Innanlands

Hvussu gongur við hinvegin?

Nú hevur hinvegin.fo skjótt verið virkin í 3 mánaðir, so tað er helst tíð uppá, at eg komi við eini lítlari dagføring um hvussu gongur.

Mynd: Kristfríð Tyril / momo

Mynd: Kristfríð Tyril / momo

2022-06-02 16:17 Author image
Jón Tyril

Nú hevur hinvegin.fo skjótt verið virkin í 3 mánaðir, so tað er helst tíð uppá, at eg komi við eini lítlari dagføring um hvussu gongur.

Eg taldi eftir og kann staðfesta, at fleiri enn 100 greinar eru lagdar út.

Eg havi roynt at hava góða dygd á tilfarinum, heldur enn bara nógvar greinar. Og eg havi lagt meg eftir, at tilfarið ikki bara er tað nýggjasta, men at tað heldur í longdini, og gjarna leggur okkurt afturat vitanini hjá lesaranum, sum hevur týdning, heldur enn bara at vera forvitnisligt.

Eg havi lagt dent á at hava keldutilfar og tílíkt gjøgnumskygt og á so høgum støði sum til ber. Tað er eitt endamál, at tilfarið skal kunna eftirkannast, og framvegis vera standandi.

Eg brúki nógva tíð og orku til at lesa tilfar ígjøgnum, og velja hvat skal leggjast út á síðuna. Og so sjálvandi at skriva, umseta, finna myndir, leggja út osfr.

Fíggjarliga havi eg fingið góðan stuðul frá góðum fólkum, og tað eri eg ómetaliga takksamur fyri. Summi hava stuðlað við einari eingangs upphædd og onnur stuðla fast hvønn mánað.

Men eg havi brúk fyri fleiri stuðlum, um síðan skal vera langtíðar haldfør, og serliga um hon skal mennast víðari. Eitt er, at eg má hava nakað meiri í mín part fyri at fáa endarnar at røkka. Og hin parturin er, at meira skal investerast í arbeiði, fyri at fáa produktið betri.

Eg havi seinastu tíðina brúkt nakað av pengunum, ið koma inn, til at lýsa, so at fleiri skulu síggja greinarnar. Tað kundi eg hugsað mær at hildið á við, tí endamálið er at røkka út til so mong sum gjørligt.

Eisini kundi eg hugsað mær at knýtt onkran afturat síðuni, at hjálpa mær, so meira kann koma út.

Eg havi eisini ein dreym um at fara at gera nakað av video, at leggja út á síðuna. Til tað krevst nakað av útgerð - m.a. ein lítil pultur og mikrofon til slík endamál. 

Eitt annað, sum eg kundi hugsað mær at brúkt pengar uppá, er spurnarkanningar. Eg havi fingið nakað av stuðli til júst hetta, men mangli enn nokkso fitt.

So um tú heldur, at hetta arbeiði er nakað vert, og at tað hevur týdning, at arbeiðið heldur fram, so ert tú hjartaliga vælkomin at stuðla við einari upphædd á konto 9865 103 98 00

Vinaliga,

Jón

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald