’. At vit siga tingini, sum tey eru, at vit siga sannleikan. Koppsetingar eru ein heiligvágsvøra við ymiskum fyrimunum og vansum. Júst sum trø eru gjørd av viði við bløðum á. Í einum samfelagi, sum metir at øll hava javnt íborið virði, eiga fólk sjálv rættin at ráða yvir- og taka avgerðir viðvíkjandi egnum kroppi, ikki læknar og myndugleikar. Vanæring, mannamunur og útihýsing vegna avgerðir um heilsurøkt, um so talan er um HIV, krabbamein ella kovid19, er skeivt. At útihýsa og útspilla starvsfelagar fyri at hava aðrar meiningar um, hvat er trygg nýtsla av heiligvági, er hugmóð. At avskriva tey, sum ikki fylgja boðum vegna etiskar ella moralskar umhugsanir, er vandamikið.
Blint at fylgja boðum frá myndugleikum og vinnufyritøum, bert fyri at passa inn í ‘hópin’, hevur einki at gera við etiska fólkaheilsurøkt. Hetta hevur alt meira til felags við fasistisku hugsjónirnar úr seinastu øld, enn við teir fyrilestarnar um góða fólkaheilsurøkt, sum eg var til. Um hatta er samfelagið vit ynskja at ala fram nú, so eiga vit at spæla við opnum kortum, og siga tað beint fram, ikki fjala okkum handan framsíður av følskum dygdum, so sum ‘koppsetingar-rættvísi’ (vaccine equity) ella ‘øll eru saman um hetta’ (we’re all in this together).
Lat okkum ikki fløkjast í smálutum sum ‘vinstra’ og ‘høgra’. Leiðararnir av teimum mest týðandi fasistisku stýrunum í Europa komu frá ‘vinstru’. Teir styðjaðu seg tungliga at fólkaheilsuhugtøkunum um “tað felags besta” til tess at lúka út teir vánaligu teinkjararnar og tey ólýdnu.
Okkara núverandi støða krevur sjálvrannsakan, ikki flokkadrátt. Sum starvsbólkar hava vit aktað leiðbeiningum um at gera mannamun, stigmatisera og útihýsa, meðan vit hava kámað krøvini fyri upplýstum samtykki. Vit hava hjálpt til við at taka burtur grundleggjandi mannarættindi – til kropsligt sjálvræði, útbúgving, arbeiði, familjulív, at flyta seg og at ferðast. Vit hava fylgt stjórunum á ráðisligum fyritøkum, og latið eyguni aftur fyri teirra gegnistrupulleikum, og ríka teir upp, meðan vanliga fólkið er vorðið fátækari. Fólkaheilsuverkini hava misseydnast við at seta fólkið fremst, og eru vorðin umboð fyri ein lítlan ríkan og máttmiklan minniluta.
Vit kunnu halda áfram at ganga eftir hesum sama vegnum, og hann fer helst at føra okkum sama stað sum seinast, tó kanska uttan at herarnir hjá øðrum koma at bjarga okkum undan tí ræðuleika, vit sjálv vóru við til at stuðla.
Ella vit kunnu finna eyðmjúkleikan, minnast til at fólkaheilsurøkt eigur at vera ein fólksins tænari, og ikki eitt tól í hondunum á teimum, sum ynskja at ráða yvir fólkinum. Soleiðis kunnu vit rudda burtur ódjórið millum okkara. Um vit ikki vilja stuðla fasismuni, so kunnu vit gevast at vera hennara amboð. Hetta kunnu vit bara við at fylgja teimum grundleggjandi etisku reglum og meginreglum, sum okkara starvsøki eru bygd á.
Um høvundin:
David Bell er seniorgranskari við Brownstone Institute, hann er serlækni í fólkaheilsu og er búsitandi í USA. Eftir at hava arbeitt við internum medisini og fólkaheilsu í Australia og Stóra Bretlandi, arbeiddi hann hjá Heimsheilsustovninum (WHO) sum leiðari á deildini fyri malaria og fepursjúkur á Foundation for Innovative New Diagnostics (FIND) í Geneve, og sum stjóri fyri Global Health Technologies hjá Intellectual Ventures Global Good Fund í Bellevue, USA. Hann arbeiðir sum ráðgevi innan biotøkni og globala heilsu. MBBS, MTH, PhD, FAFPHM, FRCP
Greinin er endurgivin við loyvi frá Brownstone Institute
Upprunagrein: The Emergence of Neo-Fascism in Public Health
(Týtt: JT)
Les eisini:
Ein eftirmeting og uppgerð er neyðug
Í heyst fer Europa at hava tey ókoppsettu sum “mál”
Heimsheilsustovnurin broytir vegleiðingar til fyrimuns fyri niðurlæsingar
Indiski hægstirættur: Eingin skal noyðast at lata seg koppseta
WHO er í ferð við at seta eina heimsumfevnandi skipan fyri koppsetingarpass í verk
Tey, sum valdu útskamming framum vísindi
Hon yvirlivdi jødatýningina og ávaraði ímóti blindum lýdni
Stanford professarar eftirmeta kovid: Vit mugu læra av feilunum
Farsóttarligi politistaturin (dokumentarur)
___
Hjálp okkum at halda arbeiðinum her á síðuni koyrandi. Flyt eina upphædd ella stovna eina fasta flyting á konto nr 9865 1039800 - allur stuðul er kærkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald